hósdagur 20. august 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
15
um, hvussu stovnarnir kunnu
brúkast best og á tyggast hátt.
– Er barnabólkurin stórur,
hava vit skipað okkum soleiðis,
at tað ikki eru nógv inni á stovu
ni samstundis, so bólkarnir
verða minni, men innkoyringin
er tó altíð í stovuni, sum barnið
skal ganga í, og annað foreldrið
er altíð við, staðfestir hon.
– Tankin er at hugsa um
smittuspjaðing. So vit vilja
heldur gera reint aftana, um
tað er blivið ov nógv. Vit mugu
vera menniskjalsig í okkara
faki, sigur hon og leggur aftrat,
at tey hvørki krevja maskur ella
negativar koronaroyndir frá
foreldrum, sum eru við í inn
koyringini.
– Men eru nøkur smátekin
upp á sjúku, so skulu tey ikki
koma, sigur hon.
Runavíkar kommuna
Í síðstu viku tók Runavíkar
kommuna
avger
um,
at
stovnarnir í kommununi skuldu
avgreiða innkoyringina hjá
teimum minstu á dagstovnunum
soleiðis, sum tað passar best á
ymisku stovnunum.
– Tað var umráðandi, at eingin
stegður kom í innkoyringina á
hesum sinni. Tá koronasmittan
legði samfelagið lamið í vár,
vóru stovnarnir stongdir mitt
í innkoyring, og so varð neyð
ansing til tey, sum høvdu tørv á
tí, og síðani byrjaði alt spakuliga
aftur. Tað gekk long tíð hjá
teimum, sum vóru so óheppin
at skula byrja á stovnu tá, sigur
Jákup Foldbo, trivnaðarleiðari í
Runavíkar kommunu
– Tað er umráðandi fyri
okkum, at foreldur tí sleppa at
koyra børnini inn í góðari tíð,
og tí gera vit tað soleiðis, at
dagstovnarnir, um tað ber til,
loyva einum foreldri við inn,
tá tey vitja stovnin, sum liður
í innkoyringini. Men vit heita á
foreldrini at hava eina rímuliga
nýggja váttan fyri, at tey eru
negativ fyri koronu.
Tað eru tó ikki allir stovnarnir
í Runavíkar kommunu, sum
loyva foreldrunum inn á
stovuna við barninum, tá inn
koyringin er.
– Har koma foreldur inn og
fáa sær kaffimunn í einum rúmi,
sum er beint við stovuna, sum
barnið er í, soleiðis at barnið
kann leita aftur til foreldrið, um
tað er tørvur á tí, sigur hann.
– Á hendan hátt kann barnið
leita sær aftur til ta tryggu basu
na, sum er foreldrið og barnið
veit, at tað er í nánd. Vísir tað seg
seinni, at hetta ikki er nokk, so
má man taka tað upp aftur, sigur
trivnaðarlieðarin í Runavíkar
kommunu.
– Har havi eg sagt við leiðar
arnar, at teir mugu meta um í
einstøku førunum og gera tað,
sum riggar. Og børnini eru fallin
rímuliga væl til kortini, sigur
hann og leggur aftrat, at gerst
hetta ein størri trupulleiki, ella
verður barnið ótrygt, so verður
tað broytt. Eru foreldrini stúrin,
mugu tey tosa við starvsfólkið á
stovnini, og námsfrøðingarnir á
stovuni síggja, um barnið trívist
Hann greiðir víðari frá, at
kommunan hevur valt at gera á
sama hátt, sum áðrenn summar
frítíðina, hóast tey hava hoyrt
frá onkrum foreldri, at tey
ynskja at koma longur inn á
stovnin í innkoyringsperioduni.
– Hetta er ein nýggj støða, og
skulu allir stovnarnir í kommun
uni gera á sama hátt, so má
koyrast eftir strangasta prin
sippi, sigur hann.
– Vit royna bæði at hugsa um
ta tryggu innkoyringina og tey
læknaligu tilmælini, sum vit
hava fingið. Vit royna at sigla
millum skerini, sum frægast.
Nú skulu vit læra at liva við, at
korona er her, tað er ikki víst, at
tað hvørvur, leggur hann aftrat.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Jákup Folbo