hósdagur 20. august 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
30
TRÓNDUR ARGE
T
að hevur mangan ver
ið eitt stríð, at fást við
útlendsk feløg og um
boðini hjá UEFA, sum
ikki hava sett seg inn í føroysk
viðurskifti. Føroysku feløgini
hava eisini verið illa latin í til
at skipa fyri evropesiskum
dystum. Tað krevur nógv meiri
av nevndini og umhvørvinum,
og krøvini frá UEFA kunnu
verða møtumikil, um tú ikki er
fyrireikaður.
Tí hevur mangt felag rent seg
í avbjóðingar gjøgnum tíðina,
men ongantíð mann rokið hava
verið so stórt, sum tað er kring
dystin í Klaksvík fríggjadagin.
Korona herjar í øllum heiminum
og krøvini frá UEFA er søguliga
hørð. Tá so gestirnir úr Slovakia
hava koronasmittuna við til
Føroya, er rokið fullkomið.
Her er ein gjøgnumgongd av
rokinum, sum helst bara er
komið í helvt, tá hendan greinin
verður prentað.
Bumban brestur
týsdagin seinnapartin
In.fo hevur tvær keldir, sum
vátta at korona er staðfest í
hópinum hjá Slovan Bratislava,
sum kom til landið dagin fyri.
Talan er um fysioterapeutin hjá
slovakisku meistarunum.
Teir høvdu longu fingið stað
fest korona undan fráferðini, og
tí eru allir spælararnir ikki við.
In.fo fær eisni at vita frá fleiri
ósamanhangandi keldum, at
spælarar hjá Slovan Bratislava
hava verið til gongu í Havn.
Reglugerðin hjá UEFA sigur, at
teir skulu halda seg á gistingar
húsium til úrslitini eru komin.
Landslækin viðgerð málið,
men samstundis kunnger Slovan
Bratislava at allir spælararnir
í hópinum, sum eru komnir til
Føroya eru testaðir negativir.
Hetta gjørdu teir á heimasíðuni
hjá felagnum, men tað vísur seg
ikki at verða øll søgan.
Reglugerðing hjá UEFA sigur,
at tað er galdandi reglarnir í landi
num, har dysturin verður spæld
ur, sum eru galdandi. Hetta gekk
millum annað útyvir FC Drita úr
Kosovo, sum tapti uttan dyst móti
norðurírska Linfield FC.
Her vóru tveir spælarar hjá
FC Drita úr Kosovo testaðir
positivt fyri koronu. Dysturin
skuldi spælast á neutralum vølli
í Sveis, og har vóru myndug
leikarnir ikki í iva. Allir spælar
arnir skuldu í sóttarhald og tí
bleiv dysturin avlýstur.
Slovakiskir miðlar dagin
fyri hendingina, at allir dystir
í Slovakia eru fyribils útsettir,
tí korona er í hópinum hjá júst
Slovan Bratislava.
Kaos í Klaksvík
Klokkan 17 er fundur í farsótt
arnevndini samstundis sum
spælararnir hjá Slovan Brati
slava eru á veg til Klaksvíkar at
venja. Hetta er við at blíva ein
av teimum heilt stóru søgunum
í evropesiskum fótbólti í hesi
vikuni. Tað er kaos í Klaksvík, tá
Slovan Bratislava møtir í Klakvík
til venjing seint seinnapartin.
Leiðslan í KÍ vil ikki hava spæl
ararnar hjá Slovan Bratislava
inn í skiftirúmið, tá fysiotera
peuturin er testaður positivur
fyri koronusmittuna. Formað
urin, Tummas Lervig, stillaði
seg í vegin, men seinni komu
partarnir ásamt um, at spælar
arnir bara vóru í skiftirúminum
og síðani á vøllinum.
- Tað vóru nakrir hendinga
ríkir tímar, har vit bæði vóru í
samskifti við Slovan Bratislava,
føroysku myndugleikarnar og
UEFA umboðið. Tað hendi nógv
og øll KÍ-leiðslan var í gongd, so
teir ikki bar sloppu undan at
fylgja reglunum, sum øll onnur
skulu, sigur Tummas Lervig,
formaður í KÍ.
Tað stendur ikki endaliga
skrivað í stein, at hendan upp
gerðin ikki verður spæld um
hetta mundið. Reglugerðin hjá
UEFA sigur eisini, at dysturin
skal verða spældur í seinasta
tveir dagar eftir ásetta tíð, og
kann verða spældur á uttan
veltaðum vølli. Hetta væntar
formaðurin tó ikki.
- Nei, eg vænti ikki, at dystur
in verður spældur. Teir kundu
komið við einum eykaliði, men
teir sita eisini í sóttarhaldi. Og
dysturin verður ikki spældur
við hasum spælarum, sum eru í
Føroyum, sigur Tummas Lervig
týskvøldið í samrøðu við In.fo.
UEFA situr nú við málinum og
tað verður bíðað eftir einum alt
avgerandi fundi mikumorgunin.
Spælararnir hjá KÍ verða bidnir
um at fyrireika seg upp á alt.
Slovan fær ein
lítlan møguleika
Fyrrapartin mikudagin er fund
ur. Á KÍ-loftinum situr leiðslan
klár at fara á videofund við
UEFA. Fundurin skal byrja
klokkan 10 og tað verður væntað,
at hetta verður skjótt avgreitt.
Klokkan 11 er framvegis einki at
frætta, og fleiri geva til kennar,
at tey nú vænta at okkurt er áfat
og Slovan Bratislava onkursvega
hevur siglt millum skerini.
Sannleikin er tó meira ein
faldur, tí fundurin verður tvær
ferðir útsettur og byrjar ikki fyrr
enn klokkan 10.45. Beint eftir
klokkan 11 koma boðini.
Slovan Bratislava hevur
fingið ein møguleika at møta
við einum koronafríum eyka
liði, sum kemur til landið í
seinasta lagi hósdagin. Hartil
skal nýggjur venjari og nýggj
hjálparfólk finnast, tí ongin í
ferðalagnum í Føroyum sleppur
at taka lut í dystinum.
UEFA reglugerðin sigur, at
dysturin skal verða avgreiddur
í seinasta lagi tvey samdøgur
eftir ásettan dystardag.Tí skal
Slovan Bratislava nú finna 13
spælarar uttan korona, fyri at
kunna avgreiða dystin í Klaksvík
fríggjadagin.
Umframt tað ítróttarliga, so
er eisini ein praktisk avbjóðing.
Eykaliðið kann eitt nú ikki
búgva á Hotel Brandan, har hóp
urin, sum er í Føroyum, býr nú.
Formaður í KÍ, Tummas Lervig,
vil ikki fyrihalda seg til spurn
ingin um hetta er gott ella ringt
fyri KÍ, tá hann verður spurdur
hósdagin á døgurða.
- Nei, vit fyrihalda okkum
bara til reglugerðina. Vit kunnu
ikki mótsiga reglugerðini, tí hon
gevur teimum hendan møgu
leikan. Nú fyrireika vit okkum
upp á, at tað verður Champions
League fótbóltur í klaksvík
fríggjakvøldið, sigur Tummas
Lervig við In.fo.
Tað endar við at dysturin
verður framskundaður til klokk
an 17, tí Europa League finalan er
fríggjakvøldið klokkan 19. UEFA
leggur nógv fyri, at ongir dystir
eru kring Evropa, tá teir stóru
dystirnir í UEFA-kappingunum
eru.
Slovan í øðini inn á
føroyskar myndugleikar
Tað gert skjótt greitt, at Slovan
Bratislava ætlar sær at spæla
hendan dystin líka mikið hvus
su støðan er. Slovan Bratislava
hevur á heimasíðuni hjá
felagnum boðað frá, at eitt
eykaliði møtir upp í Føroyum
í morgin, og spælir Champions
League dystin móti KÍ fríggja
kvøldið. Hartil er formaðurin í
felagnum, Ivan Kmotrík jr, í øðini
inn á føroyskar myndugleikar.
- Fyrst og fremst vilja vit
takka UEFA fyri at gera alt fyri,
at dysturin kann blíva spældur.
Vit virðismeta teirra initiativ
og engagement í hesi støðuni,
har lokalu myndugleikarnir er
komnir upp í spæl, og gera alt
fyri at gera umstøðurnar so
torfør fyri okkum sum gjørligt,
sigur Ivan Kmotrík.
- Hetta er ein undarlig støða, tí
sambært reglugerðini hjá UEFA
kunnu vit spæla, men lokalu
Champions League:
Tað hevur verið rok síðani tað bleiv alment,
at fysioterapeuturin hjá Slovan Bratislava er
testaður positivur fyri koronusmittuna. Eftir
nógvar samráðingar og álvarsligar ákoyringar
frá virkandi stjóranum hjá slovakiska
felagnum, er nú greitt at dysturin er fluttur til
fríggjadagin og eykaliðið skal spæla dystin
NAKRIR AV ROK
NAKRIR AV ROK
MIKLASTU DØGUNUM
MIKLASTU DØGUNUM Í Í
OKKARA EVROPESISKU
OKKARA EVROPESISKU
FÓTBÓLTSSØGU
FÓTBÓLTSSØGU