Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 17 Søgnin um Marmennilin M armennil er lík­ ur fólki, men er í stóran mun minni í vakstr­ar­ lagi – men fingrarnir eru langir. Hann livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini. Verður hann krøktur, er hann so handafimur, at hann klár­ar at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp undir borð, sum annar fisk­ ur, og tikin inn í bátin. Ta einu ferðina, ið hann fekst við at gera síni skálkabrøgd á botninum, gekst honum illa í hond, tá ið hann ætlaði sær at taka um endan á snøri Anfins bónda, úr Elduvík, og seta fast í botn, men í tí sama brá An­ finnur sær við og krøkti mar­ mennilin í aðra hondina. Við aðrari hondini kláraði mar­mennilin ikki at gera seg leysan og fáa teymin av snør­ in­um, og tískil varð hann drigin upp, krossur ristur fyri hann, og hann varð fluttur til lands. Anfinnur hevði hann í varðveitslu hjá sær í árninum og mátti hvørt kvøld minnast til at rista kross fyri øll fýra hornini á árninum, har hann sat. Ikki vildi hann eta annað enn øgn. Tá ið teir fóru til útróðrar, høvdu teir marmennilin við sær, men ikki máttu teir gloyma at rista kross fyri hann, tá ið hann var komin inn í bátin. Róðu teir yvir fiskatorvu, settist hann at læa og spæla í bátinum, og kastaðu teir tá nið­ ur, treyt ikki at fiska – og helst tá ið hann drap fingurin nið­ur í sjógvin. Anfinnur hevði mar­ mennilin hjá sær í langa tíð. Ein dagin var nógv brim, tá ið teir flotaðu bátin at fara til útróðrar, og tá gloymdu teir at rista kross fyri hann í bátinum. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, smoygdi marmennilin sær fyri borð, og sum vera mundi sást hann ikki aftur. mell­in á húkin og dróg hann upp. Sum so mangan í gomlum sagn­ um, so var eitt at gera: at rista kross fvri marmennilin, so eina fekk tamarhald á honum. Anfinn bóndi hevði hann við sær heim og hevði hann hjá sær í eitt ár. Hann var altíð við á útróðri og tað vísti seg, at hann visti væ, hvar fiskur var at fáa. Smíltist hann og sang var fiskur undir bát­inum. Men tann eina dagin hevði bónd­in skund – gloymdi at risya kross fyri marmennilinum, og so smeyg hann sær yvir borð og hvarv. Tað er hendan søgnin, sum hev­ur eggjað fólki í Elduvík og við tilkmýti til bygdina at fara und­ir verkætlanina, sum verður av­dúkað leygardagin. Rodmundur Nielsen, fyrr­ver­ andi borgarstjóri í Runavík, er ein av teimum, sum hevur staðið fyri verk­ætlanini. Ætlanin var, at standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, hevur gjørt, skuldi avdúkast í fjør. - Men tað dróg ov langt út á heystið. Ætlnin var so at gera tað tíð­liga í ár, men tær umstøður, sum landið kom í, hava gjørt, at hetta ikki er fyrr enn nú, sigur Rod­mundur Nielsen. Stórur dagur í Elduvík Í morgin verður so tann stóri dag­ ur­in í Elduvík. Standmyndin, sum altso Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt, verður avdíkað, men har har verður nógv ymiskt á skránni. Standmyndin er staðsett við Vambaklett vestanfyri ánna, sum renn­ur gjøgnum bygdina. Har er stórt fyrireikingararbeiði gjørt. Listamaðurin fekk fríar hendur og Høgni Kastalag, arkitektur, hev­ur eisini verið við at gera økið, har standmyndin fer at standa, við­komandi fyri listaverkið. Standmyndin hevur verið ávegis í eina tíð. Ætlanin var at krøkja haldið í ment­anarvikuna hjá Runavíkar komm­unu, men tað miseydnaðist bæði í fyrru og í seinru syftuni – og nú mentanarvikan er flutt til apríl mánaða 2021 – var hildið, at rætt­ast var at fremja avdúkingina nú, meðan myndahøggarin eisini er í landinum og vitjar, sigur fyri­ reik­ingarnedvndin. Umframt at standmyndin verð­ur avdúkað eru eisini onnur tiltøk á skránni. Bæði Kata, Lena og Niklas og Hallur Joensen fara at syngja og spæla og sluppin Jóihanna verður á víkini, har hon fer at sigla við fólki. Borgarstjórin í Runavíkar komm­unu, Torbjørn Jacobsen, verð­ur til staðar umfram sjálvandi núliv­andi Anfinn, bónda í Elduvík. Hátíðarhaldið í Elduvík verður klokkan 15 í morgin. Her skal standmyndin vera Bygdarfólkið stendur aftanfyri