Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 19 Tá Silver Spray varð bjargað Í Dagblaðnum var í 1937 frásøgnin við hesi yvirskift um ein illveðurstúr hjá Silver Spray. Hetta er ein áhugaverd frásøgn um, hvussu umstøðurnar hjá sjófólki kundi vera. Hetta var áðrenn Andrew fór við. Blaðið skrivaði: “Øll vilja minnast, at skipið Silver Spray úr Vági var á veg til Danmarkar, tá hin ræðuliga ódnin, sum týndi mangt mannalívið, ja heilar manningar í senn, fór yvir Norðsjógvin. Silver Spray var eisini í einum syndarligum skili, tá hon 15 dagar eftir at vera farin úr Føroyum, varð sleipað inn til Haugesund av týska trolaranum Marlene. Frágreiðing í norskum blaði frá tilburðinum: Da Marlene forleden befant sig vest av Skud­enes, traff den på færøykutteren Silver Spray, og situatonen der ombord lå slik an, at hjælp trængtes straks, og det lykt­es dem da efter meget strev å få sleper ombord. Losskøiten fra Skudenæs var op over fartøyene, men det var umuligt for noen å borde dem. Losskøiten satte kursen inn over Skudefjord og signaliserte, at de andre skulle følge efter. Da de var inde i Karmsundet gik los­ene ombord. Ombord i Silver Spray op­lyste besætningen, at de for 15 døgn sid­en var gått fra Thorshavn bestemt for Kalund­ borg i Danmarl for å få innsatt ny motor. I Nordsøen var de ramt av to orkaner, og folk og fartøj hadde selvføgelig hatt en meget sterk påkjenning. (vóru undir stór­um trýsti). Kutteren hadde fått sin eneste livbåt knust og ruter i styrhuset slått inn og ellers overvannskade. Men man hadde ved hjelp av segl søkt å støtte skuten op. Hvis fartøiet ikke hadde været så sterkt bygget, vilde situationen hadd været håpløst. Det verste ved turen var, at man holdt på at slippe op for proviant. Man måtte inn­skrenke rasjonerne, og det første man gjorde, da man kom i havn, var å skaffe sig mat. Besetningen hadde ikke været av klærne på mange døgn. Frásøgn frá einum ferðamanni En av bladets medarbejdere talte mandag med en dansk forretningsmann, som hadde været med færøykutteren som passasjer, og bad ham å uttale sig litt nærmere om turen. Han forteller, at turen i alle deler hadd været aldeles forferdelig. Motoren ombord var svak og mot den voldsomme storm sejlede vi ikke mere end 3-4 mils fart. Litt bedre var det, da vi fikk op sejl, men tross alt drev vi tre gange tilbage mot Shetlandskysten. For fjerde gang tok vi og nærmet os norske­kysten, da vi kom ind i den forferde­ligste orkan med en uhyre sjø. Vi fryktet for, at båten skulle springe læk, men flere forsøk med pumperne viste, at det holdt tæt. Ganske pludselig kom der en uhyre sjø, som satte kutteren helt på ende og fyldte mansdskabslugarerne, og like efter merket vi, at vi ingen styring hadde på båten. Ved undersøgelse viste det sig, at rorstaget var bøjet og vist nok hele roret. Vi beslutter os da at blusse etter hjelp, og denne syntes os at være ganske nær, idet flere trålere lå ennfor synsvidde. Tre mann kløv op i riggen og blusset kraftig, men desværre viste det sig, at trålerne satte en ganske annen kurs enn hennimot os, de forsvandt. Slikt må man vel kalle brutalt. Vi fortsatte imidlertid blussingen, og efter en tid fik vi øje på tråleren Marlene, som kom imot os. Den forsøkte tre ganger å komme i kontakt med os, og vi fik også tak i trossen, som blev kastet ud, men måtte la den gå igjen. Ved fjerde besøk gikk det imidlertid bedre. Tråleren kom da op på siden av os bakfra, og vi fik gjort fast. Fra tråleren blev der så slakket ut ca. 200 favner trosse, og vi skjøtet på med kjetting (ketu) for å tynge sleperen ned, og da gik det fint. Besetningen på kutteren var meget dygtige folk, som tog alle situationer med en resignation og ro, som var helt ufattelig, og folkene på den tyske tråler viste også, at de var sin stand verdige, men manøvrerede på en glimrende måte og utførte et arbejde, som var meget rosverdigt. Syrgiliga vanlukkan í 1937 1937 var eitt rættuligt óeydnisár hjá Silver Spray. Dagblaðið skrivaði í oktober um, tá ið Niels Jespersen lat lív: “Tá Silver Spray úr Vági var á veg heim úr Íslandi, hendi tann syndarliga ólukka, at ein av manningini í tí ræðuliga ringa veðrinum, ið hevur verið um dagarnar, varð tikin út av sjógvi og druknaði. Maðurin var Niels Jespersen úr Hovi, 28 ára gamal og ógiftur. Hann var stadd­ur í stýrihúsinum, tá ið ein øgiligur brota­sjógvur kom og legði yvir skipið. Allir rút­arnir og onnur hurðin í stýrihúsinum sorl­aðist, og stýrihúsið fyltist av sjógvi. Tá ið skipið rættaði seg upp aftur seig sjógv­urin Niels Jespersen út við sær. Hann stóð ikki at bjarga og druknaði. At sjógvurin hevur verið stórur, kann metast av, at skipið lá skerflatt, og tá ið av tornaði, hekk snurriváðið á mastra­topp­ inum”. Minningarorð um Niels Í Føroya Social Demokrati vóru hesi minn­ing­arorð: Havið tað gevur og tekur. Hvussu mong sorgartíðindi hava ikki snúgvið seg inn í ymisk føroysk heim og har sett síni álvars­miklu spor vegna tað, havið hevur tikið. Nú hevur tað aftur tikið, og hesa ferð var tað Niels Jespersen úr Hovi, ið sló út av Silver Spray á heimferð frá Íslandi til Føroya Vit, sum kendu “Niels oman Lon” frá barni av og hava verið saman við honum til skips, vita, hvat sjáldan maður, hann var. Óivað vildi hann drivið tað vítt, um ikki lívstráðurin nú so knappliga bleiv kvettur. Eina tíð var hann við trolara, tá ætl­an hansara var at ganga ta leiðina. Í fjør var hann skipari á Silver Spray til salt­fiska­veiðu, men hálsaði hann so um og gekk snurri­váðsleiðina, tí hann sá sum ein ung­ur og evnaríkur maður, at tað vóru stórir chans­ir hjá føroyingum í hesi drift, men deyð­ in steðgaði honum. Soleiðis er, at okk­ara bestu sjómenn verða ofta tiknir burt­ur á hendan hátt. Í vár, tá hann við Silver Spray lá og dreiv í ódnini, ið fór um Atlants­havið og kravdi so mong mannalív, tá væntaðu vit ikki at síggja hann aftur, men nú, undarligt er tað, nú skal hann fara. Hansara tíð var at enda, og hann fór í sínum virki, í bardaga við hitt ódnarmikla hav. Hann stóð sum ein hetja við stýrisvøllinum í hond, til havið hitt máttmikla tók hann. Bert 28 ára gamal var hann, og tó so ungur av aldri, ein av okkara allarbestu sjómonnum, ið aldri lívdi sær innan skipaborð, hvørki í ódn ella logn, hansara var altíð at vera á odda, tá vandi var á ferð, ein sjáldan raskur sjómaður, óttaleysur og skilagóður, ein maður, ið lítast kundi á, ein trúgvur limur í øllum førum. Tað er tungt fyri tey avvarandi at hava fingið hesi sorgarboð, og eina svárast má tað vera fyri foreldur og gentu. Friður yvir minni hansara. J. Leivsgarð Evi misti aftur Gentan hjá Niels var Evi, systir Andrew. Í 1952 misti hon aftur, tá ið maðurin, Napole­on Poulsen, saman við trimum øðrum fórst við torvbátinum í Porkeri. Tað er greitt frá hesi hending fyrr í hesi røð í samrøðu við Thorleif Bech. Vanlukkan hevði verið enn størri um ikki Napoleon hevði noktað einum soni at koma við bátinum. Rætting Ein villa kom í myndatekstin um Sunbeam í seinasta parti. Har tað stendur Andrew skal standa Gunnar Danielsen. Komandi partur Aftaná kríggið fara teir hjá Dias á Heyggi í stórhvalavinnuna. Frystivirkið hjá p/f J.A, Godtfred Andrew kom ofta til Aberdeen. Fiskidokkin er mitt í myndini. Andrew fekk at royna, at kríggið rakti Aberdeen. Her er ein bumba brostin í býnum.