Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 11 Og í mars varð hon send heim í nakrar vikur, tá samfelagið varð sett niður í ferð vegna koronu­smittuna. –Vit kunnu ikki arbeiða heima, so vit høvdu frí tær vikurnar. Hóast tað var irriterandi, so fingu vit geara niður. At geara niður og at vaska hendur. Tað hava vit lært av koronu, flennir hon. Nýggjan blogg í koronutíðini – Eg havi onga idylliska mynd av allari familjuni í einum svimji­ hyli sunnanfyri, tí eg havi ikki verið sunnanfyri við børn­ unum. Eg kendi eitt sindur av øvundsjúku, tá eg sá hesar per­ fektu familjumyndirnar á Insta­ gram, greiðir hon frá. – Tá eg var sjúkrameldað, hevði eg tíð at hyggja at sosialu miðlunum. Eg visti sjálvandi, at tað ikki ber til, at tað er so fantast­iskt hjá øllum øðrum alla tíðina. Tí valdi eg við mínum bloggi at vísa á veruleikan, sigur hon um byrjanina til Instagram­ vangan malunarverd. – Tað vóru fá, sum vistu, hví eg var sjúkrameldað. Eg hevði ringt við at tosa um tað, júst tí at alt var so ljósareytt aðra staðni. Enda­málið við blogginum hjá mær er nú at vísa á, at alt er ikki altíð so ljósareytt, men at tað eisini er í lagi, sigur hon. Nú fær Malan so nógvar aftur­meldingar frá kvinnum, sum fylgja henni á Instagram, at hon er vís í, at tað eru fleiri, sum hava tað líka sum hon. – Fleiri skriva til mín, og tær eru glaðar fyri at síggja, at veruleikin verður endur­ speglaður á Instagram, sigir hon. – Viðmerkingarnar vísa, at eg havi rakt okkurt. Fleiri eru vorðin fortrólig við meg, og eg haldi at fólk eru troytt av hinum. Tað er fínt at síggja tað pena heima hjá hinum, og sjálv gerist eg eisini glað, tá eg fari at rudda, men skal eg halda tað perfekta við líka alla tíðina, so geri eg einki annað. Tí er tað okay, at eg ikki geri tað, er niðurstøðan hjá mær, sigur hon bersøgin. – Eg saknaði sjálv ein profil, har eg kundi spegla mær, og eg hugsaði, at tað gera onnur óivað eisini. Eg fekk íblástur frá Instagram profilinum hjá »den perfekte mor«, har tað held­ ur ikki altíð er so perfekt. Eg samskifti eitt sindur við hana, áðrenn eg stovnaði mín profil, og eg spurdi hana, hvussu hon byrjaði, og hvat hon gjørdi, greið­ir Malan Ludvig frá. Kendi meg ónormala Sjálv heldur Malan, at ein slíkur profilur, sum malunarverd er um­ráðandi, tí vit hava tørv á at kunna spegla okkum í tí, sum vit síggja á sosialu miðlunum. – Tey flestu vilja passa inn. Eg kundi ikki spegla mær, og tí kendi eg meg ónormala, sigur hon. Í innganginum á profili sín­ um, skrivar Malan Ludvig, at malunarverd er ein ærligur blogg­ur um at missa seg sjálva burtur í krøvum frá um­heimi­ num. – Tá man býr í Havn og hevur mann og fýra børn, skal man vera á ein ávísan hátt, ganga høgt upp í børnini, ting og merkir og síggja gott út. Øll hesi tingini, sum man burdi, eru krøvini frá umheiminum. Tað var hetta og væntanirnar, sum eg hevði til mín sjálva, sum gjørdu, at eg knekkaði í desember, sigur hon. – Vit skulu vera alt fyri øll alla staðni – bæði á arbeiðsplássinum og hjá børnunum, umframt at tingini skulu hanga saman. Eg skal navigera í mínum egnu prioriteringum og í krøvunum frá umheiminum. Skal finna eina balansu millum, hvat eg vil, og hvat eg burdi. Finna eina balansu millum meg, parlagið, børnini, arbeiði og gerandislívið, sigur hon og greiðir víðari frá, at hon hevur umhugsað at broytt hesa lýsingina á prfilinum, men hon umbestemmaði seg, tí hon nevniliga lýsir endamálið við profilinum. Parlagið fær frið Malan Ludvig viðgongur, at hóast hon er botnærlig á Insta­ gram, eru ávís øki í lívinum og ting í gerandisdegnum, sum hon ikki lutar við fylgjarum sínum. – Eg eri ærlig, men hetta er mín bloggur, so eg havi ikki hug at eksponera mannin og børnini alt ov nógv, tí tey hava ikki biðið um tað, sigur hon umhugsin. – Tað hava eisini verið tíðarbil, har eg ikki havi havt tað so gott ella havi havt ein ringan dag. Tá eri eg passiv á Instagram og makti ikki at skriva nakað. Dagin eftir kann eg tó gott vera ærlig um tað, sum er hent og greiða frá degnum ella trupulleikunum, OV STÓR OV STÓR Malan Ludvig valdið symbolska navnið malunarverd til bloggin hjá sær, tí henni dámar serstakliga væl mátan navnið Malan bendist. Børnini eita eisini malunardóttir og son til eftirnavn. Tí er tað serliga hennara verð sum persónur og sum mamma, tað snýr seg um. Eg legði nógv fyri dagin, tað var hektiskt, og krøvini frá mær sjálvari og umheiminum vóru stór.Tað kendist, sum sat ein stórur fílur á bringuni hjá mær. Eg fekk ikki luft