hósdagur 20. august 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
9
ur, tí eg hevði jú testað meg viku
na frammanundan, og tá var
úrslitið negativt. Eg havi verið
lítið saman við fólki, og havi bert
verið til venjing og til handils. Eg
havi summarfrí, og eg havi verið
heima hjá lítlu dóttur okkara um
dagarnar.
Heldur ikki kenni eg nakran
av teimum, sum eru smittað
seinastu tíðina, og mær vitandi
havi eg ikki verið saman við
nøkrum, sum er sjúkur. Tí fái eg
ikki identifiserað, hvar smittan
kann vera komin frá, leggur
hann aftrat.
Følir lítið og einki
– Eg kenni meg als ikki sjúkan
ella forkølaðan á nakran hátt.
Skal eg tó leita eftir sjúkueyð
kennum – og tá meini eg leita
væl og virðiliga – so havi eg
kanska eitt sindur av óbehag
í hálsinum. Tað er ikki vorðið
verri vikuna eftir, at eg fekk
koronu staðfesta. Óbehagið er
tó ikki meir, enn eg havi av og á,
uttan at eg hugsi stórvegis um
tað, sigur hann.
– Hetta er tað mildasta for
kølilsi, sum eg havi havt, og tað
hevur ikki á nakran hátt hildið
mær aftur, leggur hann aftrat.
Landslæknin segði André, at
hann helt, at hann møguliga var
smittaður hendan saman dagin,
av tí at hann eingi sjúkueyðkenni
hevði.
– Eftir at hava tosað við lands
læknan, ringdi eg til venjaran
hjá B36, Jakup á Borg, og segði
honum hvussu støðan var. Hann
setti seg síðani í samband við
formannin í B36 og læknan hjá
okkum, og teir tóku neyðugu
atlitini, ið takast máttu fyri at
verja hópin. Dysturin móti Skála
varð avlýstur, og allir á liðinum
vóru kannaðir fyri koronu, sigur
André Olsen.
–Tað var eitt stórt sjokk fyri
allan hópin, og dysturin móti
Skála varð avlýstur. Tað kendist,
sum var alt uppi at koyra tann
fyrsta tíman, og eg má sanna, at
tíðindi ferðast ómetaliga skjótt,
tí eg var ikki liðugur at skriva
sóttarhaldslistan, tá telefonin
longu hevði ringt fleiri ferðir, tí
fólk longu tá høvdu fingið við,
at eg var smittaður, sigur hann.
– Ein av orsøkunum var eisini,
at mótstøðuliðið hevði skrivað
Eg kenni meg als
ikki sjúkan ella
forkølaðan á
nakran hátt. Skal
eg tó leita eftir sjúkueyðkennum
– og tá meini eg leita væl og
virðiliga – so havi eg kanska eitt
sindur av óbehag í hálsinum