Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 13 Ár 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2019 2020 Tikin tilsamans 117 105 107 117 70 75 120 63 74 Óhapp v. fólkaskaða 5 8 4 3 6 2 5 3 4 Óhapp u. fólkaskaða 24 19 18 23 15 7 20 10 14 Tikin á hjólum 88 78 85 91 49 66 95 50 56 FYRRA HÁLVÁR FYRRA HÁLVÁR ÁKI BERTHOLDSEN R úsdrekkakoyring sær út til at vera ein veks­andi trupulleiki í Før­oyum. Tað vísa hag­tølini hjá løgregluni fyri, hvussu nógvir bilførarar verða tiknir við róðrið, hóast teir eru ávirkaðir av rúsdrekka, ella av rús­evnunum og heilivági. Frá 2013 til 2016 var talið á teim­um, sum vórðu tikin fyri at koyra við kenning, rættiliga støðugt, og tað lá ímillum 105 og 117 bilførarar um árið. Men síðani fall talið brádliga rætti­liga nógv og í 2017 og 2018 vóru ávikavist 70 og 75 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, ella væl færri enn árini frammanundan. Men í fjør hendi aftur ein rætti­liga stór broyting, tí tá vóru heilir 120 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning. Og tølini higartil í ár benda ikki á, at støðan batnar, heldur tvørtur ímóti, tí fyrra hálvár í ár eru longu 74 bilførarar tikn­ir fyri at koyra ávirkaðir av rús­drekka, ella rúsevnum, ella av heilivági. Tey flestu av teimum, sum verða tikin, verða tikin á hjól­ um, sum løgreglan plagar at kalla tað. Tað merkir, at tey eru tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, har bilar verða steðg­aðir og kannaðir. Men fleiri verða eisini tikin í sam­bandi við óhapp. Í árunum frá 2103 til 2016 vórðu ímillum 22 og 29 av bilførarunumm sum vórðu tiknir fyri at koyra við kenning, avdúkaðir í sam­ bandi við ferðsluóhapp ella van­lukkur. Og í 3 til 8 førum var talan um óhapp, har fólk fingu skaða. Í 2017 vórðu seks óhapp, har fólk fingu skaða og 15 óhapp, har eingin fólkaskaði var. Í 2018 vóru tvey óhapp við fólka­skaða og sjey óhapp vóru, har eingin fólkaskaði var. Men í 2019 vóru heili 20 óhapp har eingin fólkaskaði var, og fimm óhapp við fólka­ skaða. Hendan talvar vísir, hvussu gongdin hevur verið hesi seinastu árini. Og hon vísir eisini, hvussu gongdin hevur verið fyrra hálvár í ár aftur ímóti fyrra hálvári í fjør. Og tølini benda á, at rúsdrekkakoyring er ein veksandi trupulleiki Rúsdrekkakoyring er ein veksandi trupulleiki Í fjør vórðu nógv fleiri tikin fyri rúsdrekkakoyring enn í 2018 og tølini higartil í ár síggja heldur ikki gott út talið í ár verður væl hægri enn í fjør, sigur stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslu­trygd hevur fingið at vita frá løgregluni, hóast tølini eru ógvuliga smá, tykist tað sum um at tað er eitt veksandi tal av fólki, sum koyrir undir ávirkan av rúsevnum. Men nógv tann størsti parturin er framvegis bil­førarar, sum eru ávirkaðir av rús­drekka. Gevur ikki koronu skyldina Í ár hava vit verið í eini heilt serligari støðu, tí í eini roynd at forða fyri, at fleiri fólk fóru at fáa koronu, varð nógv virksemið í landinum skert. Eitt nú lótu skeinkistøðini aftur klokkan tvey um náttina eitt langt skifti í vár, ístaðin fyri klokk­an fýra, sum tey plagdu. Og tá vóru tað summi sum stúrdu fyri, at hetta fór at elva til meiri rúsdrekkakoyring. Tey stúrdu nevniliga fyri tí nú fór tað aftur at vera sum í gomlum døgum, har fólk ikki sluppu at sita innan­dura og drekka, og tískil varð barrin flutt út í bilin, sum síðani vórðu rullandi vertshús. Hesin vandin varð eisini um­ røddur á løgtingsins røðarapalli í vár, tá ið hjálparpakkarnir í sam­band við koronu vórðu við­ gjørdir. Men Lovisa Petersen Glerfoss heldur, at tað er alt ov tíðliga til at koma til eina slíka niðurstøðu. – Enn er grundarlagið er ov veikt til at koma til eina slíka niður­støðu, so eg fari ikki at geva koronu-tiltøkunum skyldina fyri gongdina sigur hon. –  Men kortini haldi eg, at tøl­ini tala eitt týðiligt mál um eina keðiliga vend, leggur hon afturat. Kann vera langt ímillum orð og gerðir Annars hevur Ráðið Fyri Ferðslu­trygd gjørt eina kanning, sum vísir, at føroyingar hava ein heilt greiðan hugburð til rús­drekkakoyring, tí heili 92 prosent av fólki halda ikki, at rúsdrekka kann góðtakast og onn­ur seks prosent halda, at bil­ førar­ar skulu helst ikki koyra við kenning. Samstundis eru tað eini 85 prosent, sum eru heilt vís í, at vistu tey um onkran, sum ætlaði at koyra við kenning, høvdu tey roynt at forða fyri tí og onnur 13 prosent vænta at tey høvdu roynt at gjørt okkurt við tað. Men Lovisa Petersen Glerfoss heldur, at eitt er, hvat fólk siga, og eitt annað er, hvat gera. – Tá ið tey standa í støðuni, er tað ikki vist, at tey vísa tað í verki, sum tey annars halda at tey áttu at gjørt sigur hon. Tað er ein munur á hugburðinum og á at­burðinum, leggur hon afturat – Vit vita, at bilførarar koyra við kenning og vit vita eisini, at rúsdrekka er ofta uppi í tá ið álvarslig óhapp, og vanlukkur henda. Ovast á ynskilistanum Annars saknar hon neyvari hagtøl í hesum sambandi, eitt nú, sum vísa nær á samdøgurinum, at løgreglan kemur fram á rús­ drekka­koyring. Hon sigur, at Royndir aðra­ staðni vísa, at nógv, sum verða tikin, verða tikin dagin eftir at bilførarin hevur verið í býnum, tí hann fer ov tíðliga í bilin, áðrenn tað er runnið av aftur. At fáa neyvari hagtøl um álvarslig ferðsluóhapp og van­ lukkur, hevur leingi staðið fremst á ynskilistanum hjá teim­um, sum arbeiða við ferðslu­trygd. – Vit hava ikki nóg góð hagtøl, sum lýsa óhapp og vanlukkur. Ein trupulleiki er at fáa hagtøl frá sjúkrahúsum, løgregluni, Lands­verki, og øðrum, sett saman til eina heild. Ein forðing fyri tí, er spurn­ ingurin um hvat persónligir upp­ lýsingar kunnu brúkast til og tað er eisini ein spurningur um at fáa tey sett í ein samanhang. – Vit sakna eisini eina skaða­ nevnd, sum kann greina álvars­ lig óhapp og vanlukkur út í æsir, at vit vita, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk. – Tað er eisini fyrsta tilmælið í nýggju ferðslutrygdarætlanini, sum varð gjørd í 2019, sigur Lovisa Petersen Glerfoss. Tí vónar hon at tey fáa polit­ iska undirtøku fyri tí, so at tað kann verða sett í verk. – Tað er eitt gamalt ynski hjá okkum – og einaferð vinnur tað frama, leggur hon afturat. Tað eru ikki so fá, sum koyra við kenning, hóast næstan hvørt einasta menniskja heldur, at rúsdrekkakoyring kann ikki góðtakast. Tað er munur á hugburði og atburði, sigur stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd