hósdagur 27. august 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
5
Í næstum letur ein spennandi handil upp í SMS, og í tí sambandi leita vit eftir
einum leiðara, ið kann vera við heilt frá byrjan. Talan er um eitt spennandi
starv, har leiðarin hevur høvuðsábyrgdina av at tryggja, at kundar okkara fáa
eina serstaka handilsuppliving. Tað verður eisini ábyrgdin hjá handilsleiðaranum
at skapa menning og inntøku, umframt at hava ábyrgd av starvsfólkahópinum.
Sum handilsleiðari situr tú sjáldan still/-ur, og umráðandi er, at tú trívist í einum
umhvørvi við nógvari ferð. Í handlinum verður eitt stórt vøruúrval, sum javnan
skal dagførast. Av tí sama hevur tað stóran týdning, at tú dugir at arbeiða
skipað og hevur gott yvirlit.
Tú fært ábyrgdina av at leggja vaktarætlan, at læra starvsfólkini upp og at
motivera tey. Tað verður tú, sum gongur á odda fyri, at tit í felag røkka
ásettum málum.
Vit vænta av tær, at
· tú ert ábyrgdarfull/-ur.
· tú ert fyrireikað/-ur upp á at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.
· tú ert tænastusinnað/-ur. Kundatænastan er altíð í miðdeplinum.
· tú altíð syrgir fyri, at handilin sær væl hildin og innbjóðandi út.
Afturfyri kunnu vit bjóða eitt spennandi starv, har tú fært stóra ábyrgd og
sjálvræði beinanvegin.
Royndir á økinum og/ella handilsútbúgving er ein fyrimunur, men eingin treyt.
Løn eftir avtalu.
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til
Sáru J. Petersen á tlf. 265176 ella sara@sms.fo.
Freistin at søkja er 6. september 2020.
Søk á rumbul.fo