Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 19 Fyrstu næmingarnir farnir í skúla Mánakvøldið møttu næmingarnir fyri fyrstu ferð í eftirskúlanum Brúnni í Skálavík. S kúlin heldur til í Deplinum í Skálavík, sum Ejler Jacob­ sen, reiðari, læt byggja. Depilin hevur higartil verið nýttur til ferðavinnu, men nú hevur familjan gjørt av at stovna ein kristnan eftirskúla sa­ an við øðrum, sum skal hava til húsa í bygninginum. Móttøka var á skúlanum mána­kvøldið fyri næmingum og for­eldrum – avmarkað luttøka í hesum koronutíðum, men um­ støð­urnar loyva, at tað bar væl til at halda eina móttøku við talum, mati og sangi – í frástøðu. Jenis av Rana, mentamála­ráð­ harri, var komin til hátíðarhaldið, og hann helt røðu, har hann fegn­aðist um ta stóru hending, at vit endiliga hava fingið ein kristn­an eftirskúla í Føroyum. Hann nevndi millum annað, at í 2000 kom kristna útvarpsstøðin Lindin. Í 2010 kom kristni frískúlin í Kelduni í Skálafirði, og í 2020 kom hesin kristni eftirskúlin. Tað fegnaðist hann um. Hann legði dent á, hvussu týdn­ingarmikil skúlagongd er, og greiddi skemtiliga frá, hvussu illa hann tímdi at ganga í skúla, tá hann var ungur. Dugdi ikki at síggja seg sum akademikara, men hedd­ur at ansa seyði í Trongisvági. Men hann var hálvgum lump­ aður at fara til Danmarkar at taka stud­entaskúla upp á tvey ár, og har birtist áhugin fyri skúlaskapi. Hann fegnaðist eisini um tann fant­astiska ungdóm, sum var savn­aður her og ynskti teimum alt tað besta víðari á lívsleiðini. Eisini leiðarin á Skúlanum, Erika Niclansen, beyð næmingum og foreldrum vælkomnum. Hon hevur royndir frá kristnum eftir­ skúla í Danmark, men er fødd og upp­vaksin í Klaksvík. Hon sigur, at Brúgvin er eitt 10. floks­tilboð til ung í Føroyun, sum ynskja eitt øðrvísi ár saman við øðr­um ungum. – Høvuðsbreytir okkara eita #saman og #meining, har vit hyggja nærri at, hvussu samfelagið er samansett og hvussu vit saman og hvør sær kunnu geva okkara íkast. – Á Brúnni leggja vit dent á at vera saman, at mennast fakliga og sosialt; samstundis at næmingar fáa vinir fyri lívið. Skúlin byggir á kristin viðrir, og taka vit hædd fyri heila menniskjanum, sigur Erika Niclasen. Eftirskúlin »Brúgvin« í Skálavík: