hósdagur 27. august 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
9
Visti tú?
- At tað kostar 8 krónur at taka
pening út úr sjálvtøku, um tú ert
kundi hjá Betri banka?
- At allir peningastovnarnir krevja
gjald fyri netbanka?
- At BankNordik tekur 250
krónur fyri at seta á stovn
gjaldskort?
Javnaðarflokkurin hevur lagt
fram uppskot til samtyktar
um at tryggja ókeypis og lætta
atgongd til grundleggjandi
bankatænastur.
Í viðmerkingunum til
uppskotið stendur, at fyri
at standa seg væl í altjóða
styrkismetingum, skulu pen
ingastovnarnir lúka fleiri
krøv um skynsaman rakstur,
og at úrslitið av hesum hev
ur verið ein røð av effektiver
ingsátøkum.
Sum avleiðing av hesum
hava peningastovnarnir í
fleiri førum latið deildir og
sjálvtøkur aftur, og sam
stundis eru avgreiðslugjøld
løgd á fleiri av grundleggjandi
tænastunum í peningastovn
unum.
Í uppskotinum verður lagt
upp til, at peningastovnunum
verður álagt við lóg at trygg
ja, at kundarnir hava lætta
og ókeypis atgongd til
grundleggjandi bankatæn
asturnar.
– Orsøkin til uppskotið er,
at tað er eitt lógarkrav, at fólk
skulu hava eina lønarkonto í
føroysku peningastovnunum.
Men í nógvum førum hava tey
trupult við at fáa pengarnar
út, um eingin deild ella auto
mat er í bygdini meira, sigur
Aksel V.
Grund
leggjandi
banka
tænastur
skulu vera
ókeypis