Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 14 ANNIKA KUNOY IM K oronafarsóttin hevur broytt umstøðurnar hjá teimum flestu. Soleiðis er eisini á dag­stovnunum kring landið, har leiðarar og starvsfólk nú skipa seg øðrvísi, enn tey gjørdu tíðina fyri korona fyri at fylgja vegleiðingini frá myndug­leik­ unum. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, greiðir frá, at tað er upp til einstøku kom­munurnar at leggja inn­ koyringina hjá teimum minstu í vøggustovunum til rætt­is soleiðis, at hon verður gjørd á rættan hátt og fylgir veg­ leiðingini á bestan hátt. Innkoyringin kann vera ymisk í dagstovnunum í kom­ mun­un­um og eisini ymisk frá kom­munu til kommunu, greiðir hann frá. – Innkoyringin skal í størst­ an mun tilber fylgja veg­leið­ing­ unum, sum stovnarnir fingu í mai mánað, og tað kann vera stødd og innrætting av stovni, sum avger, hvussu ein inn­ koyring verður skipað, sigur hann. Hann greiðir víðari frá, at tá børnini, sum fóru í 1. flokk høvdu fyrsta skúladag fyrr í viku­ni varð ikki mett, at tað var ráði­ligt at fylgja tilmælunum um, at foreldrini ikki sluppu við. Tí kann ein eisini ímynda sær, at trivnaðurin hjá barninum verður tikin framum almennu ráð­ini, tá børn skulu byrja í vøggu­stovu fyri allar fyrstu ferð. Tó so leggur hann aftrat, at hetta ikki er nakað, sum Kom­ mu­nu­felagið hevur gjørt eina felags mannagongd fyri, tí at tað eru staðbundnu viðurskiftini – starvs­fólkahópur og fysiskir karmar – sum avgera, hvussu tað verður gjørt frá stað til stað. – Tað er trupult at gera felags reglur, tá umstøðurnar eru so ymisk­ar, sigur hann. – Teir einstaku stovnarnir venda sær til kommunurnar. Hev­ur man ivamál, so vendir man sær til koronaráðgevingina, sigur hann. Tórshavnar kommuna Í Tórshavnar kommunu verður mælt til, at innkoyringin hjá teimum minstu verður gjørd so natúrliga, sum til ber. Starvs­ fólkini á einstøku stovn­unum eru tilvitað um tann tørvin, sum børnini hava, og vit hava vit lagt okkum eftir at royna at gera inn­koyringina so natúrliga, sum møgu­ligt, soleiðis, at tað gerst á ein tryggan og góðan hátt, sigur Beinta Dalbø, leiðari á barna- og ung­dómsdeildini í Tórshavnar kom­munu. – Hetta er ein trupul tíð, men yvir­skipað hava vit sagt, at for­ eldur, sum koyra børn á stovn fyri fyrstu ferð, eru undantikin til­mælunum. Hetta fyri at tryggja eina góða innkoyring. Tað er torført at krevja, at allir stovn­arnir skulu gera eftir til­ mæl­inum, og vit vilja fylgja teim­um í tann mun tað ber til, sigur hon. Hon greiðir eisini frá, at í Tórs­havnar kommunu er, sum Eyðun Christiansen, stjóri í Kom­ munu­felagnum, eisini nevndi, ymiskt frá stovni til stovn, tí um­støðurnar á stovnunum eru ymiskar. Á summum stovnum í kom­mununi verður tildømis kravt, at foreldur, sum koyra børn­ini inn eru í masku. Eisini verður mælt til, at tað er eitt for­eldur, sum stendur fyri inn­ koyringini. Klaksvíkar kommuna John Færø, trivnaðarstjóri í Klaks­víkar kommunu, sigur, at kommunan hevur havt fleiri fundir við leiðararnar á dag­ stovnunum, har inn­koyr­ingin hevur verið løgd til rætt­is, og hóast eingin felgas leistur er niðurskrivaður, eru stovns­ leiðar­arnir samdir um, hvør manna­gongdin skal vera. Ann Mari Kjølbro, leiðari í Barnahúsinum Margit í Klaks­vík, sigur, at Klaksvíkar kom­muna seinastu tvær vikur­nar hevur brúkt eina til­ meld­ingarskipan, og leiðararnir á ymisku stovnunum hava tí vitað, hvussu nógv børn komu hvønn dag í vikuni. – Tað hava verið fá børn á stovni, og tí hevur man eisni brúkt hesar vikunar til inn­koyr­ ing, sigur hon. – Tað hevur verið ymiskt á ymisku stovnunum, men sum heild hava fundir verið við eitt foreldur í senn í, og so hevur man eisini verið úti í tann mun, tað hevur borið til, sigur hon og leggur aftrat, at leiðslu­ toymið hevur brúkt koronu­ ráð­gevingina nógv seinasta hálva árið og ráðført seg har Nú summarfrítíðin er av, eru tað fleiri lítil børn, sum skulu byrja í vøggustovu ella í dagrøkt fyri fyrstu ferð. Tíðin, tá barnið lærir nýggju umstøðurnar, starvsfólkið og hini børnini á stovninum at kenna, verður vanliga kallað innkoyring. Innkoyringin er í tøttum samstarvi við stovnin og tekur vanliga eina ella tvær vikur, har foreldur og børn vitja nýggja stovnin og barnið spakuliga venur seg við umstøðurnar og gerandisdagin á stovni DAGSTOVNARNIR DAGSTOVNARNIR SKIPA INNKOYRINGINA SKIPA INNKOYRINGINA HJÁ TEIMUM MINSTU HJÁ TEIMUM MINSTU HVØR SÆR HVØR SÆR Eyðun Christiansen Ann Mari Beinta Balbø