Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 16 NØVN Tveir kendir útisetar farnir um tey áttati Tað er kanska burturvið at taka tveir úti­ setar burtur úr teimum mongu útisetunum, sum eru farnir um 80 ára aldur. Tað er mest sum at gera mannamun. Satt at siga hava verið so mong dugnalig, gløgg og røsk fólk millum okkara útisetar, at tað mangan hevur hugtikið meg. Tey hava havt lyndiseyðkenni, framfýsni, áræði og hug at starvast millum landsmenn og eisini at gera dønum og øðrum vart við móðurlandið. Til dømis kundi eg nevnt Virgar Dalsgaard, Elsu Zachariassen, Tóru Dahl Sandberg og Øssur Berghamar. Onkur annar vildi valt heilt onnur dømi um fólk á hinum oyggjunum ella í Jyllandi. Ólavur á Heygum av Tvøroyri, sum fylti 80 ár 21. apríl, og Pauli Joensen úr Vestmanna, sum fylti 80 ár 22. juli, hava á hvør sín hátt skarað framúr og gjørt vart við seg bæði á flatlondum og heima á landi. Vit hava havt ymist samskifti og samstarv í feløgum og í Føroyahúsinum, sum ikki fóru óansað aftur við borðinum. Ólavur á Heygum, djarvur í orð og gerð Ólavur hevur verið hugsjónarmaðurin; bara navnið sigur, at hann hevur gott í at bregða. Hann var sjómaður í nøkur ár, kom niður, gjørdist fangavørður og var í nógv ár fangavørður í Vestre Fængsel, høgur og vælvaksin maður við brosi á kinn og mildur í orðalag. Ólavur hevur sjálvur skrivað ein bókling um lív sítt, sum hann dregur saman undir heitinum ”Fra fiskerdreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel”. Bókin kom út í september 2009. Hon er áhugaverdur lestur. Fyrimyndin tykist at vera bókin hjá útisetanum og slóðbrótaranum Axel Johannesen, sum var millum teir fyrstu 7 menninar, sum gjørdust sjúkrasystrar á Ríkissjúkrahúsinum í 1954. Hann lýsti í 2007 sítt virki í bókini ”Fra kongsbondesøn til sygeplejerske”. Tá ið felagið ”Tíggjumannafarið Tvøra­ báturin” varð stovnað við Ólavi á Heygum á odda, lænti hann nakrar ferðir bátin og fór útferðir við fangunum. Tað krevur hugflog, álit og samstarvsevni at fáa slíkt at bera til, og tað gjørdi tað hjá honum. Í 1980`unum var aftur áhugi fyri før­ oyska bátinum og kappróðri eins og tað hevði verið í fimmtiárunum og bæði fyrr og eftir tað. Ólavur stovnaði saman við øðrum góðum fólki í oktober 1987 róðrarfelagið ”Neystið” í Ishøj, har tey fingu neyst upp og fleiri bátar. Neystið og umhvørvi har á leið gjørdist miðdepulin í róðrarhøpi. Har vóru lunnar lagdir, sum síðani hava verið av alstórum týdningi fyri føroyskan bátaróður á flatlondum. Í 1998 tók Ólavur stig til at keypa gamla tíggjumannafarið Tvørabáturin á Tvøroyri. Saman við tjúgu monnum varð nýtt felag stovnað í Norðhavnini í apríl 1999. Eisini hetta felagið var sera virkið tey fyrstu 15-20 árini og er har enn. Tað er tað við Ólavi, at hann var kanska ikki so góður at lofta hugskotum hjá øðrum, men hevði sjálvur hópin av góðum hugskotum. Hann fekk mong av teimum í lag saman við samhugaðu, saman við úrvaldum fólki í feløgunum og saman við samstarvsfólki í Danmark, Svøríki og heima á landi. Tað hevur ikki altíð verið lætt at sæð, hvør upprunaliga átti initiativið og hugskotið, men var Ólavur farin uppí, so var tað av heilum hjarta. Hvør minnist ikki kongaliga tiltakið við tíggjumannafarinum í Bella Centrinum, Sildens dag í Dragør, róðrarstevnuna á Tvøroyri, ferðina til Het­ lands, róður og samstarv saman við Brennø í Svøríki, víkingaspølini í Fredrikssund og stóru bátastevnuna í Lýbek og annað slíkt. Tá ið listaskálin Arken í Ishøj skuldi lata upp í mars 1996, vóru vit har saman við Ólavi og róðu í eftirgjørdum teináringi við neonlýstum árum, meðan vit murraðu: Frægir funnu Føroya land… Eitt sera sjáldsamt hugskot hjá Ólavi var Bátaballettin. Bátur við seks ungum kvinnum róði og dansaði ballett til tónleik, sum hoyrdist víða um, meðan toka otaði seg inn á bátin, ið hvar úr eygsjón, men sást aftur, tá ið tað lætti í. Hugtakandi at síggja hetta við ráðhúsið í Albertslund og í havnarlagnum í Keypmannahavn. Her eigi eg at nevna ein burturúr, sum so mang­an gjørdi mun í Neystinum og her við Bátaballetini. Tað var Hjørdis Mellemgaard, sála. So lítil hon var í vavi, tess meira var hon í myndugleika, áræði og áliti. Tá ið hon tók róður í hond, lýddu menn og kvinnur á og gjørdu tað, hon beyð teimum. Tá ið Oyrasundsbrúgvin millum Amager og Skåne skuldi lata upp 1. juli 2000, hevði Ólavur aftur eitt hugskot við Tvørabátinum, hesum mikla og stásiliga fari, sum vaks í huganum hjá honum. Hann bað meg, sum tá stóð fyri Føroyahúsinum, koma við sær á fund við leiðsluna í Reyðakrossi, ið fór at hava tiltøk tann dagin til frama fyri felagið. Vit komu á fund við fínar menn, ið lýddu á, meðan Ólavur við sera vælvaldum orðum segði frá sínum hugskoti um sigling og skipaferðslu í 1000 ár í Oyrasundi. Ikki