hósdagur 27. august 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
3
Hoydalar skulu fatast sum ein heild, og eigur at fáa
frið og verða varðveitt. Bygningarnir frá Sanatoriu
tíðini hava mentanar søgulig virði, sum aftur vísa til
eitt sosial søguligt innihald um eina farna og myrka tíð
við sjúku og deyða. Sum bygningsverk er Sanatoriið
eindømi í Føroyum. Saman við fløtuni og viðar lundini
eru Hoydalar eitt heilskapað og sam eint mentanar
lands lag, sum er til fragd og njótan hjá almenning
inum, sum ferðast í hesum serstaka mentanar
umhvørvi nær hendis vaksandi bygging og tí yðjandi
lívið og virk semi í samfelagnum.
‘Færøernes Amtkommunes Tuberkulosesygehus’,
Sanatoriið, varð bygt í Hoydølum í 1908, meðan
herviliga tuberklasjúkan gjørdi vart við seg. Sanatoriið
varð innrættað við fólka sanatoriu deild til sjúklingar,
sum nýliga høvdu fingið lungnatuberklar, og
tuberkla sjúkra húsdeild til sjúklingar, sum høvdu
lungna tuberklar. Valdemar Ingemann og Bernhard
Ingemann, arkitektar í København, teknaðu
Sanatoriið. Um hetta mundið var Sanatoriið millum
størstu timburhús í landinum, prýtt við eyðkendum
útskornum skurðum um vind eygu og hurðar, við
svalum út móti fløtuni. Sanatoriið hevði flagtekju.
Sanatoriið í Hoydølum læt aftur Í 1962 tá ‘Studenta
skúli Føroya Løgtings’, áður ‘Studentaskúli og
Preliminer skeið Føroya Løgtings’, seinni Føroya
Studenta skúli og HFskeið’, flutti inn.
Fornminnisnevndin er tilmælandi nevnd
hjá lands stýris manninum í menta
málum, ið hevur evstu ábyrgd
í friðingar málum.
MÁLSGONGDIN:
■ Tjóðsavnið ger eina almenna lýsing um uppskot
at friða Sanatoriið við umliggjandi øki.
■ Ein almenn hoyring verður sett í verk og øll kunnu
senda inn viðmerkingar til ætlaðu friðingina
av Sanatoriinum við umliggjandi øki.
■ Hoyringstíðaskeiðið er 6 vikur.
■ Í hoyringstíðini mugu ikki fremjast bygningaarbeiði ella broytingar
á bygningarnar uttan við loyvi frá Landsantikvarinum.
■ Tá hoyringstíðin er farin, skal Fornminnisnevndin taka støðu
til, um hon vil gjøgnumføra friðingina, m.a. við støði í
teimum viðmerkingum, sum møguliga eru innkomnar.
■ Fornminnisnevndin sendir tilmæli sítt til
landsstýrisfólkið við menta málum, sum tekur
endaliga avgerð í málinum. Avgerðin
verður síðan tinglýst.
FORNMINNIS NEVNDIN HEVUR GJØRT UPPSKOT
UM FRIÐING AV SANATORIINUM Í HOYDØLUM,
SUM HERVIÐ VERÐUR SENT TIL ALMENNA HOYRING
FRIÐING AV SANATORIINUM
Í HOYDØLUM
ALMENN HOYRING
Ella til:
Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15, Hoyvík
Postsmoga 1155
110 Tórshavn
Telefon 340 500
Hoyringsfreistin er 9. oktober 2020
Hoyringssvar,
viðmerkingar o.t.
kunnu sendast til savn@savn.fo
Les meira um
Sanatoriið og
friðingar upp skotið
her:
tjóðsavnið.fo