Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 28 PÆTUR ALBINUS Í millum teir mongu tilkomnu golfspælararnar á golfvøllinum á Glyvurs­ nesi gongur ein ungur harri, sum fær hini at venda sær á og hyggja. Svingið er vakurt, og bólt eftir bólt sendir hann við dundur­ skotum bæði langt og snóra­ beint omaneftir vøllinum. Jú, gávurnar hjá 20 ára gamla Jens Guttesen eru eyðsýndar, og síðsta árið hevur hann vunnið tvey meistaraheiti á rað í Tórs­ havnar Golffelagi. Hann hevur lagt hinar sigurs­ vandu golfspælararnar aftur um seg, men hann steðgar ikki her, og kósin ímóti at gerast enn betri er sett. - Eg eri á veg til nakað størri, og eg kenni á mær, at eg kann gerast nógv betri enn eg eri nú, sigur Jens Guttesen, sum hevur ein dreym um at spæla uttan­ lands. Meistari Jens fekk sítt fyrsta golfsett longu sum lítil smádrongur. Hetta var úr plastikki. Sum átta ára gamal fekk hann sítt fyrsta veru­liga golfsett, og hann slapp at spæla saman við pápa sínum, Jens Christian Guttesen, á golf­ vøllinum á Glyvursnesi. - Soleiðis er tað ofta í golf. Tað er onkur í familjuni, sum tekur onkran við sær, og so verður man bitin, greiðir Jens frá. Jens hevur so við og við ment seg, og seinastu tvey til trý árini hevur hann sett seg á trónuna í før­oyskum golf. Hann er vorðin felags­meistari seinastu tvey árini. Felagsmeistaraheitið svarar til FM, men av tí at Tórshavnar Golf­felag er einasta luttakandi felag, so er talan ikki um eina al­ menna FM-kapping. Í ársins felags­meistara­kapp­ ing, sum varð spæld síðsta viku­skifti, vann Jens sann­før­ andi sigur. Hann var ávikavist níggju og 13 sløg frammanfyri teir báðar kendu harrarnar í føroyskum golf, Óskar Eriksson og Janus Norðberg. Jens minnist væl tá ið hann sum ungur hevði eina stóra upp­ living av at sleppa at vera í tí fína selskapinum. - Tað var í holspæli, har eg slapp við av tí at onkur hevði givið avboð. Eg slapp at spæla ímóti Ragnari Isaksen, sum er fyri­myndin hjá mær í føroyskum golf. Eg veit ikki um hann hevði ein vánaligan dag, men eg hevði í øllum førum ein góðan dag, og vit endaðu javnir og máttu í um­ spæl, greiðir Jens frá. - Og tað var eitt putt upp á 3-4 metrar á síðsta holi, sum eg rakti í og gjørdi at vit máttu spæla umspæl. Eg tapti longu á fyrsta holinum í umspælinum, men hetta var mín fyrsta stóra upp­ living í golf, minnist Jens aftur á. Heilsuítróttur Tað eru ógvuliga fá ung, sum spæla golf í Føroyum, so tað er heldur serligt, at Jens hevur halgað seg somikið til hendan ítrótt­in. Hvat er tað við golf, sum dregur? - Eg haldi tað er sjálva spælið, sigur Jens. - Mær dámar væl at tað krevst at vera hugsavnaður, og at hvørt slag telur. Tað er ein fantastisk kensla at gera eitt gott slag ella spæla eina góða rundu, sigur hann. - Og so er tað eisini gott bara at koma út at lufta tankarnar. Golf er ein góður heilsuítróttur. Hann er ikki ógvusligur, men held­ur er tað stílur yvir tí, heldur Jens. Golf fær ofta skotið í skógv­ ar­nar at vera ein ítróttur fyri tey fínu, men tað sigur Jens seg ikki kenna nakað til. - Vit ganga jú ímillum seyða­ sparl­ar her á golfvøllinum á Glyvurs­nesi, peikar hann skemt­ andi á. Hóast Jens er væl yngri enn allar­flestu spælararnir í Tórs­ havn­ar Golffelagi, so er hatta ikki nakað, ið hann hevur givið sær far um. - Nei, tað hugsi eg ikki um. Eg eri jú ikki vanur við nakað ann­ að, sigur hann. Venur sjálvur Jens Guttesen spælir golf tríggj­ a r t i l f ý r a f e r ð i r um vikuna - alt eftir hvussu veðrið er. Menn­ing­ini hevur hann sjálvur tikið sær av. Hann hevur fingið nøkur ráð og rættingar við á vegnum, men hevur annars ikki fingið skipaða venj­ing, og sum heild er hann sín egni venjari. - Eg havi kanska havt 10 venj­ ingar við einum venjara ígjøgn­ um alt lívið, sigur Jens, sum tí hevur tikið aðrar hættir í brúk. - Eg havi lisið nógv um golfvenjing, og so er Youtube eisini ein góð kelda til undir­vísing, sigur Jens, sum tykist hava sera gott yvirlit yvir júst hvørj­u­m hann skal arbeiða við, og eisini venur sambært tí. Inn ímillum hava útlendskir venjar­ar eisini lagt lag á, og tað er ein góð hjálp. - Ein venjari sær beinanvegin hvørjum hann skal hjálpa tær Jens Guttesen: Hóast sín unga aldur hevur 20 ára gamli Jens Guttesen staðfest sína støðu sum Føroya besti golfspælari tvey ár á rað. Hann venur fyri tað mesta fyri seg sjálvan, men hann hevur ein dreym um at flyta uttanlands at spæla. - Eg eri á veg til nakað størri, og eg kenni á mær, at eg kann gerast nógv betri enn eg eri nú, sigur Jens Guttesen UNGI MEISTARIN UNGI MEISTARIN HEVUR STÓRAR HEVUR STÓRAR GOLFDREYMAR GOLFDREYMAR Jens Guttesen sum átta ára gamal