Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. august 2020 SOSIALURIN 63 17 havi eg hoyrt nakran annan dugað so væl at bera síni ørindi upp sum Ólavur henda dagin. Kortini fekk hann ongan frama hjá hesum monnum, sum hildu seg hava eitt betri uppskot at vinna pening. Mær kunn­ ugt fingu teir tó einki burturúr. Mangt slíkt er at siga frá um Ólav, og vit vóru ikki altíð samdir, men vendu kortini aftur í samstarvi og vinarlag. Hugsi, at danska Åse, kona hansara, hevur verið ófør at taka lokið av, tá ov hart kókaði. Hon hevur í øllum hesum tiltøkum staðið honum við lið, eitt arbeiðsgrev, sum ikki lat sín part liggja eftir. Ófør og eigur hjartans takk fyri alt sítt stríð og strev í feløgunum, og við koyring og ferðing. Tey bæði, Ólavur og Åse, eiga tvær døtur, Súsanna og Birita. Tey bæði hava eisini havt góða ferðabát, Tjaldrið 1 og Tjaldrið 2, og hava siglt víða í donsk­um og svenskum sjógvi og Gøta- kanal­ini. Nú er ikki so nógv at frætta um Ólav, sum í so mong ár mest sum var sjálvboðin am­ bassadørur fyri Føroyar, hevði fyrilestrar víðahvar, hevði Merkið á stong og hevði Føroya vælferð og umdømi í huga. Enn er hann ikki givin á hendur, hóast aldurin tyngir eitt sindur – okkurt hevur hann í kvitt­anum, harafturat lætnaður og fegin um tann sigurin. Pauli Joensen, láturmildi vertskapsmaðurin og vínkennarin Pauli Joensen, Pauli í Gerðinum í Vest­ manna, varð føddur 22. juli 1940, sonur Magnhild og Ólav og elstur av seks systkj­ um. Sama lagið hjá Paula. Hann fór blað­ ungur til skips, minnist ikki, um hann var fermd­ur tá. Fyrsta skipið var Sjóløvan, gomul slupp. Teir royndu við snøri á Norð- og Vesturlandinum, og hann minnist enn sunnudagin við lestri á Aðalsvík og óveðrið uppi við Steinin, meðan sjóverkurin píndi. Vaðbeinið er tann fyrsti varðin á lívsleiðini eftir barnaár og skúla í Vestmanna – ja, og doktarastríðið í Klaksvík, sum leikaði á um tað mundið. Útlongsul var og annað gav meira enn snørisfiskiskapurin. Hann fór tí við íslendskum trolarum og sigldi við teimum í eini fimm ár. Málgløggur er Pauli, og enn fellur honum lætt at tríva í okk­urt á íslendskum máli. 22 ára gamal fór Pauli á politiskúla í Keyp­ mannahavn. Liðugur við útbúgvingina fekk hann starv í Klaksvík, har hann var í eini tvey ár. Fisher Heinesen, sum tá hevði sjómansskúla, heitti á konuna, Else, sum las støddfrøði, at undirvísa í hesi lærugrein á Sjómansskúlanum. Hon skuldi niðuraftur at gera seg lidnan, so Pauli søkti eftir tvey ár í Klaksvík um at fáa politistarv niðri. Tað bar tó ikki til, tí hann hevði ikki gjørt hertænastu. Hann fór tá í hesa tænastu, fekk útbúgving sum telegrafistur og sigldi við donskum verjuskipum í 4-5 ár. Eftir tað var hann politistur í Keypmannahavn, og helst minnist onkur hann, tá ið hann sat aftan fyri glasrút í Kastrup og eygleiddi fólk, sum komu og fóru. Onkuntíð kløkkaði hann onkran føroying, sum kom, tá hann til stuttleika spurdi, hvat tey høvdu í hasi eskjuni við tveini uttanum? Pauli og Else, sum búsettust í stórum húsum í Birkerød, fingu tveir synir, Kåre og Sune. Tey bæði ferðaðust eisini suðureftir, og Pauli fekk áhuga fyri fronskum víni. Hann tók skjótt eftir vínbóndunum og tosaði teirra bygdarmál, skemtaði, surklaði og smakkaði vín við sigandi egnabrái. Hann visti, sum var, at í Føroyum var ikki lætt at fáa vín fyri sámiligan prís. Hann fór tí undir at innflyta vín til Føroya og argaði tollmyndugleikarnar við at upplýsa, hvat fløskan kostaði eftir at tollgjaldið kom á. Hetta dámdi teimum ikki. Í Danmark stovnsetti hann ”Kræsnir gómar”, hevði vín á goymslu í Norðhavnini og tók ímóti bíleggingum frá einstaklingum og matstovum í Føroyum til veitslur av ymsum slagi. Eisini skipaði hann saman við øðrum fyri vínsmakking. Tá ið Rúsan lat upp í 1992, fánaði vínsølan burtur í einki. Pauli hevði tá fingið fastatøkur í Frak­ landi og var hugtikin av fólki og mentan har. Hann skipaði fyri ”hjólhestavínferðum” til vínbøndur, sum hann hevði vitjað og gjørt avtalu við um vínsmakking o.a. Í hes­ um sambandi fekk hann sær koyrikort til buss. Ferðalagið fór í bussi við stórari last suður, soleiðis at tey kundu bunkra hjá teimum ymsu bóndunum. Mong ein skemtisøga var frá hesum túrum at siga. Dreymurin um eitt lítið vínslott í Fraklandi kyknaði í Paula. Vertskapsmaður við lít, skemting­ar­ sam­ur, hittinorðaður og tó hvassorðaður í atfinningum. Harafturat hevur honum dámt so væl brøðurnar Janus og Hans Andreas Djurhuus, Poul F og Mikkjal á Ryggi. Tað hevur ikki staðið á at bera upp sangir og vísur og ofta at syngja t.d. sjó­ mans­vísur hjá Hans Andreasi. Einki er tó sum Deyðastund Tróndar hjá Janusi. Tá verður Pauli fjarur í eygnabrái, lítur mest sum út á Gøtuvík… Onkuntíð, helst á heysti 1996, varð skipað fyri fyrstu vínsmakkingini og vín­veitsluni í Føroyahúsinum. Pauli og hans­ara sveinar, serstakliga Rógvi og Mortan, tóku sær víninum og stóðu fyri smakkingini, meðan Jonhild Janusarson, sum tá var kokkur, og Marianna Andreasen, vinkonan, stóðu fyri fronsku matgerðini og stásiligu matborðunum. Hesar frálíku vínsmakkingarnar við veitslu aftaná hildu fram í nøkur ár og fingu stak góða undirtøku. Ein og annar skuldi tó venjast at spýta útaftur, so ov nógv ikki kom niðurum ísenn. Hetta var onnur mentan… Pauli plagdi hesar løturnar skemtandi at siga, at hann heima við hús hevði eitt skriftstað á bróstinum, sum var úr fyrra brævi Paulusar til Timoteus, 5. kapitul, 23. ørindi: ”Drekk ikki longur bert vatn, men njót eitt sindur av víni fyri maga tín…” Har steðgaði Pauli, men harafturat stendur eisini: …og veikleikar tínar, sum eru so tíðir.” Eitt sindur av víni er heilsugóður drykkur. Meðan dreymurin um slottið enn var í huganum, høvdu tey eitt annað fitt slott, eini summarhús á norðurstrondini á Sæ­ landi. Her knossaðist Pauli í fríløtum og setti í stand. Frálík hús, sum høvdu verið gott íkast til slottið ella at fara í, tí friðsælt er har á leið. Men soleiðis skuldi ikki vera. Tað dró fyri sól, tá ið eg fyri 7-8 árum síðani fekk boð frá konuni um, at Pauli hevði fingið heilabløðing ella blóðtøpp. Maðurin hevði fingið løst, gjørdist lamin øðrumegin. Tíbetur var hann kortini ikki munnlamin og hevði ikki mist vit og skil. Sami gløggi maðurin við góðum minni, skemtisøgum og hugleiðingum um mangt og havt. – ”Hevur tú hoyrt,” byrjar hann, ella ”minnist tú?” Súklan og bilurin eru útskift við fastan sess í koyristóli. Bústaðurin var eitt skifti á ellisheimi í Birkerød, síðani í De Gamles By í Keypmannahavn og nú á ellisheimi á Vesturbrúgv. Tíverri fingu eyguni mein og versnaðu sum frá leið. Tó styttir hann sær væl stundir við føroyskum og donskum sjónvarpi og útvarpi. Onkuntíð verður bilur boðsendur, sum kann flyta hann til ymsi tiltøk í býnum ella norður í summarhúsið. So ymisk eru forløg okkara. Tað skal Pauli tó eiga, at hann grenjar ikki um sína lagnu, tekur væl ímóti, er blíður og týður at práta við, meðan vit minnast farnar dagar og góðar løtur í vertskapi og tiltøkum. Else, konan, tjúklar um hann og fer javnan úr Birkerød suður at vitja, og í grannalagnum býr Kåre, sum eigur tvey børn, ið javnan koma á gátt. mf