hósdagur 27. august 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Nýggj bók við krimigátum gevur familjuni
avbjóðingar
Mín gløggi vinur« er heitið á nýggjari
bók, sum er útkomin. Hetta eru krimigátur,
har øll familjan sleppur at royna seg.
– Í bókini eru 77 hugvekjandi og
læruríkar søgur hjá føroyskum børnum,
sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka til
nakað býtt.
– Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum
og eru ein livandi lýsing av tí nógva og
spennandi, sum hendir her í Føroyum.
Gáturnar nema samstundis við tað
ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja
og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni
lesarin lærur seg at steðga á við støður,
har tað verður logið, svikað ella eitthvørt
illgrunasamt býr undir, stendur at lesa í
tíðindaskrivi.
Steintór Rasmussen hevur funnið uppá
og skrivað søgurnur. Eydna J. Steinberg
hevur myndprýtt og teknað. »Mín gløggi
vinur« fæst í sølubúðunum.
28. AUGUST 2020
Tað sigur seg sjálvt, at
sterku privatu fyritøkurnar
vilja hava SEV
Politiski viljin í Føroyum er, at vald og virði
skulu savnast á fáum hondum.Hetta hevur
fólkið valt, og hetta hevur landsstýrið sett
sær fyri.
Fyri Fólkaflokkin er gøtan greidd: Flokk
urin fær framgongd í veljarakanning, tí at
flokkurin førir sín politikk í verki. Onnur
hava tosað um »fólksins ogn« og um at býta
virðini javnari. Tað varð í Løgtinginum
vent á høvdið aftur, so nakrir fingu tað,
teir áður hava fingið – soleiðis at ávísir
bólkar trygt kunnu gera sínar íløgur og
samstundis fylla sær skattkømrini.
Sambandsflokkurin fór til val upp á
viðgerðartrygd á sjúkrahúsum og at knýta
Føroyar tættari upp í ríkisfelagsskapin.
Viðgerðartrygdina hoyra vit ikki nógv um.
Á sjúkrahúsunum hava tey nógv annað
at hugsa um. Og ríkisfelagsskapin metir
Sambandsflokkurin ikki hægri enn so, at
løgmaður setti einasta fullveldismann í
samgonguni at standa fyri øllum samskift
inum úteftir. Og hann hevur longu fortalt
dønum, at nú eru nýggjar tíðir í Føroyum.
Nú skulu danskir ráðharrar ikki longur
siga, hvar skápið skal standa í Føroyum.
Tey »hegru« málini hjá Miðflokkinum,
fosturtøkan og at taka rættin aftur hjá fólki
av sama kyni at giftast, meinar flokkurin
líka lítið við sum løgtingsformaðurin. Tað
er bara snakk at festa eld í kjakið og ikki
realpolitikkur.
Men aftur til SEV. Um vit ímynda okk
um, at um 10 ár fara 15.000 húski at keypa
fyri 500 kr um mánaðin í streymi at hita
hús við, so gevur tað 90 mió kr. Fara so
36.000 bilar at keypa streym fyri 500 kr
um mánaðin at løða bilar við, tosa vit um
aðrar 216 mió kr. Bara her eru 306 mió kr
meira í streymsølu, enn SEV hevur í dag.
Hetta er git og kann blíva munandi meira.
Her er eitt veldugt potentiali at tjena
pengar. Sjálvandi skulu SEV og kommun
urnar ikki hava hendan vinning. Og so slett
ikki fólkið í Føroyum. Tí vinningurin skal
í privatar lummar. Tað sigur landsstýrið,
og tað sigur fólkið, sum hevur valt hetta
stýrið. Og niðurstøðan er hin sama:
Kanska fjøldin er býtt? Tí tá á stendur,
so skal fólkið altíð gjalda gildið. Men tá
ræðuliga nógvir pengar eru at vinna, tá
eru tað bara tey fáu útvaldu, sum skulu
fáa. Vil fólkið tað?
Sjálvandi skulu reiðararnir hava SEV
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Steintór skrivar
krimigátur til
familjuna
Eingin smitta varð staðfest
mikudagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá
Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 90.706
kanningar.
Hetta er sætti dagur á rað, at eingin smitta
er staðfest innanlands. 916 kanningar vórðu
gjørdar kring landið í gjár. 411 persónar hava
fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru
nú 358 persónar staðfestir frískir aftur, og
sostatt eru 53 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir
á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við
coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari
deild.
Seks dagar uttan smittu
Les eisini blaðið
á telefonini
Helgi trilvar í
blindum
Lesarabræv, Bogi Andreasen,
síða 20
Kendir útisetar
farnir um tey áttati
Heilsan s 16-17