Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 5 um, sum eg hevði áður, tí tað orki eg ikki, sigur hon. Fótbóltslívið nógv merkt Sum áðurnevnt hevur Rannvá Andrea­sen spælt á besta liðnum hjá KÍ í nógv, nógv ár, og hon hevur altíð verið sjálvskrivað millum tær fyrstu 11 á vøllinum. Men síðani hon bleiv rakt av korona, hevur støð­an verið ein onnur. Ja, hetta hevur ávirkað fót­bólt­ in hjá mær rættiliga nógv. Síðani eg var sjúk, havi eg ongantíð spælt ein dyst frá byrjan. Eg havi bara verið innskiftari og eri komin á vøll­in, tá ið tað mangla eini 20 til 30 minuttir av dystinum. Eg havi snøgt sagt ikki orku til meira. Og um eg geri ov nógv av í einum dysti, so merki eg tað eisini í fleiri dagar aftaná, og tað havi eg ongantíð gjørt áður. So tað er lang­ur vegur enn, áðrenn eg aftur eri á tí fysiska støði, sum eg var á und­an korona, sigur Rannvá Andrea­sen. Hon dylur tí ikki fyri, at hon av álvara skal læra og venja seg við, at hon í øllum møguligum støðum ikki skal gera ov nógv av. Tað er ótrúliga trupult at venja seg við, at man blívur so skjótt móð í mun til áður. Men eg fari ikki at gevast við fótbóltinum. Kor­ona skal ikki enda mína fót­ bólts­karrieru, tað skal eg sjálv gera, sigur Rannvá Andreasen av­gjørd. Tungt at sita í sóttarhaldi Eitt eru tær fysisku avleiðingarnar av at hava havt korona, men hvussu hevur tað ávirkað Rannvá sál­ar­liga at verið rakt av sjúkuni. Fyrst og fremst, so stúri eg fyri at fáa sjúkuna aftur, tí eg eri so nógv veikari nú, enn tá ið eg bleiv rakt av henni í vár. Men tað er eisini ótrúliga tungt at sita í sótt­arhaldi. Eg var einsamøll alla­ tíð­ina, meðan eg var sjúk og var í sóttarhaldi. Familjan kom við døg­urða til mín, sum bleiv sett­ur utt­anfyri. Tað var ótrúliga trup­ ult og tungt ikki at kunna vera sam­an við teimum, sigur Rannvá Andrea­sen. Hon greiðir frá, at tað eisini var trupult fyri familjuna hjá henni. Børnini hjá systir míni skiltu heldur ikki, at tey ikki kundu koma inn til mín, og mamma mín var rættiliga bangin, tá ið eg bleiv innløgd. Hon er sjúkrasystir, men sjálvt um hon var bangin, so var hon eisini glað fyri, at eg kom inn á Landssjúkrahúsið, tí har fekk eg neyðugu hjálpina, sigur Rannvá Andreasen. Fegin um ikki at hava smittað nakran Tá ið Rannvá Andreasen nú lítur aftur um bak og hugsar um tíðina við korona, so er alt ikki bara dap­ urt. Eg hugsi mangan um, hvussu glað eg eri fyri, at eg ikki hava smittað nakran. Eg avbyrgdi meg beinan vegin í sóttarhaldi fríggja­morgun, sum vit fingu boð um smittaða starvsfelagan, og so gingu nakrir dagar, áðrenn eg sjálv bleiv sjúk, so eg veit, at eg havi ikki smittað nakran, og tað eri eg øgiliga glað fyri, sigur Rannvá Andreasen at enda. Korona skal ikki enda mína fótbólt­ skarrieru, tað skal eg sjálv gera Eg hugsi mangan um, hvussu glað eg eri fyri, at eg ikki havi smittað nakran