hósdagur 20. august 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
24
Nøvn
Minningarorð um beiggja okkara
Per Højgaard 19.08.1970 – 18.06.2020
Góði Per
Í morgin hevði tú fylt 50 ár, og vit
áttu at hildið eina gleðistalu til tín
um títt lív her á fold. Sjálvsagt í
besta stíli hevði eg lisið meg fram
til, hvussu talur skulla skrivast.
Hevði hugsað meg væl um, hvussu
eg skuldi vinklað taluna, soleiðis
at hon gjørdist góð, rørandi og
stuttlig, júst soleiðis sum tú hevur
lært meg, at vit altíð eiga at gera,
og á tann hátt lata tingini fara
væl úr hondum. Longu nú hevði
tú sagt: ”Tóra, hetta er í so týkst,
tað tú skrivar”, men so hevði
tú samstundist mint meg á, at
”skriva, bara skriva og minst til,
tað skal hoyrast, at tú skrivar, tú
skal meina tað, og tá hoyrist tað á
tastaturinum”.
Soleiðis var tú, frá tí vit vóru
børn, hevur tú altíð gingið á odda,
og vit lítlu systrarnar hava sæð
upp til tín. Tú dugdi alt, og var
tað eitt hvørt, ið vit ikki fingu frá
hondum, so var at ringja til tín, tí
tú visti altíð um góð ráð.
Tú var tann stóri beiggin, ein
bara kann ynskja sær. Tú var fitt
ur, kerligur, irriterandi við hvørt,
og til aðrar tíðir var tú tann, ið
hjálpti til og skumpaði undir, tá
ið dirvi kanska ikki altíð var til
uppgávur, ein kundi hugsað sær
at átikið sær. Tú var tann, vit vóru
errnar av at kalla okkara stóri
beiggi <3
Tá tú gjørdist 18, tók tú tær
hvønn sunnudag tíð at koma
eftir okkum í tínum brúna Opel
Kadett. Mest sum hevði tú verið
úti alla náttina, men hóast hetta
helt tú fast í, at lítlusystarar tínar
og tú fingu kramarís, ímeðan vit
koyrdu biltúr, har vit hoyrdu um
títt studentaskúlalív og tú frá
okkara nonnuskúlalívi. Tað vóru
nógv ár ímillum okkum, og kanska
tí var tað alneyðugt hjá tær at
halda fast í okkara biltúrum, har
vit komu at kenna hvønn annan á
ein heilt serligan hátt, ímeðan tú
lærdi okkum at lurta eftir Kára P.
Politiskt vóru vit oftast ósamd,
men tað var ein ítróttur hjá tær at
fáa okkum systrar at finna fram
haldgóð argumentir, ið tí vit nú
einaferð stóðu inn fyri. Hetta
kundi tykjast sum ein óendaligur
kampur, tí tú vann altíð, men
hóast hetta vóru fleiri nýggj argu
ment funnin á vegnum, og tað var
jú endamálið, í sjálvum sær.
At koma heim á Stoffalág og
síggja teg sita við borðið, helst
við trimum, fýra uppgávum, sum
tú loysti í senn, gav okkum far
um, at eitthvørt spennandi var
í væntu. Tú hevði eitt ótrúðliga
gott, breitt, spennandi og ikki
minst hendingaríkt arbeiðslív.
Uppgávurnar vóru nógvar, men
serliga vóru tað løturnar saman
við tær og vinmanni tínum Kára
Djurhuus á Christiansborg í ár
2000, ið eg minnist best.
Tá klokkan nærkaðist døg
verðatíðindinum heima í Føroy
um, og tit innan fyri næstu fáu
minuttirnir ringdu heim í Útvarp
Føroya at siga frá politisku leikun
um í samráðingunum millum før
oyingar og danir, ja so var antin
at skunda sær út, ella sita sum ein
mús og lýða á, ímeðan tit báðir
sótu undir skrivaraborðinum
og søgdu frá teimum spennandi
íkomnu støðunum.
Tað var eisini á Chirstiansborg,
at tú møtti mætum politiskum
kvinnum og monnum, fólk vit
onnur bara hoyrdu um í útvarp
inum, men sum tú tók lógvatøk á.
Síðsta tíðin á Christansborg
saman við Edmundi, var eisini
nakað serligt, og tað var eisini
á Christiansborg, at tú skrivaði
tína fyrstu og tíverri einastu bók,
nakað tú av røttum var ótrúliga
stoltur av.
Tínar ætlanir vóru altíð nógvar
og stórar. Hví ikki hugsa stórt,
segði tú ofta, eins og tú altíð minti
okkum á at liva, ”liv lívið, og et
gott”, og akkurát tað at eta gott, og
vera saman var nakað vit dámdu.
Ein góðan bita, gott prát og góða
tíð at koma hvørjum øðrum við,
tað var akkurát nakað fyri teg. Tú
gekk upp í tey, ið vóru tær nær. Tú
var áhugaður í tí, vit tókust við, og
dámdi væl, at vera í práti.
Høgtíðirnar vóru nakað serligt
og ikki minst jólini, tí tað var tín
høgtíð. Eingin jól uttan, at tú var
jólamaður, ein leiklut tú eisini
fann teg væl til rættis í, at kunna
geva gávur út og vera um og
gleðast saman við børnunum. Á
jólum síðsta ár pyntaðu vit eisini
jólatræið heima. Saman við børn
unum hongdu vit jólapyntið upp,
sum tú og mamma kliptu, tá tú
bert var 7 ára gamal og sjálvsagt
skuldu eisini føroysku merkini
veitra á trænum.Vit vistu, at hetta
var síðsta ferðin, at vit hildu jól
saman, og tí hevði hvør løta stóran
týdning fyri okkum.
At vera saman á ólavsøku var
eisini nakað, ið hoyrdi seg til. Fyrr
var tað tú, ið búði á Áarvegnum, og
tí var tað hjá tær, vit komu á gátt
og sótu í mangum góðum selskapi.
Síðstu ólavsøku var tú heima og
bar fyri síðstu ferð í langa tíð tíni
føroysku klæðir, sum tú var so
stoltur av. Tú hevði jú arvað tey
frá Per abba, og tí vóru tey nakað
serstakt fyri teg.
Gubbabørnini eigur tú mong,
og vóru tey altíð spent, tá tú
kom heim. Tey elskaðu títt upp
merksemi, at blíva kittlað, syft
ein túr upp í loft, og so sjálvsagt
tíni serligu gubbaklemm, ja tey
gloyma børnini ikki so.
Hákun, Barba, Artur og Ingrid
vóru alt og eitt fyri teg, tey vóru
tíni kærleiksbørn. Tú var errin av
øllum tí tey tókust við og dámdi
væl at vísa okkum við myndum
og video, hvussu væl tey kláraðu
seg. Hákun sum cisv leiðari, inter
nationalur studentur og nú sum
hermaður, Barba við sínum vakra
fimleiki og ikki minst á sínari afs
ferð til Australia, Artur við sínum
sangi og klaverspæli og ikki minst
Ingrid við sínum vøkru tekning
um. Alt nakað tú kundi vera sera
errin av sum pápi.
Eisini Maikin var tú stoltur
av og ikki minst hugtikin í. Hon
var kvinnan í tínum lívi, og tá tit
síðsta ár gitust, og Maikin fekk
eftirnavnið Højgaard, var alt líka
sum fallið upp á pláss hjá tær.
Maikin var nakað heilt serligt fyri
teg, og høvdu tit eitt heilt serstakt
kærleiksband tykkara millum, og
var hon títt alt og eitt.
Hesa síðstu tíðina, bleiv alt so
ørvísi og at fáa sjúkurnar ALS og
Demens var ein dyggur smeitur
fyri teg og sjálvsagt eisini okkum.
Spakuliga hava vit misti teg, og
fyri hvønn dag, bleiv tú meira
og meira tigandi, men tú var har,
hevði altíð eitt bros á kinn og klár
ur við opnum ørmum at taka ímóti
okkum, tá vit komu á vitjan. Tú
elskaði, tá vit prátaðu um gaml
ar dagar, og saman mintust vit
aftur á beistagerðirnar í Nonnu
skúlanum, summerferiur í Fámjin,
tíðina sum tænari á Hotel Føroy
um, svenskara hárið, tú hevði tá
tú spældi fótbólt við HB, øll vin
fólkini so sum vinkonurnar Heidi
og Annbritt á Essalág, ella tá vit
mintust aftur á tíðina, tú og Mort
an brúktu í Yndi og upp á góða
matgerð, ella hin Skotlandstúrin
við studentaskúlanum, ella jólini
á sjómansheiminum saman við
Jensiu ommu og Per abba, ja vit
fingu nógv góð minnið fram við at
hyggja at myndum og bara minn
ast.
Minnini hava vit jú við okkum,
og eru tey serlig hjá okkum at leita
fram á, tá vit nú eru saman. So
leiðis livir tú víðari saman við okk
um, og fara vit at minnast vit teg,
sum ein kerligan, gløggan, stuttlig
an, hjálpsaman og fittan beiggja
og ikki minst gubba. Hetta hóast
tær ikki ungaðist at gerast 50 ár.
Góði elskaði Per, hetta bleiv so
ein onnur føðingardags heilsan,
enn tann vit høvdu ætlað. Takk
fyri alt, takk fyri tíðina vit fingu
saman við tær og ikki minst takk
fyri teg og tann tú var fyri okkum.
Hvíl í friði
Heilsan Tóra, Svanna
og Billa Jenny.