Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 Kveistra havnarborgarar burtur – til frama fyri útlendska kapitalistafyritøku Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970 15. august 1970: Uppskotið um at kveistra neysta­eig­ar­ar burtur til frama fyri at super kap­i­ talist­a­fyri­tøk­an ESSO skal fáa loyvi til at byggja olju­ tang­ar o. a., varð sam­tykt á seinasta bý­ráðsfundi E in meiriluti í býráðnum hevur nú samthykt, at mæla til at oljufelagið ESSO fær byggiloyvi til olju­tangar o. a. á Viðarnesi. Hetta hendi á býráðsfuni seinasta hós­ kvøld. Málið hevur elvt til nógv kjak, og tað hevur tikið nógvum bý­ráðs­lim­um drúgva tið at gjørt sær greiða støðu í málinum. Fyri um­leið mánaði síðani var málið um byggiloyvi til ESSO útsett tævr ferðir í kassanevndini síð­ani seinasta býráðsfund, og hev­ur nevndin bytt seg í tríggjar minn­i­lutar. Minnilutin Jona Henriksen, Javn­að­ar­ flokkurin, skjeyt upp, ikki at hgeva byggiloyvi. Annar minnilutin, Sigfried Skaale, Fólkaflokkurin, og Petur í Gong, Óli Frits Jocobsen og Børge Persson mæltu til, at byggi ikki var játtað, men at býráðið tók upp ting­ing­ar við ESSO um at nýta øki uppi á Boðanesi. Trkiðji minnilutin Peter F. Christiansen og Jarl­strand Dan­berg úr Sambandsflokkinum Han­us við Høgadalsá og Ólavur Mich­elsen úr Tjóð­ veld­is­flokk­i­num, Petur Christiansen úr Fólka­flokk­inum og Kjartan Mohr mæltu til at geva byggi­loyvi til tangar o. a. og at neystini skulu takast burtur so skjótt sum tangarnir eru fyltir. Nógv kjak Tað stóðst nógv kjak av hesum máli á seinasta fundi, eins og tað gjørdi á fyrra fundinum. Sigfried Skaale setti borgarstjóranu,m fyri­spurning um, hví hann ikki hevði meldað ESSO til politiið, tí teir bygdu uttan byggiloyvi. Til hetta svaraði Hanus við Høg­a­dals­á, at ESSO uppfataði sátt­mál­an soleiðis, at teir høvdu longu fingið byggiloyvi. Hetta helt Petur í Gong vera eitt løg­ið svar, tí sum hann segði at tað var ikki vanligt, at býráðið fann seg í tí­lík­um svari, tá hetta kom frá ein­um vanligum borg­ara í Hav­n­ini. Men jú er talan um eina pen­ ing­a­sterka útlendska fyri­tøku, og kanska orsøkin til at ar­beiðið ikki var stegðað at »onk­ur« er við í bygg­ingini. »Besdver« av Petur í Gong. Tað var Kjartan Mohr, sum eftir hesi orð tók orðið og segði, at teir al­tíð høvdu havt »besver« av Pet­uri í Gong og kallaði hetta ein ó­mot­i­veraðan spurning. Kjartan Mohr upplýsti, at Tórshavanr Skipa­ smiðja byggir tangarnar fyri ESSO, og fegnaðist hann yv­ir, at arbeiðið kundi verða gjørt av føroyskum handverkarum. – Vit bygdu eisini tangarnar fyri SHELL, segði Kjartan Mohr. Um sína støðu til neystini, segði Kjartan Mohr, at hann var besti neysta- vinmannamaður. Neystaeigarar priviligeraðir Ólavur Michelsen, sum var møtt­ur fyri Pól Hansen, spurdi, hvørji for­pligtilsir býráðið hevur fyri neyst­a­eigarunum og helt, at teir sum høvdu hesi neyst, er ein priv­i­ligeraður minniluti av havn­ar­ borgarum. Neystaeigarar eru borgarar í komm­ ununi, og tað eru teir sum hava valt okkum inn í býráðið, og tað eringin grund fyri,at teir skulu lúta fyri útlendskari kap­ i­tal­ist­a­fyritøku, segði Petur í Gong í stvari sínum til Ólav Mich­el­sen. Ikki banging fyri ESSO Jona Henriksen mælti til, at upp­skot hennara um at sýta ESSO byggiloyvi varð samtykt og segði, at hon í hvussu var ikki var bang­in fyri ESSO. Um upp­skot­ið hjá minnilutanum Petur í Gong og fleiri segði Jona Hen­riksen, at hetta líkaði henni ikki, tí tað vlá alt ov næar Havnini. Hesir runnu undan Tjóðveldismenninir, Hanus við Høga­ dalsá og Ólavur Michelsen, sam­ bandsmenninir Petur F. Christ­i­ansen og Jarlstrand Da­nberg, fólkafloksmaðurin Petur Christ­i­an, og Kjartan Mohr. Hesi seks vóru teir, sum atkvøddu fyri at ESSO skuldi fáa bygg­i­loyvi tl oljutangar o. a. á Við­ar­nesi. Hóttan? Niðanfyri prenta vit orðaljóðið í fjar­ ritunum frá ESSO til býráðið, so kunnu fólk sjálvi emta um hetta er hóttan ella ikki: »Dansk ESSO's ledelse har drøft­et forholdene vedrørende tang­byggeriet ved Tórshavn. Man forventger, at byrådet op­ fylder sin kontraktmæssige for­pligt­else og giver tilladelse til tank­byg­geriet ved byrådsmødet den 13. ds. Det bør gøress klart for by­rådet, at Dansk ESSO ikke føle sig forpligtet til eller ind­stil­let på, at yde erstatning for fjern­else af bådehuse, såfremt disse skulle være årsag til at tilladelsen ikke gives. Såfremt det ikke den 13. ds fore­ligger en klar tilkendegivelsee om en tilladelse, vil vi træffe for­an­stalt­ninger til at stoppe byg­ geriet, samt søge juridisk bistand itl opgørelse av vort er­statn­ings­krav.« Eldri mynd av oljutangunum á Viðarnesi