hósdagur 27. august 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
10
ANNIKA KUNOY IM
I
nstagram: Sosiali miðilin
við myndum í miðdepli
num. Myndir, sum al
oftast vísa tað vakra og
filtreraða, sum veitir skumpið
í afturpartin til at stremba
meir eftir tí fullkomna. Tað veri
seg tí fullkomna kroppinum,
heiminum, familjuni, sosialu
samveruni, upplivingum, ella
øðrum, sum øll í veruleikanum
vita er pallsett og als ikki veru
ligt - men sum kortini onkurs
vegna hevur so stóra ávirkan
á okkum menniskju. Við øllum
rákum koma tó mótrák, og
soleiðis er eisini á Instagram,
har fleiri bloggarar við sínum
boðskapi vilja vísa okkum aftur
á veruleikan. Ein teirra er Malan
Ludvig.
Á bloggi hennara »malunar
verd« síggja vit ein ófiltreraðan
gerandisdag við øllum tí, sum
fylgir við.
–Eg var troytt av at síggja
hitt. Eg var so troytt av tí, at tað
plágaði meg sálarliga. Eg fekk
ein niðurtúr, og tað ljósareyða
á sosialu miðlunum gjørdi tað
ikki lættari hjá mær at koma
meg, sigur 38 ára gamla havnar
daman.
Niðurtúrurin kom fyri jól í fjør.
Malan Ludvig hevði ein fullan
gerandisdag við fýra børnum,
fulltíðarstarvi og undirvísing.
– Eg legði nógv fyri dagin,
tað var hektiskt, og krøvini frá
mær sjálvari og umheiminum
vóru stór.Tað kendist, sum sat
ein stórur fílur á bringuni hjá
mær. Eg fekk ikki luft, sigur
Malan Ludvig, sum síðani fór
til til kommunulækna og fekk
staðfest, at kroppsliga bilti
henni einki.
– Eg hevði ov nógv um oyrini,
og tí mátti eg sjúkrameldast.
Men eg eri skyldurøkjandi, og
tað var torført at viðganga, at eg
ikki orkaði meir. Eg vildi eisini
vera kekkað og vera hon, sum
megnar fýra børn og arbeiði og
alt møguligt annað, sum at eta
vistfrøðiligt og grønt, sigur hon
um tíðina, tá alt varð ovmikið
júst fyri jól í fjør.
– Tað vil eg enn, men á ein
annan hátt, tí eg veit, at eg kann
ikki alt í senn, leggur Malan Lud
vig síðani aftrat.
– Tað er lætt at taka krøvini
útifrá og gera tey til eins egnu.
Tað kendist sum gav eg skarvin
yvir, tá eg krasjaði. Men í veru
leikanum er tað í lagi av og á at
ganga í náttklæðum ein heilan
dag, sigur hon.
Malan var sjúkrameldað í
desember í fjør og januar í ár. Í
februar byrjaði hon at arbeiða
aftur, men hon hevði frí ein dag
um vikuna.
– Eg fór at raðfesta øðrvísi og
fór at ganga og renna aftur, og
eg hugsaði meg betur um. Eisini
býttu vit arbeiðið heima øðrvísi,
greiðir hon frá.
– Tá eg var sjúkrameldað, hevði eg tíð at hyggja
at sosialu miðlunum. Eg visti sjálvandi, at tað
ikki ber til, at tað er so fantastiskt hjá øllum
øðrum alla tíðina. Tí valdi eg við mínum
bloggi at vísa á veruleikan, sigur hon um
byrjanina til Instagramvangan malunarverd
KRØVINI ERU
KRØVINI ERU
Navn: Malan Ludvig
Aldur: 38 ár
Gift við Dáva Brøðraberg
Mamma at fýra børnum,
sum eru 10, 8, 5 og 3 ár
og bonusmamma at einum
vaksnum dreingi
Útbúgving: kandidat í
námsfrøði við hjánámi í
føroyskum
Starv: arbeiðir sum
námsfrøðingur á dagstovni
Fylgjarar á Instagram: 602
FAKTA