hósdagur 20. august 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
8
ANNIKA KUNOY IM
M
ánamorgunin fór
hópurin hjá B36 til
Gibraltar, tí liðið
hósdagin spælir
móti St Joseph’s í undanumfari
num til Europa league.
Men vikan áðrenn farið var
avstað var merkt av óvissu
og ringum nervum hjá bæði
venjarum og leikarum – men
serliga var tað hjálparvenjarin
hjá B36, 29 ára gamli André
Olsen, sum hevði tað torført, tí
hann týsdagin í síðstu viku fekk
staðfest koronusmittuna og var
tí bangin fyri, at hann hevði
borið hana víðari til liðið.
– Tað fyrsta, sum eg hugsaði
var, at nú sleppur liðið allarhelst
ikki til Gilbraltar í næstu viku, tí
smittan er farin til spælararnar,
sigur André Olsen um løtuna,
hann fekk keðiligu boðini frá
landslæknanum.
Hetta hevði kunnað kostað
B36 tvær milliónir í mistum inn
tøkum.
Eftir at André Olsen fekk
staðfest koronusmittuna, hevur
hópurin hjá B36 tó verið testaður
fýra ferðir, og hvørja ferð hava
royndirnar verið negativar fyri
koronusmittuna.
Óvist hvar hann
er smittaður
Fótbóltsamband Føroya setti
sum krav, at allur hópurin varð
testaður, áðrenn hetta umfarið
í kappingini byrjaði. Týsdagin 11.
august varð André Olsen tí test
aður saman við øllum hinum á
liðnum.
– FSF setti sum krav, at allir
skuldu hava negativa váttan fyri
at sleppa til dystin móti Skála,
sum B36 skuldi spæla mikudagin
12. august, sigur hann.
André varð eisini testaður
vikuna frammanundan, og
tá var úrslitið negativt. Hann
greiðir frá, at hann hevði
summarfrí, og hann hevði tí
mestsum bert verið saman við
familjuni hesar dagarnar eftir
fyrstu koronutestina.
– Veðrið var gott hendan
týsdagin, tá vit vórðu testaðir,
og eg hevði verið úti og trillað
sjey vikur gomlu dóttur mína.
Heima aftur um kvøldið ringdi
eitt danskt nummar til mín, og
tað var landslæknin. Eg visti tá,
hvørji boðini fóru at verða, og
soleiðis varð. Úrslitið av testini
var positivt, og eg fekk staðfest
koronu, sigur hann frá.
– Eg bleiv forferdiliga kløkk
– Tað fyrsta, sum eg hugsaði var, at nú
sleppur liðið allarhelst ikki til Gilbraltar í
næstu viku, tí smittan er farin til spælararnar,
sigur André Olsen um løtuna, hann fekk
keðiligu boðini frá landslæknanum
Ein av orsøkunum
var eisini, at
mótstøðuliðið
hevði skrivað
á Facebook vanga teirra, at
dysturin var avlýstur, tí ein
í B36 hópinum var positivur
við koronusmittuni. Tíðindini
komu sera skjótt út. Tað var
óbehagiligt, at tað gekk so skjótt
HJÁLPAR
HJÁLPAR
VENJARIN
VENJARIN
HJÁ B36
HJÁ B36 FEKK
FEKK
KORONU
KORONU
SMITTUNA
SMITTUNA