hósdagur 20. august 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
21
man vera fótbólturin. Sum ungur
leikti hann við KÍ, og saman við
einum góðum árgangi í Klaksvík
um tað mundið lógu teir væl fyri
– í broddi fylkingar. Gjørdust m.a.
føroyameistarar í unglingadeildini
í 1973. Hartil var hann við til at
gerast føroyameistari í hondbólti
í dreingjadeildini í 1970, tá Stjørn
an megnaði at vinna á vestmenn
ingunum í VÍF. Í dag er hann helst
betri kendur sum ítróttarskrivari
á Sosialinum/in.fo – kanska hin
drúgvasti í tíðarmáli av teimum,
sum yvirhøvur manna redaktión
irnar í landinum á tí mótinum
í dag. Fótbóltur, kappróður og
telving eiga hansara stóra áhuga,
hann hevur eisini skrivað árbøkur
um fótbólt og saman við Finni
Helmsdal, sála, skrivaði hann í
1997 bókina “Fótbóltslandsliðið –
í altjóða fótbólti í 10 ár.”
Alla hesa tíð hevur hann kort
ini verið í fullum starvi á Kambs
dali, men ein dagin í 2006 lýsti
Mentamálaráðið eftir rektara til
Føroya Læraraskúla, - Jóannes
søkti og fekk starvið. Hann var
sáttmálasettur í fimm ár við tí
setningi, at fáa í lag nýggjar lær
ara- og pedagogútbúgvingar og at
umskipa frálæruna soleiðis á skúl
anum, at færri fak og skeið vóru á
skránni um somu tíð. Setningurin
var longu avgreiddur í 2009, og
eftir at 5 ára setanarskeiðið var
lokið – í 2011 – valdi politiska valdið
at gera læraraskúlan til part av
Fróðskaparsetri Føroya, - soleiðis
gjørdist Jóannes Hansen seinasti
rektarin á Føroya Læraraskúla.
Hann legði nú leiðina inn á
Kambsdal aftur fyri at røkja gamla
starvið, sum bíðaði eftir honum í
farloyvistíðini.
Tá Norðoya Sparikassi varð
skipaður við umboðsráði etc., vóru
vit báðir Jóannes millum tey, sum
vóru vald at umboða Føroyar eyst
anfyri Djúpini í ráðnum. Seinri var
Jóannes valdur í nevndina, og hesi
seinastu árini hevur hann virkað
sum næstformaður hennara.
Á aðalfundinum seinast segði
hann seg frá, hann situr kortini
í ráðnum framhaldandi, men sig
ast má, at Sparikassin – nevnd og
stjórn - hesi seinastu árini hevur
megnað serstakliga væl at hildið
sær sjálvum flótandi, og væl tað,
serliga í mun til stødd stovnsins, í
eini turbulentari tíð hjá peninga
stovnum annars í okkara parti
av heiminum. Haldi meg vita, at
Jóannes hevur verið ein serstak
liga dyggur leikari á hesum liðn
um.
Táið føroyingar hoyra navnið
Jóannes Hansen nevnt, hugsa teir
flestu helst um valsendingarnar í
Kringvarpi Føroya. Umframt øll
tey mongu - handan leiktjøldini
- eitt valkvøld, eru tað serliga
journalistarnir Bergur Godtfred
og Johnsigurd Johannesen og val
serfrøðingurin Jóannes Hansen,
sum hava leitt okkum ígjøgnum
tann stóra spenning, sum øll sita
við kvøld sum hesi, táið løgting,
fólkating og bý- og bygdaráð
skulu mannast. Fólk hava trivist
stórliga við at hava teir tríggjar
javnaldrarnar á skíggjanum, og
teir hava skapt sær mikið álit
sum informantar, greinarar og
objektivir metingarmenn. Kom í
hesum viðfanginum at hugsa um,
at ein bók sum var nógv uppi og
vendi í hoydalstíðini var “Val og
valtøl 1906-1966” hjá Einari Waag,
hugsi at Jóannes dugdi dastið av
henni uttanat longu tá.
Heima á Sandi komu vit ikki
meiri í hóslag enn tað, at vit
vitstu um hvønn annan, fýra ár
seinri skeklaði í, og síðan hava
vit javnan hitst og samskift. Eru
menn forvitnir av lyndi – er altíð
rúm fyri meiri vitan í akkumul
atorunum. Antennurnar eru fyri
tað nógva uppi, og vantar onkur
køking, ella hongur onkur leysur
endi og flákrar í lotinum, í onkr
ari søgu í samfelagskjakinum, so
verður sligið uppá tráðin annað
hvørt inneftir- ella úteftir fjørð
inum - fyri líkasum at fáa kabal
una at ganga upp. Jóannes er
hugfarsligur maður, minnið er
sum á fíli, niður í minstu smá
lutir, retorikkinum bagir onki og
so kann hann eisini vera avbera
skemtingarsamur. Høvdið fung
erar. Væl. Er hann í tí góða lagn
um, rapa anekdoturnar úr honum,
serliga við politiskum innihaldi
úr Norðoyggjum, og tað eru júst
tær sum geva politisku søguni lív,
serliga hjá teimum, sum ikki vóru
uppi á døgum, táið hendingarnar
fóru fram. Kanska Jóannes, tá
hann fer frá fyri aldur, átti at sett
seg at skjalfest hendan partin av
mentan okkara. Tørvur er á hes
um.
Jóannes er sum sagt giftur við
Sannu, dóttir Maju og gitna marit
ima pionerin á Toftum - Júst í
Túni. Tey bæði eiga tvær døtur,
sum hava givið teimum fleiri
ommu- og abbabørn.
Við hesum fáu orðum fari eg
at ynskja føðingardagsbarninum
hjartaliga til lukku við árinum
- við ynskinum um blíðan byr í
ókomnum døgum, vikum og árum,
og sjálvsagt í væntanini og vónini
um, at góða vinarlagið fer at halda
fram sum higartil, eftir kenn
skapin, sum kom í fyri meiri enn
hálvari øld síðan heima á Sandi
- í gulum skótauniformum frá
Nólsoyar Pálli og Grími Kamban
– skótaliðunum báðum.
Hósdag 20. august:
Saltað svínakjøt · Høsnarungabringa · Knettir
Fríggjadag 21. august:
Skinkusnitzel · Lasanja
Leygardag 22. august:
Cuvettusteik Kaffi og heimabakað omaná, 70,- kr.
Mánadag 24. august:
Fiskafrikadellur · Bollar í karry
Týsdag 25. august:
Stoktur medistari · Kókað neytakjøt
Mikudag 26. august:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.30 & Ley: 9.00-14.00
65,- kr. fyri døgurðan og kaffi omaná
Mykinesgøta 6
Postboks 3232
110 Tórshavn
Tel 354913
gbt@gbt.fo
www.gbt.fo
Vit hava vognar...
til bátaflutning
til hestaflutning
til mc-/bilflutning
til maskinflutning
Og vognar...
sum eru innilokaðir
sum eru opnir
sum kunnu vippa
...tín trúgvi fylgisveinur
BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl
umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra
seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi,
og ikki minst rusk úr garðinum.
Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur,
og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur
at eiga.
Vit umboða Brenderup
viðfestivognar og bjóða
alskyns sløg – bæði til vinnu
og privat
Setast eftir enda
Við høgum síðum
Við netsíðum
Við høgari presending