hósdagur 20. august 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
12
ÁKI BERTHOLDSEN
– Hetta loypur í eyguni.
Tað heldur Lovisa Petersen
Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd. Vit hava tosað
við hana um tølini fyri, hvussu
nógv verða tikin fyri at koyra við
HETTA
HETTA LOYPUR
LOYPUR
Í EYGUNI
Í EYGUNI
Eg haldi, at hetta vísir, at
okkurt er hent, men eg fari
ikki at geva koronu skyldina
fyri tað, sigur stjórin í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
kenning, og sum vit endurgeva í
hinari greinini her á síðuni.
Hon vísir á, at tølini í Føroyum
sveiggja nógv, tí viðurskiftini
eru so smá.
Hon heldur, at ymsar orsøkin
kann vera til broytingina.
– Tølini kunnu verða eina
ábending um, at løgreglan hevur
gjørt meiri burtur úr at kanna
ferðsluna í fjør og higartil í ár.
Samstundis er talið á bilum
eisini hækkað. Men talan kann
sjálvandi eisini vera um, at talan
er um ein veksandi trupulleika,
sum heild, leggur hon afturat.
– Sjálv vænti eg, at talan
er um eina samanrenning av
fleiri orsøkum, men tað loypur í
eyguni, at talið fyri fyrra hálvár
í ár er væl størri enn tað er fyri
fyrra hálvár í fjør, sigur Lovisa
Petersen Glerfoss.
Tað eru ábengingar um
eina órógvandi gongd, at tølini
hækka so nógv, heldur hon.
– Heldur hendan gongdin
fram, verða tað upp ímóti 150
bilførarar, sum verða tiknir fyri
at koyra við kenning í ár og tað
er væl fleiri enn í fjør.
Hon vísir á, at alt árið í fjør
hendu fimm ferðsluóhapp, har
fólk skaða og har rúsdrekka
var uppi í. Men tølini vísa eisini,
at longu fyrra hálvár í ár hava
fýra óhapp verið har fólk fingið
skaða í ferðsluóhappum, og har
rúsdrekka hevur verið upp í.
– Sostatt kunnu vit vænta, at