Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 20 65 ár á mongum mótum TÓRBJØRN JACOBSEN Klaksvíkingurin á Toftum, Jó­ annes Hansen, Jóannes hjá Karst­ en í Svínoy, sum norðoyingar rópa hann, fyllir 65 ár í dag, harvið var hann borin í heim hin 19. august í 1955. Norðoyingar høvdu tá verið í heimsgitnum víggi ímóti landsins myndugleikum og danska stats­ valdinum í fleiri ár, men nú mak­ aði hann nakað, tað gekk spaku­ liga ímóti kyrrindum aftur. Sama dagin sum Jóannes kom inn í hendan heimin, andaðist hin væl­lýddi løgreglumaðurin Jaspur Leivs­garð í heimi sínum í Klaks­ vík – hann var bert 56 ára gamal. Jasp­ur var slektaður úr Hovi, og hevði røkt starvið sum polit­ist­ur á undirmannaðu støð­ini í býnum síðan krígsbyrjan í 1940. Klaks­vík­ ing­ar hildu, at lækna­stríðið hevði bitið fast í hann, tað sum var viður­farist neit hann. Ein mánaða seinri varð løgregluliðið styrkt mun­andi í Klaksvík, eftir at Rolf Krake, við 120 politistum umborð, legði at bryggju í býnum fyri at temja uppreisturin endaliga. Hó­ ast hesa buldrasligu byrjan í lív­in­ um kom hesin ungi alvin hjá Ragn­ hild og Karsten at vaksa upp und­ir tryggum korum og dyggari um­ sorg­an í býlinginum á Heygum. Ragnhild var slektað úr Heimi­ stovu í Svínoy og pápin, Karsten, sum upprunaliga var toftamaður, vaks upp har norðuri, eftir at mamman, ið var slektað úr Svínoy, var herviliga álopin av tuberklum og løgd inn á Sanatoriið í Hoy­døl­ um. Karsten róði fyri tað nógva út, og átti útróðrarbát saman við kenda politikaranum Poul Jac­ob á Dalinum, sum í mong ár um­boð­ aði Norðoya valdømi fyri Javn­að­ ar­flokkin. Tað kann vera órannsakiligt hvussu tvey menniskju verða knýtt í sama kervi. Báðumegin við mánaðarskiftið juni-juli, í 1968, vit vóru tá 12 ára gamlir, høvdu tvey skótalið gjørt av í felag at fara í summarlegu heima á Sandi. Skótalið Nólsoyar Páls í Klaksvík og skótalið Grím Kamb­ ans her í økinum. Gulir skót­ar. Tað gjørdist ein minnilig ferð, sum ongin okkara gloymir. Komn­ir suður brast hann á við ring­asta ódnarveðri – orkan - og tjald­ bard­unirnar hildu ikki – har fór alt í luft­ina. Vinsælir heima­sands­ menn lótu okkum gamla bygdar­ skúl­an at vera í, og eftir einar 2-3 dagar mak­aði hann vindin aftur, og vit livdu sum tað tilkemur skótum, tað ið eftir var av ferðini. Vit fjakk­aðu víða hesar dagarnar, m.a. gingu vit norður á oynna, har vit sóu hin kimiliga úrmælingin á rossa­baki, Zorro, gera ymisk kynst­ur og mong brøgd í Skopunar Bio. Tað merkisverda við ferðum av slík­um slagi er, at tú komst at kenna hesar dreingirnar og seinri menn­inar, eisini klaksvíkingarnar, heilt fram til hendan dag. Okkara vegir skiltust aftur, táið vit stigu fótin á bulvirkið á havn­arkei fyri norðurgangandi, og báðir gjørdu síðani barna- og realskúlan av okkum ávikavíst í Klaksvík og á Glyvrum. Ein dagin um hesa tíð­ina – í 1972 – hittust vit aftur í tún­in­um uttanfyri Kostdeildina og Stud­entaskúlan í Hoy­døl­um. Tá rann saman aftur, og vit komu at ganga í einum og sama flokki, har mang­ir aðrir, ser­stak­liga áhuga­verd­ir næm­ ing­ar, úr ymsum heraðs­horn­ um í landinum, við sínum ymsu brigd­um og bygda­ment­an­um, ríkaðu okkum tilveruna. Ein tíð sum ikki kann beskrivast – hon mátti upplivast – eisini tí at tíðin var sjáld­som – hetta var stutt eftir at ung­dómsbyltingin var farin um all­an vesturheimin, 5 ár eftir kendu røðuna hjá Rudi Dutschke um “Der Marsch durch die Institu­ tion­en”, og ungdómurin var vorðin meiri sjálvráðandi. Tíbetur. Hann legði ikki fingrarnar ímillum long­ ur, táið tað snúði seg um at taka lut í samfelagskjakinum. Mál­ stríðið, sum Jóannes eisini var ein ítøkiligur partur av, er besta prógvið um tað. Ungdómurin hevði gjørt seg sjálvan til part av sam­felagsskipanini – ein lut, sum myndug­leikarnir nú skuldu ansa sær fyri og taka fyri fult. Orðaskiftini vóru mong, ser­ liga við teir yngru lærararnar, og Jóannes helt seg ikki aftur. Longu tá sást, at hann var væl fyri, tá tað ráddi um søgu, poli­ tikk og samfelagsviðurskifti. Eft­ ir tíðina í Hoydølum valdi hann at gerast vikarur við Klaks­vík­ar skúla, og ta tíðina var hann eitt tíðarmál blaðstýrari á Norð­lýs­ inum, staðbundu avísini hjá norð­ oy­ingum. Hetta árið í heim­býnum gjørd­ist honum útbúgvingarliga eitt intermezzo, og longu árið eftir valdi hann at fara undir nám á Før­oya Læraraskúla. Tvey tey sein­astu árini av útbúgvingini gekk hann kortini á Emdrupborg, haðan hann gjørdist seminaristur í 1980. Síðan var hann kennari við Jakobskolen, ein kristin frí­skúli á Frederiksberg, árini 1980-84. Eftir tað hendi helst tað, sum vit aðrir longu høvdu væntað árini í Dalinum Fagra. Hann fór av nýggjum undir lest­ur við Lærda Háskúlan í Ró­ar­keldu, har hann vann sær magist­ araprógv í samfelagsfrøði og geo­ grafi í 1987. Eftir tað var hann á Studentaskúlanum við Gøtu­gjógv í eitt hálvt ár, áðrenn hann loysti Alfred Olsen av sum kommu­nu­ skriv­ari í Nes kommunu. Eftir tað lærdi hann aftur frá sær við Stud­entaskúlan í Eysturoy, men í 1995 legði hann leiðina til Oxford, Brooks Lærda Háskúla, har hann las um politikk og fjølmiðlar í eitt ár. Jóannes er giftur Sannu í Túni av Toftum, hon er útbúgvin og virk­andi ljósmóðir, og tey valdu at seta seg niður í heimbygd hennara, framvið Høganesvegnum, og hó­ ast vit hava havt ómetaliga trup­ ult at marka hann partapolitiskt, í so máta er hann ein rættur sfinx­ ur, so lat hann seg stilla upp til kommunuvalið í Nes komm­unu í 1992 - og varð valdur. Hann var afturvaldur í 1996, og gjørd­ist tá vara­borgarstjóri. Harvið hevði hann gjørt sína borgara­skyldu í um­boðandi fólkaræð­in­um. Lang­ abbi hansara í Svínoy, Símun Júst Jacobsen, var annars tingmaður fyri Sambandsflokkin fyri meiri enn hundrað árum síðani, kanska stavar áhugin haðani, kortini hava vit ikki hildið hann verið sam­bandsmann. Sum almennur politiskur viðmerkjari hevur hann gjørt nógv fyri at leggja tjúkkar og vælpolstraðar fendarar ímillum seg og partapolitiskar bindingar, men sum ein av framherjunum í málstríðnum í sjeytiárunum, skal hann helst roknast fyri at liggja í tjóðskaparliga felt­in­um, ið ynskir at Føroyar til eina og hvørja tíð skipa seg sam­felags­liga og politiskt á sama hátt sum hini norðurlendsku væl­ferð­ar­sam­ feløgini. Føðingardagsbarnið hevur ikki avmarkað lívið til professionella lutin sum kennari á miðnámi og rektari læraraskúlans einans. Áhuga­málini og ítrivini eru mong og fjølbroytt. Sum virkandi partur av brøðrasamkomuni var hann saman við Jógvani á Lakjuni, Árna Jacobsen, sála, Metu av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuel­sen og John í Skemmuni við til at stjórna útgávuni av “Nýggja Sangbók – Guds fólks”, ið er eitt trivaligt vælaverk við 1504 sálm­um. Eisini var hann part­ur av toyminum hjá Finnboga Ísak­ son, sála og táverandi løg­tings­ for­manni, tá søgan um Føroya løg­ting varð skrivað. Fremsta passiónin annars Nøvn