Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 3. partur M ia og eg giftust í 1940. Vit bæði høvdu bara verið gift í 10 dagar, tá ið eg fór aftur at sigla. Tað var sum rímiligt hesa tíðina ein stórur ampi hjá teimum, sum vóru heima. Mia var dóttir Ingu og Gunnar Daniel­ sen, bæði ættaði úr Søldarfirði. Gunnar var føddur í 1890 og bleiv ein kendur skipari. Upprunaliga hevði hann ikki ætlað sær at fara til sjós. Hann fór ungur at smíða, men í 1907 var lítið av arbeiði við smíðing. Hann var tá biðin um at koma við Pilot, sum manglaði fólk. Hann helt seg kunna fara ein túr, men hesin túr­ ur varð byrjanin til 34 ár til skips. Hann tók skiparaprógv í 1913. Gunnar bleiv ein av okkara fremstu skip­arum bæði sum veiðumaður og sum sjómaður. Hann var allar sínar dagar ein lítillát­ að­ur maður og plagdi at taka til: “Eg fór til skips og væntaði mær lítið, men fekk nógv, men mangur hevur væntað sær nógv og fingið lítið. Gunnar starvaðist sum skipasýnismaður frá 1940 til hann fylti 70 ár í 1960. Hann doyði í 1969. Mia var fødd 28. juli 1914. Árið eftir fluttu foreldrini úr Søldarfirði suður til Vágs. Tá var stórt og vaksandi virksemi í Vági, og Gunnar fekk skiparakjans í reiðara­virk­in­ um hjá J. Dahl á Gørðunum. Gunnar var sonur D. J. Danielsen – gamla sýslumann – úr Søld­arfirði. Sostatt var hann beiggi Vict­or Danielsen. Eitt systkinabarn var Doll­in, kendur fyri hansara avgerandi leik­lut í stríðnum fyri fólkið í Congo. Hesin leiklutur er viðurkendur av útlendskum søg­urfrøðingum. Tann seinasta viður­kenn­ ing­in kom úr USA í farnu viku. Eitt systkinabarn var Magnus á Kamar­ inum, abbi “tey á Kamarinum”. Ein pápa­ beiggi hansara var C. C. Danielsen, kendur post­meistari og sparikassastjóri. Inga var úr Niðaragerði í Søldarfirði. Pápi hennara, Joen David, og beiggjar hans­ara vóru hegnismenn til handverk, og vóru m.a. við til at byggja Vágs kirkju. Joen David hevði verið við til at byggja Sumbiar kirkju, og tað var tá, tað rann saman mill­ um hann og mammu Ingu, Sunnivu Mariu Kjærbo, sum var úr Sumba. Tríggir av beiggj­um Joen Davids fluttu til Vágs at búgva. Gunnar hevði mangar raskar sumb­ ing­ar við sær til skips. Fekk boð úr erva at fara á Føroya Banka Tað er ein serliga áhugaverd søga um Gunn­ar. Hetta var í 1917, tá ið fleiri skip vórðu niðurskotin á Føroya Banka av týsk­ um kavbátum. Hesa tíðina lá Sunbeam við Gunnari sum skipara á Mykinesgrunninum. Hann vildi ikki fara út á Bankan, tí hann varð lýst­ur at vera vandaøki av týskarum. Men ein dagin gjørdi hann nakað, sum var púra skilaleyst sæð við mannaeygum. Gunn­ar bað menninar draga snørini inn fyrra­partin á degi. Teir settu segl og fóru at sigla út á Føroya Banka. Eftir vanlig­um metingum vóru tað óráð at fara av Myki­ nes­grunninum og út á Bankan í dagsljósi. Heldur skuldi dagurin verið brúktur at fáa meira av fiski, og síðan kundi verið siglt um náttina. Gunnar hevði lagt seg í koyggjuna, men hann føldi á sær, at hann skuldi broyta kós. Hann fór upp og gav so boð um at broyta kósina tann vegin, hann hevði kent seg hava fingið boð um. Sýnið var vánaligt, men sum teir sigla, koma teir beint á bátin av Margrethu, sum var søkt á bankanum av týskarum. Báturin var um at søkka, tá ið Sunbeam kom fram á teir, og fleiri av monnunum vóru illa fyri. Men teir vórðu allir bjargaðir. Gunnar segði, at “tað, sum fekk meg at gera hetta fyri meg heilt óvanliga hend­an dagin, vóru bønirnar, sum vórðu send­ar móti Himli av hesum neyðstøddu monn­ un­um.” Góðan barndóm Heimið hjá Ingu og Gunnari stóð altíð opið, har komu mong fólk á gátt. Mia var næstelst av sjey systkjum, og hon hevði ein góðan og tryggan barndóm í heiminum í hugnaliga umhvørvinum á Skála­bø saman við systkjunum Lenu, Gunn­ari, Trúgva, Eigil, Ingolf og Elmari, sum doyði sum lítil smádrongur. Miu vantaði hvørki hands- ella andsevni, og sum stór smágenta gekk hon út at hjálpa til í ymiskum húsum – serliga við at røra kakur. Hetta var áðrenn nútímans hent­leikar vóru komnir. Eftir loknan skúla gekk Mia við posti. Tær báðar, hon og vinkonan listakvinnan Ruth Smith, býttu bygdina millum sín. Seinni fór hon at arbeiða í handlinum hjá Jaspuri Hjelm á Løghamri til hon fór á hús­ ar­haldsskúla í Keypmannahavn. Aftaná fór hon at tæna hjá kenda bakarameistaranum og kongaliga hofleverandørinum van Hau­ en, meðan eg gjørdi meg lidnan við skips­ førara­skúlan í Keypmannahavn. Komin aftur til Vágs giftist vit bæði, og búðu í Tippinum næstu 30 árini. Børnini vóru Andrew, Gunnvør, Bergur og Bogi. ÓJ: Abbin helt nógv av Gunnari Vil sjálvur skoyta upp í, at eg minnist, hvussu abbi mín, Óla Jákup í Tjørnustovu, Norðra­gøtu, altíð rósti Gunnari sum skipara. Sum tað skiltist høvdu teir siglt saman í fleiri ár. Var í 1966 saman við pápa mínum í Vági. Tá vitjaðu vit Gunnar. Hann greiddi frá, at hann eitt skifti hevði havt allar fimm beiggj­arnar við sínum skipi. Umframt abba vóru teir Doreus, Eliesar, Johannes og Bern­hard. Eisini var pápi teirra, Absalon, sam­an við teimum. Hetta sigur nakað um serlig viðurskifti teirra millum Gunnar og teir í Tjørnustovu. Men so kann ein eis­ini øtast við hugsanini um, hvussu stór van­ lukka tað hevði verið, um teir gingu burtur. Tá hevði bara ein systir verið eftir. Skipini í reiðarínum Silver Spray var bygd í Hollandi í 1915. Jens av Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlinum Andrew upplivdi nógv undir krígnum, men størsta hendingini var, tá ið hann giftist við Miu SIÐSØGA Andrew Godtfred: UPPLIVDI FÓLKA­ATKVØÐ­ UNA Í ÍSLANDI OG KRÍGSLOK Í BRETLANDI Andrew og Mia giftust í 1940. Gunnar Danielsen, verfaðir Andrew