hósdagur 20. august 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
22
Niels Juel
Arge 100 ár
Niels Juel Arge, sum var útvarpsstjóri frá 1960
til 1990, hevði verið 100 ár 20. august. Sjálvur
tók hann lut í øllum møguligum sendingum frá
ítróttakappingum til siðsøguligar samrøður og
sendingar. Hann stóð á odda fyri væl umtóktu V4-
sendingunum runt um oyggjarnar. Jú, bandgoymslan
hjá kringvarpinum er á tremur við sendingum,
sum Niels Juel stjórnaði og greiddi úr hondum
WWW.NIELSJUEL.FO
Niels Juel var við í myndablaðnum
Eygað, sum kom út árini 1972-
1976. Har skrivaði hann søguligar
og siðsøguligar greinir. Árini frá
1978 til sín deyð 5. mars í 1995
gav hann í meðal eina bók út
um árið. Kendastar eru røðirnar
“Stríðsárini 1940-45” í seks bindum
og “Teir sigldu úti” í fimm bindum,
sum vóru bestseljarar á hvørjum
ári.
Niels Juel var sonur yngra Óla
Arge av Argjum og Mallu Johanne
sen av Bakkanum í Vestmanna.
Hann tók fyrst realprógv og síð
an studentsprógv í Havn. Í 1945
giftist hann Petru Gregersen úr
Syðrugøtu, og árið eftir settu tey
búgv á Tinghúsvegnum. Børn
ini gjørdust fimm í tali, Jórun,
Jógvan, Ólavur, Suffía og Magni.
Abbabørnini eru 13 í tali, og fyrsta
langabbabarnið kom í 1994. Petra,
97, er síðan eisini vorðin oldur
omma.
Sum studentur var Niels Juel
við í leikinum í havnargøtum í
1940 um Merkið og heitti í eini
røðu undir tinghúsinum á fólk
um altíð at minnast, at 25. apríl
var flaggdagur Føroya.
Niels Juel var ítróttamaður.
Málmaður í HB frá 1935 til 1942.
Næstformaður í HB og í Ítrótta
sambandi Føroya. Formaður í
Tórshavnar Ítróttaráð og Havnar
Róðrarfelag og limur í stadion
nevndini. Niels Juel sat í Tórs
havnar býráð 1949-1952 og var
næstformaður hesi trý árini.
Úr Íslandi til Klaksvíkar
og Mykinesar
Heystið 1940 fór Niels Juel til
Reykjavíkar at lesa søgu, men
har var bert lærustovnur í ís
lendskari søgu. Á jólum var hann
aftur í Føroyum. Men tá hevði
hann lært seg íslendskt til lítar.
Heimaftur slapp hann við “Vest
urfarinum”, sum tók hann umborð
í Vestmannaoyggjum. Skjótt
gekk leiðin til Klaksvíkar at vera
læraravikarur í realskúlanum frá
mars, til próvtøkan var liðug í juni
1941.
Heystið 1941 gekk leiðin til Myki
nesar at vera lærari. Hann hevði
tilhald uppi á Túvala. Hesa tíðina
lærdi Niels Juel mangt og hvat um
føroyskt bygdalív. Har upplivdi
hann eisini bæði minubrestir
og flogálop. Kvøldskúla hevði
hann fyri ungdómum. Veðrið var
ólagaligt, so hann slapp ikki av
aftur oynni fyrrenn á páskum í
1942. Tá fór hann ikki vesturaftur.
Heystið 1942 fekk Niels Juel
starv í Sjóvinnubankanum. Eftir
kríggið keypti hann saman við
farbróðrinum Bernhardi Arge og
øðrum skonnartina “Glyvursnes”.
Seinni keyptu teir eina aðra skonn
art, sum fekk navnið “Tinganes”.
“Glyvursnes” var í farmasigling,
meðan “Tinganes” fleiri summur
var við bátum í Grønlandi.
Eitt skifti var hann reiðari á
trolaranum “Guttaberg”. Hetta
virksemi steðgaði alt upp við
kreppuni fyrst í fimmtiárunum,
og Niels Juel koyrdi nú lastbil og
buss hjá pápa sínum í nøkur ár,
sum hann hevði gjørt áður.
Fólkakærur útvarpsmaður
Nú kom útvarpið í stropa. Niels
Juel hevði gott eyga til hendan
møguleikan, og skjótt varð hann
biðin um at lesa upp. Hann legði
fyri við upplestrum úr Antologiini
hjá V.U. Hammershaimb, og summ
arið var ikki byrjað, tá landsstýris
maðurin Edward Mitens setti
hann í starv.
Tey fyrstu árini arbeiddi hann
saman við fyrstu starvsfólkunum
Axeli Tórgarð og Hjørdis Thomsen
eins og Liasi í Rættará, ið skjótt
varð settur í starv at taka sær av
føroyskum tíðindum.
Niels Juel ferðaðist dúgliga
um landið at gera samrøður og
reportasjur. Ítróttafrásøgumaður
var hann frálíkur. Og væl dugdi
hann at fara við fólki, sum segði
frá. Sjáldan vóru lurtararnir so
hugaðir, sum tá hann var í holt
við sandingin Dánjal í Klingruni.
Niels Juel varð settur sum út
varpsstjóri 1. september 1960, tá
Axel Tórgarð tók við prestastarvi
í Kvívík. Men Axel var allar dagar
útvarpinum ein trúgvur medar
beiðari, sum dugdi at gera send
ingar av øllum handa slag.
Útvarpið fekk nú tveir nýggj
ar medarbeiðarar. Teir vóru
teknikarin Marius Rein og tann
musikalski fjarritarin Ívar Iver
sen. Skjótt fingust eisini stud
entaskúlanæmingar at hjálpa til.
Soleiðis komu eitt nú Hans Jacob
Debes, Finnbogi ísakson, Árni
Absalonsen og Jógvan Arge í út
varpið. Nú varð áherðsla løgd á at
fáa ungfólk at læra til journalist.
Tað var altíð meiningin, at
Útvarp Føroya skuldi vera før
oyskt. Hendan kósin varð hildin
frá fyrsta degi og linkaði ikki við
stjóraskiftinum. Niels Juel iv
aðist ikki í, at tað bar til at gera
gott føroyskt útvarp, sum bæði
upplýsti og stuttleikaði lurtarun
um. Og hann var sannførdur um,
at tað fór ikki at standa á at fáa
føroyskt tilfar, sjálvt um fólkatalið
var lítið.
Nógv varð lagt fyri við hjálp
frá eitt nú fólkunum, sum
høvdu sína gongd í Havnar Sjón
leikarafelag. Har vóru sjónleik
arar at spæla útvarpsleikir og
málfólk, sum kundu skriva og
týða útvarpsleikir, eitt nú Sverri
Egholm, Oskar Hermansson, Poul
Arne Joensen, Georg Samuelsen,
Eyðun Johannesen, Elisabeth Ras
mussen o.fl. Norðuri í Kvívík sat
Axel Tórgarð og týddi ein leik fyri
og annan eftir. Tann størsti var
um Julius Cæsar. Leikurin var í
fimm pørtum í teksti, sum rímaði.
Dentur varð lagdur á at lesa
føroyskar og týddar framhalds
søgur. Væl umtóktir upplesarar
vóru m.a. Olivur Næss, Hans
Nøvn
Niels Juel Arge í
útvarpsstovuni
Samrøða við John
Joensen í Gásadali
Mong minnast
sendingarnar
við Dánjali í
Klingruni á Sandi