Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 11 U m vikuskiftið fór íslendski Karol Matu­ szew­ski saman við øðrum ein siglitúr runt Føroyar. Tá upplivdi hann nakað løgið, sum fáur hevur upp­livað, og sum hann nokk ongan­tíð fer at gloyma. Hann kom til Føroya fyri tveim­um vikum síðani, og tá møtt­ist hann við einum øðrum íslend­ingi, sum er komin hendan vegin við einum vøkrum Colin Archer báti, sum hevur navn­ið Björg. Teir skuldu sigla saman, men so fekk báturin motor­ trupul­leikar, og teir máttu fáa hann gjørdan í stand aftur. Teir hittu so nakrar før­oy­ ingar, og teir endaðu so við at fara ein túr kring oyggjarnar - einir fimm bátar í felag í tvær nætur. Karol og ein annar fóru avstað við einum lítlum báti. Sóu okkurt løgið Sunnumorgunin sigldu teir út fyri Oyndafjørð, Fuglafjørð og Leirvík, og onkrastaðni har sóðu teir nakað, sum teir ongantíð høvdu roknað við at komið fram á. – Tað var mjørki, stilli og harð­ur streymur, soleiðis at bát­ur­in fór við streyminum. Eg var á dekkinum allatíðina, so eg royndi at hyggja rundan um okkum fyri at síggja, um okkurt sker ella aðrir bátar vóru nærindis, fortelur Karol Matus­ zewski. – Knappliga so sá eg tað. Beint framm­an fyri bátinum sá eg ein mása, sum stóð á onkrum og át okkurt. Tað fyrsta, eg hugsaði var, at tað var eitt sker. Vit funnu skjótt út av, at vit vóru so mikið langt frá landi, at tað mátti vera okkurt annað. Kundi tað vera ein deyður hvalur? Vit fóru so nærri og kannaðu málið, greiðir Karol frá. Hevði ikki væntað tað var ein kúgv Teir sóu so, at tað var ein kúgv, og tað høvdu teir ongantíð roknað við. Kúgvin var deyð, og Karol sigur, at hetta var púrasta surrealistiskt at síggja. – Eg hevði ongantíð væntað, at tað var ein kúgv. Tað var nakað av einum upplivilsi, sigur Karol Matuszewski. Tað sá út sum, at kúgvin var tætt við at eksplodera, og teir nurtu ikki við kúnna. Teir hava onga hóming av, hvussu kúgvin var endað á sjónum. Tað kann vera, at hon er dottin oman og síðani er rikin við streyminum. Ein fantastiskur túrur Karol Matuszewski sigur, at upp­livilsi við kúnni var bara eitt av fleiri upplivilsum, hann hevur hevði á hesum túrinum. Ís­lendingarnir høvdu ein góðan og minniligan túr saman við hin­ um føroyingunum. – Aftaná eitt so fantastiskt viku­skifti við øllum hasum før­ oy­ingunum, sum vit sigldu við, var hetta bara ein partur av søguni. Takk til øll tey, sum vóru við, fyri ein fantastiskan túr, sigur hann og vísir á føroyska gesta­blídni og alla hjálpina, teir fingu frá føroyingum. – Takka verið teimum hava vit sæð Føroyar frá einum heilt øðrvísi og serstøkum per­spek­ tivi. Óútrokniligt og ring veður­ lík­indi, men óbeskrivandi nøkur náttúra, sigur Karol Matus­ zewski. FUNNU DEYÐA KÚGV FUNNU DEYÐA KÚGV FLÓTA Í SJÓNUM FLÓTA Í SJÓNUM – Eg hevði ongantíð væntað, at tað var ein kúgv. Tað var nakað av einum upplivilsi, sigur íslendski Karol Matuszewski Her sæst kúgvin flóta í sjónum (Mynd: Karol Matuszewski) Teir sigldu kring oyggjarnar í tveir dagar, og hetta var ein fantastiskur túrur, fortelur Karol Matuszewski (Mynd: Karol Matuszewski)