hósdagur 27. august 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
6
Suðuroyingar
hava havt nógv
vitjan í summar
Smyril hevur ført so nógv ferðafólk um
Suðuroyarfjørð sum ongantíð áður
ÁKI BERTHOLDSEN
F
yrr í ár vórðu føroyingar bidnir
um at ferðast í egnum landi, tí
korona gjørdi tað ov vandamikið
at ferðast uttanlands. Og tað er
nógv, sum bendir á, at fólk hava tikið tað
til sín – og í øllum førum eru tað rættiliga
nógv fólk, sum hava ferðast til Suðuroyar
í summar.
Tað hevur eisini javnan verið at hoyrt,
at Smyril hevur verið so fullur av fólki og
bilum, at øll eru ikki sloppin við. Og nú
Strandferðslan hevur gjørt støðuna upp,
er tað lætt at skilja hví, tí Smyril hevur
nevniliga ongantið siglt við so nógvum
ferðafólki, og so nógv bilum, sum í juli í ár.
Tølini vísa nevniliga at í juli í ár
ferðaðust heili 35.756 ferðafólk um
Suðuroyar fjørð við Smyrli og bilarnir vóru
heili 12.973 í tali.
Hetta er nógv meiri enn Smyril førdi
í juli mánað í fjør, tí tá ferðaðust 29.889
ferðafólk við Smyrli og samstundis førdi
hann 11.012 bilar um Suðuroyarfjørð í juli
í fjør.
Annars hevur ferðafólkatalið við Smyrli
ligið um 30.000 ferðafólk í juli mánað, ofta
eitt sindur minni enn tað.
Hinvegin hevur gongdin verið tann
beint øvugta við Teistanum, sum førdi
19.924 ferðafólk, og 7.041 bilar um Skopun
arfjørð í juli mánað. Tað er væl minni enn
í juli í fjør, tá ið ferðafólkatalið var 25.870
fólk og bilatalið var 6.311 bilar.
Tað sama ger seg eisini galdandi á nógv
um øðrum rutum hjá Strandferðsluni,
bæði til Nólsoyar og til Kalsoyar, at ferða
fólkatalið í juli í ár hevur verið væl minni
enn tað var í juli í fjør.
Afturímóti var tað rættiliga slakt við
ferðafólki í mars og apríl, tí tá varð mælt
fólki frá at ferðast fyri at tálma smittu
spjaðingini. Í mai fóru fólk so aftur so
spakuliga at ferðast og síðani hevur tað
bara vundið upp á seg.
Almennir
stovnar
sløsa við
KT-trygd
A
lt ov nógvir almennir
stovnar hava ikki síni
KT-trygdarviðurskifti
í lagi.Tað sigur Lands
grannskoðanin, sum hevur latið løg
tingsgrannskoðarunum frágreiðing
um KT-trygdarstøðuna hjá stovnum
landsins.
– At KT landsins umsitur KT-økið
merkir ikki, at stjórnarráð og stovn
ar kunnu siga ábyrgdina frá sær.
Stovnarnir hava fulla ábyrgd av dát
unum, tey arbeiða við. Tað tykist ikki
sum at tann boðskapurin er grundfest
vitan hjá stovnsleiðslunum, sigur
Landsgrannskoðanin.
Landsgrannskoðanin heldur, at
spurningur kann setast við, um allir
landsins stovnar eru førir fyri at um
sita sínar dátur, og um avvarandi
aðalráðini tí kunnu hava álit á, at KT-
tilfeingið hjá landinum er í tryggum
hondum.
Niðurstøðan hjá Landsgrannskoð
anini er tann sama sum í 2014. Tað
er, at støðan á KT- trygdarøkinum
ikki er nøktandi.