hósdagur 20. august 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
23
Thomsen, Jóhanna Maria Djurhuus,
Margreta Næss, Laura Joensen, Einar
Joensen og Marius Johannesen. Tað
mesta, sum kom út á føroyskum,
varð lisið, og skipað varð fyri at týða
úr heimsbókmentunum. Ein tann
fremsti í so máta var Hans Thomsen.
Frá smáum korum til V4
Útvarpið hevði tað strævið á Bryggju
bakka tey fyrstu 10-12 árini. Manningin
var lítil, pengarnir smáir og senditíðin
stutt, men tað hevði lurtarar. Høvur
varð lagt í blot, hvussu bøtast kundi
um teir fíggjarligu umstøðurnar, sum
løgting og landsstýri ikki so væl vildu
hjúkla um.
Tað varð gjørt við uppskotinum
um happadráttin V4 til frama fyri
útvarpið sjálvt. Málið kom fyri tingið
og varð samtykt. V4 byrjaði við drátti
og undirhaldi tann 29. november 1969
og broytti allar umstøður.
Nú varð manningin víðkað og
senditíðin økt eitt sindur í senn.
Samstundis varð farið undir at
fyrireika eitt útvarpshús, ið var bygt
til endamálið. Tað tók sína tíð, men var
endaliga liðugt í Sortudíki á sjálvum 25
ára degnum 6. februar í 1982. Útvarpið
hevði longu goldið helvtina kontant,
tá húsið stóð liðugt.
Tá varð ferð sett á at víðka sendi
tíðina, men ansað varð eftir ikki at
spola so avstað, at soðið bleiv ov tunt.
Ein meginregla var, at helmingurin av
tilfarinum var talusendingar og hin
helmingurin tónleikur.
Tað kravdi sín mann at vera
útvarpsstjóri. Útvarpið var ógvuliga
sentralt í gerandisdegnum hjá høgum
og lágum, og serliga nakrir av teimum
høgu høvdu hug at illneitast og
leggja fót fyri útvarpinum. Telefonin
gløddi javnan á Tinghúsvegnum av
mótmælum og skeldsorðum. Men tað
javnaði seg sum oftast. Niels Juel var
útvarpsstjóri til 1. mai 1990, tá hann fór
frá fyri aldur.
Nógvar bøkur
Fyrsta bókin, sum Niels Juel Arge
skrivaði, var “Argjamenn” um ætt
leggin av Argjum, Hólalagi í Hvalba og
Kjalnesi í Kollafirði í 1978. Tvey ár seinni
gav hann út flaggsøguna “Merkið”,
sum hevði hansara stóra áhuga frá
ungdóminum. Róðrarsøguna “Drekan”
um Havnar Róðrarfelag skrivaði hann
í 1982. Tá kom eisini søgan um Rock All,
sum var eitt av hansara yndisevnum í
útvarpinum.
Bókina um Tórshavnar Sløkki
lið skrivaði hann í 1983. Sama árið
kom bókin um Sjóvinnubankan í 50
ár. Í 1985 varð farið undir Stríðsárini
við Hersettum oyggjum í 1985, Sigla
vandasjógv í 1986, Føroyar bumbaðar
í 1987, Millum minur og kavbátar í 1988,
Skansi í Atlantshavi í 1989 og Kríggið
endar í 1990.
Í 1985 fekk Niels Juel M. A.
Jacobsen-virðislønina fyri yrkis
bókmentir frá Tórshavnar kommunu.
Í 1987 kom eisini bókin “Fólk í Havn”
um havnarfólk og fólk av bygd, sum
búsettust í Havn. Árini 1991-1995 komu
út tær fimm bøkurnar í røðini “Teir
sigldu úti” um allar teir mongu før
oyingarnar, sum sigldu úti í verðini
undir krígnum. Hetta bókaverk
avdúkaði, at føroyskir sjómenn høvdu
verið um allan heim hesi ringu árini,
og mangan var onkur føroyingar har,
sum harðast leikaði á.
Nógvar av bókunum vórðu seldar í
óhoyrt mongum eintøkum.
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
LANDSFUNDUR
SAMBANDSFLOKSINS
verður í Tórshavn,
á Hotel Hafnia,
leygardagin 19. september 2020
- byrjað verður kl. 08.30.
Skrá sambært viðtøkum Landsfelagsins.
Uppskot til viðgerðar á landsfundinum
skulu verða floksskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 9. september.
Fundurin verður hesaferð bara fyri
innbodnum vegna koronastøðuna.
Nærri verður lýst í Útvarpinum og á
heimasíðu floksins: www.samband.fo
LANDSNEVND
SAMBANDSFLOKSINS
Niels Juel Arge til arbeiðis sum teknikari í
Útvarpinum undir verkfalli í 1989 saman við
skrivstovukvinnuni Ingun Würdig Larsen