Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 27 Komandi partur Í komandi parti verður aftur farið til bardagasiglingina hjá Andrew, tá hann greiðir frá serligum hendingum. keyptu hana úr Hollandi í 1929. Síðan áttu Christian Holm Jacobsen og Jóhannes í Stórustovu hana. Í 1936 kom hon til Vágs. Hon varð í 1951 seld til Christian Holm Jacobsen, sum í 1959 seldi hana til Havnar Fiskasentral. Um hini skipini í reiðarínum kann sigast: Jóan Petur hjá Mouritsi førdi "Norð­ farið". Hini skipini vóru "Marshall", sum Ernst Thomsen førdi, og so "Norðhavið", sum fórst í Grønlandi. Jóan Petur hjá Mouritsi átti helvtina av tí. Hetta var ein fransa­slupp – eitt stórt skip, sum tók 8-900 skip­pund. Hetta skipið var so vánaligt. Tá ið teir eina ferð komu vestur um Kappan, fekk hon ein sjógv, og róðrið gekk fyri. Eg haldi, at hon var farin at leka eitt sindur eisini. Teir kláraðu at sigla hana inn um skerini á Grátufjørðinum, men tá sakk hon. Annars hendi eingin stórvegis skaði. Um­framt hesi skipini áttu Dias á Heyggi motorbátarnar Jonnu og Sjófrúnna. Fólkaatkvøðan í Íslandi Seinasti partur endaði við, at Silver Spray hevði fingið uppí lastina av fiski í Íslandi, og skuldu fara av Akureyri til Bretland at selja fiskin, teir høvdu keypt á Ólafsfirði. Hetta var tann dagurin, tá ið fólka­ at­kvøðan var í Íslandi tann 24. mai 1944, har úrslitið var, at teir loystu endaliga frá Danmark tann 17. juni. Orsakað av fólka­at­ kvøðuni kom eingin tollari umborð, tá vit komu inn aftur á Akureyri. Eg fór tí ein túr til gongu niðan eftir keiuni. Tá kom eg til ein bilverkstað, fór inn og spurdi, um teir ikki kundu ringja til ein tollara fyri meg. Jú, tað skuldi teir gera. Ein tollari kom so umborð, men hann kundi einki gera. Sýslumaðurin hevði øll pappírini, og hann var uppi í 'sveit'. Tá ið hann eina ferð kom aftur, var hann drukkin. Men hann var ikki fylri enn so, at hann fór í eina protokol, har tað stóð ein røð av skipum, og vit stóðu niðast at sleppa avstað. Sýslumaðurin skilti ikki, at vit høvdu fingið fisk og gjørdist firtin. So boðini frá honum vóru, at vit skuldu ikki sleppa avstað aftur, fyrr enn øll hini skipini høvdu fingið last. Hann hevði tollaran og konu sína hjá sær. Eg royndi at tosa við konuna, og konan við hann, og so kúvendi sýslumaðurin og segði, at tá eg hevði verið so frægur maður, at eg kundi útvega fisk, so skuldi eg eisini sleppa avstað aftur. Men nú skuldi eg fyrst heim til hús við honum. So tók hann meg við heim og lagið var gott. Hann segði, at nú vóru íslendingar fríir, og at føroyingar áttu at gera tað sama. Eina løtu seinni skuldu vit fara avstað aftur. Eg sá, at ein telefon stóð í gongini, og segði við tollaran, at eg fór at ringja til bretarnar. Teir vóru teir síðstu, sum skuldu klarera. Men ólukkutíð hoyrdi sýslumaðurin tað. Nei, nei, nú skuldu teir koma til bretarnar við okkum, segði sýslumaðurin, og hann við okkum oman til teir. Tað var komið út á náttina, áðrenn vit fingu síðstu pappírini. So sluppu vit endiliga avstað. Silver Spray sigldi skjótt – upp í hálva níggundu míl, so ferðin til Aberdeen var ikki so drúgv. Hon mundi taka eini 4-5 samdøgur. Góðan fisk og gott skip Vit seldu væl. Vit vóru annars altíð hepn­ir við søluni. Fiskurin var eisini væl hagreiddur. Eg spurdi eina ferð tann, sum hugdi eftir fiskinum, um fiskurin ikki var góður. Jú, jú, segði hann. So tók hann meg út á bryggjukantin og segði: “Tú hevur eisini eitt gott skip!” Fiskurin var keyptur fyri ein fastan prís, sum helst hevur verið tann sami fyri øll skip­ini. Manningin ísaði sjálv fiskin í last­ini. Ísurin var tikin í Aberdeen ella í Før­oyum, har vit tóku ís frá Mortensen á Tvøroyri. Men um veturin tóku vit eisini ís av vatninum í Vági og knúsaðu hann. Tað var nógv arbeiði av tí, men tað var bíligt. Tað vóru eisini íslendsk skip, sum sigldu til Bretlands við fiski, men tey hildu uppat, tá vandin var størstur. Tá sigldu føroyingar einsa­mallir. Vit vóru ongantíð fyri beinleiðis álopi, meðan aðrir upplivdu at verða søktir fleiri ferðir. Tað fórust fleiri skip í Vági. Í summum førum varð manningin bjargað, meðan onnur fóru við mann og mús. Kríggið endaði í frøi Tá kríggið nærkaðist endanum, komu vit inn til Aberdeen við fullari last. Har lá fult av skipum, sum bíðaðu eftir landingartørni Agenturin hjá okkum segði, at kríggið kundi enda hvønn dag, tað skuldi vera, og hendi tað, bleiv helst eingin fiskur keyptur í fleiri dagar. Vit kundu heldur ikki rokna við sleppa framat at landa fyrr enn um átta dagar. So eg avráddi við agentin hjá okkum, at vit máttu heldur fara til Grimsby. Tað hildu hinir eisini, so eg fór niðan til admiralitetið og spurdi, hvørja leið eg skuldi sigla. Eg skuldi fara inn um May Islands í Leith­ fjørð­inum, og so út við landinum aftur og fram við landinum suðureftir. Tá ið vit vóru tveir tímar frá Grimsby, hoyrdi eg enn eina ferð Kong Christian X. tosa í danska útvarpinum. Hetta var 5. mai. Tá var friður í Danmark, og týskarar høvdu givið seg yvir. Vit vóru øgiliga spentir uppá, hvat ið víðari fór at henda her. Vit komu inn kl. 5 um morgunin. Landararnir stóðu klárir, og teir fingu alt upp. Vit fingu eisini góðan prís. Beint eftir var kríggið liðugt hjá bretum eisini. Tá kom Churchill í útvarpið og boðaði frá, at bardagin var av. Alt var tá á gosi, øll skip ýldu við floytunum og ringdu við skipsklokkunum til kl. 3 um dagin. Tá var vónleyst at landa nakran fisk. Tískil vóru vit har í síðstu løtu mótsatt øðr­ um føroyskum skipum, sum kanska kundu ynskt sær, at kríggið hevði vart nakrar tímar afturat, so teir eisini kundu sloppið av við fiskin til sama góða prís sum vit. Vit lógu so inni í tríggjar dagar fyri at fáa frakt við heimaftur, men har varð lítið og einki gjørt. Teir spurdu, hvat tað var fyri eitt flagg, vit høvdu. Hetta var helst fyrsta føroyska flaggið, teir sóu í Grimsby. Tey før­oysku skipini sigldu nevniliga næstan bara til Aberdeen, meðan trolararnir sigldu til Fletwood á vesturstrond Bretlands. Teir, sum sigldu við mær øll stríðsárini og øll árini eg var skipari á Silver Spray vóru: Daniel Johan Jespersen, stýrimaður, Hovi Aksel Johansen, maskinmeistari, Vági Hans Pauli við Misá, kokkur, Vági Gerhard Djurhuus, dekkari, Sumba Hjalmar Jacobsen, dekkari Vági. Andrew fekk boð úr erva um at fara út í Føroya Banka við Sunbeam og bjargaði manningini á Margrethu. Undir krígnum fingu skipini ís av Vágsvatni, tá ið frost var. Tað var frøði í Grimsby frælsisdagin í 1945, tá ið Andrew eisini var í býnum.