hósdagur 27. august 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
18
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
4. partur
Í
1940 fóru vit til Íslands á sildaveiðu
við snurpunót við Silver Spray. Tá
ið vit skuldu fara, fór eg á Skansan
í Havn eftir siglingarordrum. Boðini
vóru, at tað var í lagi at fara yvir á Seydis
fjørðim. Men áðrenn vit skuldu fara, frætti
eg frá skiparanum á Sildberanum, sum vit
skuldu fylgjast við, at nú var ikki loyvt at
sigla eftir Eysturlandinum.
Eg sendi so telegramm til okkara um
boðsmann á Norðfjørðinum, at bretar
noktaðu okkum at sigla vanligu leiðina.
Men vit fóru kortini eina aðra leið enn ta
vanligu og komu á Seyðisfjørðin í øllum
góðum. Tá ið vit høvdu klarerað, fóru
vit suður á Norðfjørðin eftir eini nót og
tveimum íslendingum, sum skuldu við.
Síðan fóru vit aftur á Seyðisfjørðin eftir
bátunum, sum vit brúktu í samband við
fiskaríið.
Bretarnir mundi doyð í sjóverki
Tá ið vit løgdu at bryggju, stóðu bretar fyri
okkum og spurdu millum annað, hvaðani
vit komu. Hetta endaði við, at teir settu
tríggjar hermenn, ein av hesum var ser
sjantur, umborð við boðum um at sigla
suður á Norðfjørðin til bretska konsulin
har.
Tá ið vit komu út um Dalatanga fullu
bretarnir av í sjóverki, og riflurnar rókust
undir borðinum í messuni. Um náttina, tá
vit vóru komnir á Norðfjørðin, legði ein
stórur armeraður trolari upp á síðuna av
okkum og gav boð um, at vit skuldu fylgja
honum á Seyðisfjørðin.
Komnir á Seyðisfjørðin, blivu skiparin
á trolaranum og eg móttiknir av einum
hermanni og fingu boð um at koma inn á
høvuðsstøðina hjá bretunum. Her bleiv eg
spurdur um alla mína fortíð og um, hví eg
var komin á Seyðisfjørðin. Eg segði, at eg
var komin at fiska sild, og nú høvdu teir
tarnað okkum í tveir dagar. Eg vísti teimum
eisini skjøl, har tað sást, at eg hevði verið í
Aberdeen beint frammanundan. So vístu
teir mær eitt fjarrit frá “Godtfred”, men
hesum var einki forborgið við, tí hetta var
jú reiðaríið. Endiliga sluppu vit til fiskarí.
Vit høvdu misti hálvtriðja samdøgur. Vit
kundu sloppið undan øllum hesum, um
vit fóru vestur og norður um Ísland til
Seyðisfjørðin, men tá høvdu vit mist enn
meira tíð.
Bretar skutu eftir okkum
Tað hendi mangan í stríðsárunum, tá ið vit
vóru heima, at eg bleiv biðin um at føra
sjúklingar norður á Tvøroyrar sjúkrahús.
Tá var eingin vegur millum bygdirnar.
Silver Spray var skjót at gera klár og sigldi
skjótt.
Eina ferð vit komu til bryggju á Tvøroyri
við eini gentu, sum skuldi undir skurð
beinanvegin, stóðu tveir hermenn fyri
okkum og vildu nokta okkum at koma í
land. Tíbetur kom ein enskur lækni oman
á kaiuna.
Hesin enski læknin fór niðan aftur, men
var skjótur aftur við bili, sum tók sjúk
lingin við sær.
Síðan kom ein heryvirmaður umborð og
vildi hava okkara pass og manningarlista.
Eg segði, at passini og manningarlistin var
hjá hervaldinum í Vági, tí vit vóru komnir
úr Aberdeen kvøldið fyri. Teir spurdu, hví
vit ikki vendu aftur, tá ið tað bleiv skotið
eftir okkum á Vágsfirði. Eg bleiv so illa
við, tá eg hoyrdi hetta, at tað glapp mær
av munni, at tað var ikki meira enn at
týskarar høvdu skotið eftir sjúklingum.
(Tá var tað ikki so kent, hvat ið nasistarnir
veruliga stóðu fyri). Tað hendi ikki meira,
og vit fóru aftur til Vágs.
Á veg suður aftur segði eg teimum
báðum monnunum, sum vóru við, at tað
varð skotið eftir okkum út eftir Vágsfirði.
Tá sigur annar teirra, at hann hevði lagt
merki til, at tað vóru fleiri sprutt í sjónum
nakað frá skipinum, men hann helt tað
vera sprutt frá bógnum, men nú skilti
hann, at tað var av byrsukúlum.
Komnir til Vágs tosaði eg við heryvir
mann í Vági. Hann lat meg vita, at eg skuldi
havt sagt frá, tá ið eg fór. Frammanundan
skuldu vit bara siga frá, tá ið vit fóru til
útlandið. Hetta var nakað nýtt, sum var
komið, meðan vit seinast vóru burtur.
Nú var eg ræddur fyri at fara aftur til
Secret Service í Havn at átekna passini,
tí eg hevði kanska sagt ov nógv við
hermannin á Tvøroyri. Men teir vóru ikki
minni fyrikomandi fyri tað. Eg hoyrdi teir
tosa sínámillum um, at hatta er tann, sum
skotið varð eftir í Vági.
Bumbing í Aberdeen
Vandarnir vóru ofta nærri, enn vit hugsaðu
um. Eina ferð vit lógu í Aberdeen beint
undir oljutangunum, komu týsk flogfør
og bumbaðu. Tá fall ein bumba í sandin
einar 300 metrar frá okkum. Hetta gav
eitt ræðuligt sett í skipið og eitt óhugnaligt
skump móti bollverkinum.
Vit sigldu sum sagt øll stríðsárini. Frá
várinum og út á heystið fiskaðu vit við
snurruváð, og um veturin sigldu vit við
bátafiski. Í januar og februar vóru vit ofta
í Vestmannaoyggjunum eftir fiski. Teir
túrarnir vóru ofta baldrutir við tungum
skipi.
Andrew skrivaði eisini fitt um sína søgu, serliga undir krígnum.
Eisini hava vit frásøgn um ræðuárið 1937 hjá Silver Spray.
SIÐSØGA
Andrew Godtfred:
BRETAR SKUTU
EFTIR OKKUM
Silver Spray bleiv seld av landinum og fekk sína egnu
heimasíðu, sum tó ikki er virkin longur
Fýra garpar umborð á einum dampara í Grønlandi. V.f. Magnus Dahl, Petur
Otto Ellingsgaard, Dias á Heyggi, pápi Andrew, og Tummas P. Nielsen.