Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020 SOSIALURIN 62 29 við. Tað er við til at rætta upp á røttu tingini, og tað fær eisini sjálvs­álitið upp, heldur Jens. Jens vísir eisini á, at stuðulin frá familjuni hevur verið ein stór hjálp í at menna seg sum golf­spælara. Her hevur tað bæði verið hjálp til at keypa útgerð og stuðlandi orð, sum hava hjálpt. - Sum ungur tannáringur var hug­urin ikki altíð so góður at spæla golf. Eg spældi ímillum teir eldru leikararnar, men teir søgdu seg síggja talent í mær og at eg nokk skuldi blíva ein góður spælari ein dag, greiðir Jens frá. Hugurin er komin aftur, og í dag venur hann lystiliga. Jens sigur, at hann brúkar nógva tíð á driving range og á putting-green, har hann arbeiðir við tek­nikki og kontrolli. Fyri tíðina hevur hann havt serligt fokus á hvussu haldið (grepið) skal vera í teimum ymisku sløgunum. Uttanlands Við sínum heiti sum felags­meist­ ari er Jens Guttesen úttikin til oyggja­leikirnar á Guernsey næsta summar. Hetta verður fyrsta kapping hjá honum uttan­lands. - Hetta síggi eg sum nakað spenn­andi, og tað er ikki síðstu ferð eg ætli mær hartil. Eg havi havt sum mál at sleppa við á oyggja­leikir og at klára meg so væl sum tilber. At hava slík mál er lykilin til framgongd, heldur Jens. - Tað verður spennandi at spæla ímillum útlendskar spæl­ ar­ar og í ordiligum um­støð­um. Tað verður eisini góð venjing í sær sjálvum, sigur Jens, sum frá sínum eldru liðfeløgum hevur frætt, at tað er stórt at standa á fyrsta tee-staði og hoyra upp­ róparan siga "from the Faroe Islands" og navnið á sær. Jens sigur, at tað ikki eru nøktandi umstøður á golfvøllinum á Glyvursnesi, og at hann hevði ynskt, at myndug­ leikarnir tóku stig til at byggja ein veruligan golfvøll - bæði fyri spælararnar her heima, men eisini fyri at hjálpa skapa eina ferðavinnu um golf. - Tað eru jú fólk, sum ferðast kring heimin bara fyri at spæla golf, sigur Jens og leggur afturat: - Tá tað verða brúktir so nógvir pengar upp á aðrar ítróttar­greinar í Føroyum, so mugu tað eisini finnast pengar til golf. Við ordiligum umstøðum høvdu vit eisini fingið nógv fleiri at spælt, metir hann. Tað er greitt, at um ungir golf­snillingar sum Jens skulu lyfta seg upp á eitt nýtt støði, so ber illa til at verða verandi í Føroyum. Sjálvur hevur Jens æt­lanir um at fara á golfskúla uttanlands, men hann er í løtu­ ni í læru sum timburmaður her heima, so tað er ikki greitt júst nær ævintýrið uttanlands byrjar. - Fram til tá má eg bara ar­ beiða við mær sjálvum og fáa ymisk inputt, sum kunnu men­ na meg, sigur Jens Guttesen at enda. ALBINUS@SOSIALURIN.FO