hósdagur 27. august 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
8
STEINAR PATURSSON
E
rt tú lønmóttakari ella
pensiónsmóttakari, skal
lønin ella pensiónin hjá
tær flytast umvegis ein
peningastovn. Flestu okkara
hava sostatt okkurt samband
við teir peningastovnararnar,
sum virka í Føroyum, og alt
annað líka eru flestu okkara
eisini noydd at nýta tænastur
teirra í ávísan mun.
Peningastovnarnir hava tó
ásett tænastugjøld fyri nógvar
tænastur, teirra millum eisini
grundleggjandi bankatænastur,
og havandi í huga, at tú skalt vera
kundi í einum peningastovni
fyri at fáa løn ella pensión, ber
ikki til at forvinna pening í
Føroyum uttan at skula gjalda
okkurt til peningastovnarnar.
Sjálvtøkurnar kosta - eisini
í tínum egna peningastovni
Tey fægstu munnu geva sær
far um, at hvørja ferð pening
ur verður tikin úr einari sjálv
tøku, tekur bankin eitt gjald
fyri hetta. Allir føroysku pen
ingastovnarnir taka gjald fyri
tænastuna, hóast gjaldið er
ymiskt frá peningastovni til
peningastovn.
Betri banki tekur mest fyri
tænastuna. Hevur tú kort frá
Betri banka og tekur pengar úr
einari sjálvtøku hjá Betri banka,
kostar hetta 8 krónur. Nýtir tú
eitt kort frá Betri banka í sjálv
tøku hjá øðrum peningastovni,
kostar hetta eisini 8 krónur.
Hinir peningastovnarnir eru
nakað bíligari, tá tað kemur til
útgjald úr sjálvtøkum. Bank
Nordik og Norðoya sparikassi
taka ávíkavist 5 og 2 krónur fyri
tænastuna, meðan Suðuroyar
sparikassi tekur 2 og 4 krónur.
Netbankin er heldur
ikki ókeypis
Hjá øllum peningastovnunum
er ókeypis at avgreiða síni
fíggjarviðurskifti við hús um
vegis netbanka. Flytingar, fastar
flytingar og gjaldsavtalur kunnu
setast á stovn við hús, uttan at
peningastovnarnir taka pening
fyri tað. Tað er kortini ikki
ókeypis at hava netbanka.
BankNordik tekur, sum ein
asti peningastovnur í Føroyum,
eitt gjald á 100 krónur fyri at
stovna netbanka í tínum navni,
og allir peningastovnarnir taka
eitt gjald fyri nýtslu av net
banka. BankNordik, Betri banki
og Norðoya sparikassi taka allir
30 krónur hvønn ársfjórðing,
meðan Suðuroyar sparikassi
krevur 80 krónur um árið fyri
tænastuna.
Tað kostar at koma
inn í bankan
Ynskist at sleppa undan at
gjalda fyri netbanka fyri ístaðin
at møta upp í peningastovninum
at avgreiða rokningar, flytingar
og annað, so slepst sjálvandi
undan tænastugjaldinum fyri
netbankan.
Hinvegin taka peninga
stovnarnir munandi hægri
avgreiðslugjøld fyri flytingar
og gjaldingar, um tær verða
framdar í deildunum hjá pen
ingastovnunum.
Hjá Suðuroyar sparikassa
kostar tað 25 krónur antin
at flyta ella gjalda við inn
gjaldskorti, meðan hinir tríggjar
peningastovnarnir taka 40
krónur fyri tænasturnar báðar.
Fyri tey flestu eru gjaldskort
vorðin ein fastur partur av
gerandisdegnum, ið ikki slepst
undan.
Síðan koronufarsóttin fór at
herja í mars mánaði, hava nógvir
handlar rætt og slætt noktað at
tikið ímóti reiðum peningi, og
tí hava gjaldskort verið einasti
gjaldshátturin, skuldi tú til
handils.
At nokta at taka ímóti reiðum
pengini er heldur ikki ólógligt,
tí kontantreglan, sum er ásett
í donsku gjaldslógini, er ikki
galdandi í Føroyum, tí gjalds
lógin er ikki galdandi í Føroyum,
kunnaði Rannvá Ragnarsdóttir,
brúkaraumboð, í mei mánaði.
Allir peningastovnarnir taka
eitt árligt gjald fyri nýtslu av
antin visakorti ella masterkorti,
men BankNordik er einasti pen
ingastovnur, ið tekur eitt gjald
fyri at seta eitt tílíkt kort á stovn.
Hinvegin er BankNordik einasti
peningastovnur, ið hevur eitt
hevikort, sum eisini er ókeypis
at hava, meðan Suðuroyar spari
kassi og Norðoya sparikassi hava
dankort, ið eisini eru ókeypis.
Johannesen og vísir á, at í juni
mánaði varð sjálvtøkan á Skála
tikin burtur, og bygdafólkið har
verður tí noytt at fara til Runa
víkar, skulu tey hava reiðan
pening.
– Samstundis kostar tað í
ávísum førum at hava eina
lønarkonto og at taka peningin
út. Tað er ymiskt frá peninga
stovni til peningastovn, alt eftir
hvussu nógvar kontur tú hevur
og so framvegis.
Uppskotið er sostatt ein
roynd at tryggja, at føroyski
brúkarin ikki skal gjalda fyri at
fáa fatur í peningi, sum brúkarin
longu eigur frammanundan.
– Tað, sum liggur í uppskoti
num, er, at vit skulu tryggja, at
tú hevur altíð atgongd at fáa
pengarnar hjá tær út. Tað vil
siga, at tað skal ikki vera ov langt
millum automatirnar, og at tað
skal vera ókeypis at hava lønar
konto og at taka pengarnar út,
sigur Aksel V. Johannesen.
– Hetta kann áleggjast við
lóg, og um ikki, kunnu vit skapa
møguleikan fyri, at fólk kunnu
hava lønarkonto aðrastaðni
enn í bankunum, sigur Aksel V.
Johannesen, formaður í Javn
aðarflokkinum.
Tað kostar at forvinna
pening í Føroyum. Tað
er lógarkrav at hava
lønarkontu, men samstundis
taka peningastovnarnir
avgreiðslugjøld fyri
grundleggjandi bankatænastur,
so sum at taka pening út ella
fremja flytingar. Vit hava hugt
eftir tænastugjøldunum hjá
føroysku peningastovnunum
SMÁU GJØLDINI
SMÁU GJØLDINI
KOSTA DÝRT
KOSTA DÝRT