hósdagur 20. august 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
31
myndugleikarnir royna sítt
besta at steðga dystinum at blíva
spældur. Vit gleðast um, at vit
hava fingið enn ein møguleika
at spæla dystin fríggjadagin. Vit
vóna at dysturin verður spældur
í andanum av Fair Play og verður
avgjørdur á vøllinum.
Slovan Bratislava roynir tá
at samla ein hóp upp í minsta
lagi 13 mans til dystin, men 1.
liðshópurin er framvegis eftir
í Føroyum og Ivan Kmotrík
jr hevur eina ætlan um at fáa
spælarar úr sóttarhaldinum.
- Vit hava hildið reglugerðina
hjá UEFA. Vit hava fylgt henni
neyvt og vit hava 18 spælarar í
Føroyum, sum hava fingið nega
tivan test tvær ferðir upp í slag.
Tí fara vit nú aftur at royna at
fáa teir úr sóttarhaldinum, so
teir kunnu spæla fríggjakvøldið,
sigur Ivan Kmotrík.
Ongin av teimum 18 spælar
unum ,ella nakar frá venjara- ella
hjápartoyminum kunnu verða
hjástaddir til dystin, ella verða
saman við nýggja hópinum.
- Hetta er ein óvanliga kompli
serað og avbjóðandi støða fyri
okkum, og sanniliga eisini fyri
viðhaldsfólkini. Komandi 24
tímarnir fara vit at gera alt fyri
at halda fast í møguleikanum at
spæla dystin, og kunna spæla
um at koma víðar. Eg vænti at
vit fáa sukse saman og at vit fara
at klára tað, sigur formaðurin í
Slovan Bratislava, Ivan Kmotrík
at enda við heimasíðuna.
Fútin sigur nei!
Hóast tann umstríddi Ivan
Kmotrík jr, ið ikki hevur eitt
skikkiligt umdømi um tú lesur
á netinum, brúkti stór orð
og royndi at dálka føroyskar
myndugleikarnar, so segði fútin
bara nei.
Tað staðfesti fútin, Michael
Bolsen, fyri Kringvarpinum í
tíðindunum í mikukvøldið.
- Sóttarhald er tvær vikur
og tað er tvær vikur, og soleðis
er tað fyri øll. Eisini tey, sum
ferðast hertil. Tað er soleiðis vit
hava valt at gjørt tað. Onnur
lond velja at gera tað øðrvísi,
men soleiðis eru reglugerðirnar
í Føroyum, sigur Michael Bolsen,
fúti.
Gaini: Vit kunnu
missa alt trúvirði
Shahin Gaini, serlækni í Infek
tiónsmedisin, gav eisini sína
meining til kennar viðvíkjandi
málinum um Slovan Bratislava
og koronusmittuni.
- Um slovakar, sum nú sita
í sóttarhaldi á Hotel Brandan,
verða loystur úr sóttarhaldi í
Føroyum, tí ein test nummar
trý er negativ áðrenn 14 dagars
sóttarhald er av, missa vit alt
trúvirði millum teir túsund
føroyingarnir, sum eru settir í
14 daga sóttarhald, og sum ikki
sleppa úr sóttarhaldi, tí teir hava
negativan test. Eg vóni tað enn
eru føroyskir myndugleikar
og farsóttarnevndin, sum ráða
í Føroyum, og ikki UEFA, FSF,
KÍ ella slovakiska liðið, skrivaði
Shahin Gaini.
Mikkjal: Hugstoytt
og respektleyst
Venjarin hjá KÍ heldur lítið um
atburðin hjá Slovan Bratislava
og virkandi formanninum, Ivan
Kmotrík jr.
- Eg haldi, at tað er hugstoytt,
at teir koma her úr Slovakia og
royna at spæla eitt skitið spæl.
Bæði við at royna at koma
rundanum reglurnar, við at
leggja trýst á og við at leggja
føroysku myndugleikarnir und
ir at gera støðuna hjá teimum
so torføra sum gjørligt. Tað
er týðiligt, at teir ikki virða
leiðreglurnar í Føroyum, og
tað er respektleyst og hoyrir
ongastaðni heima av einum
felagi sum Slovan Bratislava,
sigur Mikkjal Thomassen við
portal.fo.
Hann sigur víðari í samrøðu
við portalin, at hann Slovan
Bratislava framvegis kann koma
við einum sterkum liði. Slovan
hevur fyri vana, at skifta allar
ellivu spælararnar, tá teir spæla
ávísar dystir og teir bestu skulu
hvíla til tær størru uppgávurnar.
Her verður víst á, at Slovan
Bratislava eisini hevur eitt lið
í næstbestu deildini, eins og vit
kenna úr Føroyum. Tað búgva
áleið líka nógv fólk í Slovakia
sum í Danmark, so talan kann
verða um eitt lið, ið hevur áleið
ítóttarligt støðið, sum vit síggja
í næstbestu deildini í Danmark.
Hann harmast eisini um,
at føroysku myndugleikarnir
eru komnir undir slíkt trýst og
ákærir.
Slovan er eitt stórfelag
Tað er eitt stórfelag í bæði
slovakiskari og kekkoslovak
iskari søgu. Størsta bragdið í
søguni hjá Slovan Bratislava
varð tá teir 21. mai í 1969 á Sankt
Jacob leikvøllinum í Basel í Sveis
vunnu 3-2 á FC Barcelona í
Europa Cup finaluni fyri steypa
vinnarar.
Fram til 1993 var Slovan
Bratislava ofta í oddinum í
kekkoslovakisku fótbóltsliguni.
Átta ferðir vann Slovan Brati
slava kekkoslovakiska meistara
heitið, og tíggju ferðir endaðu
teir á øðrum plássi. So seint
sum í 1992 gjørdust teir kekko
slovakiskir meistarar. Fimm
ferðir vann Slovan Bratislava
kekkoslovakisku steypakapp
ingina.
Í 1993 loysti Slovakia frá
Kekkia, og Slovan Bratislava fekk
æruna at gerast fyrsti slovakiski
meistarin í mansfótbólti aftaná
loysingina frá Kekkia.
Slovan Bratislava hevur
vunnið slovakiska meistara
heitið 14 ferðir, og teir hava
vunnið slovakisku steypakapp
ingina heilar 16 ferðir. Áðrenn
1993 høvdu slovakar sína egnu
steypakapping, men høvdu
ikki sína egnu landskapping.
Ein skipan sum minti um hana
í Wales í gomlum døgum, har
Wales ikki hevði sína egnu
landskapping, men kortini hevði
The Welsh Cup.
So talan verður um tvey
søgurík lið, ið møttast í
undankappingini í Champions
League kappingini við Djúpu
mýru í Klaksvík 20. august.
Farna kappingarár vann
Slovan Bratislava seg í bólka
spælið í Europa League. Har kom
Slovan Bratislava í bólk saman
við Wolverhampton, Braga og
Besiktas. Slovan Bratislava tapti
0-1 og 1-2 móti Wolverhampton,
vann 4-2 og tapti 1-2 móti
Besiktas, og spældi javnleik 2-2
og tapti 2-4 móti Braga. Slovan
Bratislava endaði á einum triðja
plássi í bólki K í Europa League.
Næstseinast Slovan Brati
slava vann seg í Europa League
bólkaspælið var kappingarárið
2011-2012, tá tað eydnaðist at
fáa ein flottan 0-0 javnleik móti
Paris Saint Germain, men annars
tapti Slovan Bratislava hinar
fimm dystirnar í bólkinum.
Tað nærmasta Slovan Brati
slava er komið bólkaspælinum
í Champions League var kapp
ingarárið 2014-2015. Tá møti
Slovan Bratislava hvítarussiska
liðnum, BATE Borisov í tveimum
Play Off dystum um rættin at
vinna seg í bólkaspælið. Slovan
Bratislava tapti uppgerðina
samanlagt 1-4.
Bíða eftir eykaliðnum
Tá hendan greinin er skrivað
verður bíðað eftir at flúgvarin
úr Bratislava við eykaliðnum
skal lenda. Nógv bendir á, at
hetta er bara fyrsti kapittul í
eini søgu, sum kann fevna um
bæði tveir og tríggjar kapittlar,
alt eftir hvat hendir komandi
tveir dagarnar.
Er aftur korona í hópinum
hjá Slovan, vinnur KÍ og fær
2,8 milliónir krónur, ella klárar
Slovan Bratislava at samla ein
hóp, ið er kappingarførur við
KÍ. Alt hetta fáa vit svar upp á
komandi dagarnar. Føroyskur
fótbóltur er aftur í altjóða miðl
um, og aftur eru tað serligar um
støður, ið gera seg galdandi.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
CHAMPIONS LEAGUE 1. UMFAR:
FRÍGGJADAGIN 19. AUGUST
KÍ-SLOVAN BRATISLAVA (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1
CHAMPIONS LEAGUE 2. UMFAR:
YOUNG BOYS – KÍ/SLOVAN BRATISLAVA
FAKTA:
KÍ-SLOVAN BRATISLAVA (BEINLEIÐIS Á FM1)
FRÍGGJADAGIN KLOKKAN 17.00
VIÐ DJÚPUMÝRAR, KLAKSVÍK
DÓMARI: KRISTOFFER HAGENES (NORRA)
Champions
League radio
úr Klaksvík
F
ríggjadagin verður
ein søguligur dagur
í Klaksvík, tá KÍ á
fyrsta sinni skal
spæla evropesiska dyst við
Djúpumýrar. Fyrstu fyrstu
ferð í 20 ár skal KÍ spæla í
Champions League og mót
støðuliðið er Slovan Brati
slava úr Slovakia.
FM1 verður á staðnum
og fer at senda beinleiðis
frá dystinum. Byrjað verður
longu klokkan 13 við einum
serligum Fótbóltspanelið um
KÍ. Her verður millum annað
ein samrøða við Mikkjal K.
Thomassen, um týdningin
av at KÍ spælir sínar evro
pesisku heimadystir í Klaks
vík, hvussu KÍ ætlar at takla
Slovan Bratislava og hvørjar
vónir hann hevur til upp
gerðina.
Gestir í sendingin verða
millum annað borgarstjórin
í Klaksvík, Jógvan Skorheim,
formaðurin í KÍ, Tummas
Lervig og fyrrverandi spæl
ararnir Olgar Danielsen, sum
hevur eina heilt serliga søgu
í evropesiskum høpi, Jan
Andreasen og Rógvi Jacob
sen, sum á hvør sín hátt
hava nógv at fortelja um. Jan
Andreasen er pápi Jákupi
Andreasen, sum verður lið
skipari í søguliga dystinum
fríggjadagin.
Eftir tíðindini klokkan 15
verða gestirnir Teitur Joen
sen, viðmerkjari til dystin, og
Jákup Ósá, ítróttarskrivari
hjá Norðlýsinum og eigari
av fótbóltsheimasíðuni, bolt.
fo. Her verður farið í fleiri
smálutir í dystinum. Frá
klokkan 16.30 verður sent
beinleiðis frá vøllinum. Dyst
urin byrjar klokkan 17. Eftir
dystin verða reaktiónir og
ein lítil Champions League 3.
Hálvleikur.