hósdagur 20. august 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
7
Føroyar býttar sundur
í politiskar tvíningar
Seinasta veljarakanningin staðfestir
enn einaferð, at Føroyar eru
býttar í tveir politiskar partar
ÁRNI GREGERSEN
G
REINING: Tað hevur verið at
sæð í fleiri veljarakanningum og
í seinastu valunum, at Føroyar
eru býttar politiskt í tveir partar.
Í summum kanningum hevur annar
parturin 17 tinglimir og í øðrum kanningum
er tað so hin parturin, sum hevur ein
tingmann meira.
Næstseinast løgtingsval var, skipaðu
vinstraflokkarnir Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin samgongu saman
við Framsókn, men eftir seinasta val
broyttist støðan til, at høgraflokkarnir
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin
gjørdu samgongu saman við Miðflokkinum.
Nýggjast veljarakanningin, sum spyr.
fo gjørdi fyrr í hesum mánaðinum vísir, at
hevði val verið nú, so hevði fyrrverandi sam
gongan aftur fingið meirluta í Løgtinginum,
Havast skal tó í huga, at óvissan í eini
slíkari kanning er millum trý og fýra pro
sent.
Vi øðrum orðum, so eru Føroyar í tveim
um pørtum politiskt, verður hugt at sein
astu veljarakanningini.
Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin
Veljarakanningin vísir, at hevði val verið nú,
so hevði Javnaðarflokkurin verið størstur,
meðan Fólkaflokkurin er beint í hølunum.
Í politiska mynstrinum í Føroyum er
Javnaðaflokkurin vinstrahallur og sam
ríkisflokkur, meðan Fólkaflokkurin er
borgarligur og sjálvstýrisflokkur.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javn
aðarflokkinum, hevur ferð eftir ferð sagt,
at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu
við Fólkaflokkin. Við øðrum orðum er ein
samgonga, har báðir hesir partarnir eru við,
ikki ein møguleiki.
Í politikki vísir tað seg ofta, at tá ið flokk
ar velja hvør sína síðu, so gerst ein polaris
ering, sum dregur veljararnar til sín.
Tað er ein av forkláringunum uppá, hví
heswir báðir klára seg so væl. Fólkaflokk
urin er samgonguflokkur, meðan Javn
aðarflokkurin situr í andstøðu.
Í samgongu vísir tað seg ofta, at Fólka
flokkujrin fær sín vilja. Í hesi samgonguni
hevur flokkurin fingið broytt fiskivinnu
politikkin, meðan høvuðsvallyftið hjá
Sambandinum, viðgerðartrygdin, enn ikki
er gjøgnumførd.
Javnaðarflokkurin hevur duga at reka
andstøðupolitikk. Ein stórur partur av tí er
at duga bara at vera ímóti fyri at vera ímóti,
men taka undir við tí, sum flokkurin heldur
er skilagott, hóast samgongan kemur við
uppskotinum.
Sambandið og Tjóðveldið
Hinir báðir mótpolarnir hava verið á hvør
sínum veingi, síðani Tjóðveldi var sett á
stovn.
Sambandsflokkurin er samríkisflokkurin
burtur av og er liberalur, meðan Tjóðveldi
er loysingaflokkur og á vinstraveinginum.
Onkuntíð verður sagt, at hesir báðir
flokkarnir eru livibreyð, hvør hjá øðrum.
Ofta er tað so, at tá ið spurningar um sam
band/loysing taka seg upp, so veksur velj
araundirtøkan hjá hesum báðum flokkun
um.
Sambandsflokkurin hevur størstu aftur
gongdina. Flokkurin er løgmansflokkurin
og kanska er tað tí, at veljarin heldur, at tá ið
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru
saman, so er Fólkaflokkurin tann sterkari
og fær gjøgnumført meira av sínum polit
ikki enn Sambandsflokkurin
Tjóðveldi er í andstøðu. Í fleiri førum
hevur flokkurin lagt uppskot fram um
yvirtøkur. Mál, sum veljarin kanska heldur
flokkurin átti at hava yvirtikið, tá ið hann
fyri einum ári síðani sat í samgongu.
Av andstøðuflokkunum gongur Fram
sókn fram.Hetta hóast formaðurin og
stovnarin Poul Michelsen ikki longur er
virkin í Løgtinginum. Ein ábending um, at
Framsókn er eitt politiskt projekt, sum er
annað ennn fyrrverandi formaðurin.
Sjálvstýri er í andstøðu, men fær lítla
undirtøku. Tað er ikki óvanligt, at flokkur
in ikki vinnur upp um tinggáttina í veljara
kanningunum, men kortini kemur inn tá
ið val er.
Hvussu verður til komandi val er ilt at
meta um, tí viðurskiftini rundan um flokkin
eru munandi broytt og at ein fyrrverandi
Javnaðartingmaður nú er einasti tinglimur
hjá flokkinum.
Seinasti samgonguflokkurin, sum eisini
er ein av minnu flokkunum, Miðflokkurin.
Gongur eitt vet aftur.
Miðflokkurin umsitur stór mál í
landsstýrinum – og hóast afturgongd, so
varðveitir hann tingsessirnar.
Javnvág
Veljarakanningin hjá spyr.fo bendir enn
einaferð á, at Føroyar eru politiskt tvíbýttar.
Talan er um blokkpolitikk hesi seinastu
árini. Tað kann gera, at veljarin lættari kann
velja síðu, men hinvegin kann hetta hava
stórar samfelagsligar broytingar við sær, tá
ið skiftini henda.
Vit sóu tað, tá ið seinasta samgonan tók
við. Vit fingu ein nýggjan fiskivinnupol
itikk, men hann var longu broyttur aftur,
stutt eftir at núverandi samgonga tók við í
september í fjør.
Val verður aftur í Føroyum í seinasta
lagi í 2023.
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum
Aksel V. Johannesen er formaður í Javnaðarflokkinum.
Høgni Hoydal er formaður í Tjóðveldi
Jørgen Niclassen er formaður
í Fólkaflokkinum