Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 10 á Facebook vanga teirra, at dyst­urin var avlýstur, tí ein í B36 hópinum var positivur við koronusmittuni. Tíðindini komu sera skjótt út. Tað var óbe­hagiligt, at tað gekk so skjótt, leggur hann umhugsin aftrat. – Tað var óbehagiligt, tí fólk skriv­aðu til foreldrini hjá mær, og spurdu um tey vistu, at eg hevði fingið koronusmittuna. Tað vísir, hvussu lítið føroyska samfelagið er, sigur hann og leggur aftrat, at hann hasar dag­ar­nar fekk eitt lítið innlit í, hvussu tað kennist, tá prátið á ein keðiligan hátt snýr seg um ein sjálvan. Mikudagin var ein vika liðin, síðani dysturin móti Skála varð av­lýstur, og síðani tá hevur hóp­urin hjá B36 verið testaður tríggjar ferðir í Føroyum og eina­ ferð í Gibraltar. Allar royndirnar hava verið negativar. – Eg fái tó ikki frið í sálina, fyrr enn B36 hevur spælt dystin, sigur André Olsen, sum í skr­ivandi stund átti at verið í Gibraltar saman við liðnum, men sum nú situr í sóttarhaldi. – Sjálvsagt er tað er keðiligt, at eg ikki at slapp við liðnum til Gibraltar, tí tað er spennandi at sleppa til evropeiskar dystir. Tað gleða allir seg til, frá tí degnum tá kappingin byrjar. Tað er nakað serligt. Gibraltar er eisini ser­liga attraktivt. Tí er tað eyka keði­ligt, men eg fari at hyggja at dystinum, um hann verður stroymdur og annars fylgja við á netinum. Eg hopi, at teir spæla seg víðari. So fái eg frið í sálina aftur, sigur hjálparvenjarin hjá B36. Tíðin í sóttarhaldi Eftir at André Olsen varð test­ aður positivt fyri koronu, fekk hann at vita, at hann skuldi skriva ein lista við nøvnunum á teim­um, sum hann hevði verið saman við seinastu 48 tímarnar. Tey skuldu síðani eisini í sóttar­ hald. Hann fekk eisini at vita, at hann skuldu halda seg á matrikklinum, men at hann kundi bara onkrar biltúrar og út at ganga túr í náttúruni, har sum eingin annar er. – Eg búgvi í eini íbúð í Hoyvík, so matrikkulin er ikki serliga stór­ur. Eg havi tí verið einar tveir biltúrar og gingið mær onkr­an túr burtur frá øðrum fólki. Tað mesta av tíðini havi eg tó verið heima, sigur hann. – Tey, sum eru kring meg hava verið serstakliga samkennandi, og tey vita væl, at eg ikki havi fingið smittuna við vilja. Men sjálv­ur havi eg næstan kent meg sum ein brotsmann, tá eg eri farin út. Tá eg eri farin at fáa mær fríska luft, og onkur hevur ging­ið framvið, so eri eg farin inn aftur við tað sama. Eisini teir fimm til tíggju metrarnir út í bilin hava kenst løgnir. Fólk eru ikki bangin fyri fólki við korona, men tey sum hava smittuna eru bangin fyri hava sitandi á sær, at tey kunnu smitta onnur, sigur hann síðani. – Gerandisdagurin í sóttar­ haldi er nógv øðrvísi, enn vanliga gerandisdagurin hjá mær er. Eg eri fastlæstur heima og má tí royna at finna mær okkurt at gera gjøgnum dagin. Eg havi sett mær fyri at liva sunt, og eg fari tíðliga upp og tíðliga í song. Eg havi eisini fingið gjørt nógv fyrireikingararbeiði til lið­ið, sum er farið avstað, so tað ber eisini til at vera effektivur í sóttarhaldi, sigur hann lættur. Skuldarkenslan Tíðin eftir at André Olsen fekk stað­fest koronu, og hann hevur sitið í sóttarhaldi, hevur verið merkt av skuldarkenslu, og hann hevur hugsað serliga nógv um tey, sum støðan hjá honum hevur ávirkað. – Sjúkueyðkennini hjá mær eru mild, og støðan hevði óivað verið øðrvísi, um eg lá í songini og varð illa sjúkur av koronu, men satt at siga er smittan tað, sum eg havi hugsað minst um hesa tíðina. Tó, so havi eg hugs­ að nógv um tað kollektiva og um tey, sum eru ávirkað av hesi støðu­ni, sigur hann. – Eg halvi følt skuldarkenslu, hóast eg ikki hava fingið smittu­ na við vilja. Serliga havi eg følt skuldarkenslu mótvegis B36 hópinum, tá ivi var um teir sluppu avstað til Gibraltar. Eisini spælir svágur mín við HB, og hann skuldi við HB til Norðurírlands, men hann slepp­ur ikki avstað nú, tí hann er settur í sóttarhald orsakað av mær, sigur André Olsen um­ hugsin. – So tað eru tankar mótvegis øðr­um. Skuldartankar, leggur hann aftrat. André Olsen og dama hans­ ara, Anna Sofía Hjalt Mohr, eiga eina lítla dóttur, sum nú er sjey vikur gomul, og André greiðir frá, at hann hevur verið serliga bang­in fyri, at dótturin skuldi verða smittað. – Eg havi verið bangin fyri at hon verður smittað, tí hon er so lítil, og sjúkan er ókend. Men hon hevur tað tíbetur gott, og sum dagarnir ganga gerist eg rólig­ari, tí vandin fyri, at hon er smittað minkar. Landslæknin hevur eisini greitt okkum frá, at einki enn bendir á, at COVID-19 er serliga vandamikið fyri ný­ føð­ingar, sigur han síðani. – Hetta er ein hervilig sjúka, sum man ikki fær stýrt og vart seg fyri, sigur André Olsen, sum skal úr sóttarhaldinum komandi týs­dag. – Eg gleði meg til at fáa frælsi aftur og sleppa út, tá eg vil. Øll tey, sum sita í sóttarhaldi orsakað av André, eru testað eru negativ. Somuleiðis eru bæði daman og dóttir André testaðar nega­tivar. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Hóskvøldið spælir B36 móti St Joseph’s av Gibraltar í undan­ um­farinum í Europa League. Liðið hjá B36 fór avstað longu mána­morgunin og hevur síðani­fyrireikað seg á Gibraltar B36 hevur sent allan hópin við til Gibraltar. Hann heldur yvir tjúgu spælarar. Sostatt hevur B36 valt at ferðast tíðliga og hevur nógv fólk við. – Vit eru nokk tað av fremstu feløgunum í Føroyum, sum hava lægst budget, so hetta er okkara máti at geva spælar­ unum nakað aftur. Fleiri av teimum koma kanska ikki at spæla, men teir eiga lut í Ev­ ropa-luttøkuni hjá okkum og hava gott av upplivingini. Vit vilja eisini sum felag fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tá vit skulu spæla í Evropa, sigur Jákup á Borg við FM1. - Eg lúgvi, um eg ikki sigi at hetta hevur ávirkað okkara fyri­reikingar. Vit valdu ikki at venja til vit høvdu tikið tvær koronaroyndir, so vit hava vant fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Í samrøðuni minnist Jákup á Borg eisini aftur á dyst­ir­ nar móti St Joseph’s í 2018. Teir endaðu báðir 1-1, men B36 kom víðari við at vinna brotssparkskapping á Gibral­ tar. Talan bleiv um eitt ævin­ týr av einum summari, tí B36 kom eisini víðari móti Tito­ grad og endaði við at spæla móti turkiska stórfelagnum, Be­sikt­as. Korona áviraði fyri­reikingarnar hjá B36 Eg halvi følt skuldarkenslu, hóast eg ikki hava fingið smittuna við vilja. Serliga havi eg følt skuldarkenslu mótvegis B36 hópinum, tá ivi var um teir sluppu avstað til Gibraltar