hósdagur 27. august 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
20
Lesarabræv
Helgi trilvar í blindum
í SEV-málinum
Bogi Andreasen
Formaður í Vinnunevndin
í Tórshavnar býráð
og fyrrverandi
næstformaður í SEV
Landsstýrismaðurin í vinnu
málum fer fram í óðum verkum
og leggur einki í, um nýskipanir á
elorkuøkinum geva vinnulívi og
borgarum hægri elprísir. Tað sást
í sjónvarpinum fríggjakvøldið, tí
tað er altumráðandi fyri Helga at
sundurliða okkara vælvirkandi
elskipan, sum kann elva til hægri
prísir, tó at nógv annað og meira
átrokandi er at fara í holt á orku
økinum
Í samgonguskjalinum stendur
m.a. um orkumál og umhvørvi:
"Grøna tilgongdin skal skipast í
samráð millum land, kommunur
og vinnu. Hetta skal samskipast
í einari orkuráðgevandi nevnd,
har hesir tríggir partar koma við
sínum tilmælum um, hvussu vit
fáa einar grønari Føroyar."
Hví byrjar Helgi Abrahamsen
ikki við hesi nevndini, ið m.a.
kundi viðgjørt eina møguliga
umskipan av SEV, sum er ein so
sera grundleggjandi broyting
í okkara undirstøðukervi. Hví
leggur landsstýrismaðurin í óðum
verkum á at skilja SEV sundur í
tvey feløg - helst aftan fyri ryggin
á eigarunum, kommununum,
okkum borgarum - og uttan at
lurta nevnivert eftir 75 ára longu
serfrøðini í SEV. Eg haldi svarið
er, at nakrir einstaklingar í sam
gonguni trýsta nógv á fyri at fáa
hetta málið ígjøgnum - kanska
fyri egnan vinning. Soleiðis eiga
reiðiligir, liberalir politikarar ikki
at hugsa, um teir skulu varðveita
álitið hjá fólkinum.
Longri niðri í samgonguskjal
inum stendur: "Munandi meira
ferð eigur at verða sett á fram
leiðsluna av grønari orku. Fyri at
røkka hesum máli verður arbeitt
fyri at tryggja størri kapping á
framleiðslu- og sølusíðuni. Arbeitt
verður við at skilja elnetið hjá SEV
frá hinum virkisøkinum, soleiðis
at fult gjøgnumskygni verður í
kostnaðinum av netpartinum.
Fult gjøgnumskygni skal vera
grundarlag undir, at privatar
fyritøkur skulu hava møguleika
at leiga og framleiða seg inn á el
netið, og síðani selja."
Gjøgnumskygni er longu í
SEV, við tað at roknskapurin er
býttur sundur í net, framleiðslu
og vindmyllufeløg, men Helgi
Abrahamsen hevur bitið seg
fastan í at skunda henda partin
av samgonguskjalinum ígjøgn
um uttan mið og mál. Tað vísti
hann týðiliga í Degi og Viku
fríggjakvøldið, har Annika Ol
sen, borgarstjóri, gav honum
skarpan gang, nevniliga tí at
landsstýrismaðurin fer fram
eftir fummum. Helgi Abrahamsen
segði, at endamálið er at gera
Føroyar grønar. Kosta, hvat tað
kosta vil. Og hetta kunnu hvørki
vinna ella borgarar góðtaka.
Nógv er longu kannað
Fleiri kanningar vísa, at ein
sundurskiljing av okkara tryggu
elskipan fer at koyra elprísin
uppeftir. Ein orsøk er, at bíligu
lánini á 2 milliardir krónur hjá
SEV verða uppsøgd við hesi broyt
ingini - bara sjálv uppsøgnin av
lánunum kostar 150 milliónir
krónur - umframt at elskipanin
verður dýrari at reka. Sostatt
eiga vit fyrst og fremst at spyrja,
hvussu fáa vit elorkuna á landi í
Føroyum 100 prosent grøna í 2030,
samstundis sum vit varðveita
eina trygga elskipan, og uttan at
elprísurin fer til himmals?
Tað stuttliga og áhugaverda er,
at SEV, sum er fremsta serfrøði
á elorkuøkinum í Føroyum - og
hevur verið tað í skjótt 75 ár - fyri
fleiri árum síðani hevur viðgjørt
henda spurningin bæði tekniskt
og fíggjarliga. Arbeiðið, sum SEV
longu hevur gjørt, eigur at viga
nógv í fyrireikingunum, um tað
skal arbeiðast víðari við tankanum
um nýskipanir á elorkuøkinum.
Sum næstformaður í SEV var
eg við til at viðgera spurningin
fleiri ferðir saman við sera
professionellum starvsfólkum
í SEV og uttanhýsis ráðgevum.
Tað undrar meg, at landsstýrið
ikki tekur SEV og kommunurnar
í størri álvara í hesum spurningi.
Tað er umráðandi at halda
fast um tann veruleika, at sum
avbyrgt oyggjasamfelag hava vit
ein grundleggjandi tørv á einari
tryggari elskipan. Tað merkir
ikki, at eingin kapping kann vera.
Tí tað ber longu til at kappast
um at veita vindorku og aðrar
orkukeldur inn á elskipanina,
eins og tað ber til at kappast um
hitapumpur og elbilar og aðrar
grønar orkuloysnir.
Helgi vevur málið
í ein ellubita
Tá vit tosa um SEV og orkuskiftið
í Føroyum, er týdningarmikið at
halda tunguna mitt í munninum,
tí talan er um eitt torskilt øki.
Tað gjørdi landsstýrismaðurin
ikki í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Hann segði í kjakinum, sum snúði
seg um sundurskiljing av SEV,
at orkuskiftið fer at kosta 7-8
milliardir krónur sambært tølum
frá SEV.
Her vevur landsstýrismaðurin
alt upp í ein ellubita. Vit hava longu
í fleiri ár sambært djúptøknum,
fíggjarligum útrokningum vitað,
at uppgávan hjá SEV at varðveita
og halda vika líka eina trygga
elskipan á grønu kósini - t.e. eitt
nú netúbyggingar, pumpuskipan
og aðrar týðandi, stabilserandi
funktiónir - kostar umleið 2,8
milliardir krónur.
Útrokningar vísa harumframt,
at útbyggingar við vindorku og
øðrum orkukeldum fara at kosta
umleið 1,5 milliardir krónur, men
her kunnu privatir veitarar eisini
bjóða. Magn hevur longu vunnið
eitt útboð í Flatnahaga. T.v.s. at
á grønu kósini hevur SEV langt
síðani fyrireikað seg til at fíggja 3-4
milliardir krónur - alt eftir hvussu
nógvir privatir veitarar vinna
vinorkuútboð, sólorkuútboð o.a.
útbjóðingar í framtíðini.
Helgi sáar ósannindi
um SEV
Hinar umleið 4 milliardirnar upp
til tær 7-8 milliardirnar, sum Helgi
Abrahamsen segði, at orkuskiftið
fer at kosta, hava einki við SEV
at gera. Hesar umleið 4 milliard
irnar eru kostnaðurin fyri, at
bilar, bussar, húsarhald, ja alt
samfelagið leggur um til grønar,
elriknar orkuloysnir.
Tí er tað beinleiðis at sáa
ósannindi um SEV, tá lands
stýrismaðurin førir fram, at
SEV einsamalt ikki megnar upp
gávuna. SEV hevur langt síðani
fyrireikað seg til sína uppgávu á
grønu kósini, sum er til einhvørja
tíð at veita elorku út í hvønn krók í
samfelagnum, t.e. at halda veiting
artrygdina og veitingarskylduna,
meðan vit leggja alt Føroya land
um til grøna orku.
Hinvegin ber til at siga, at
landsmyndugleikin ikki lyftir sína
uppgávu, sum m.a. er at skaffa
lendi til vindmyllur, at eggja
borgarum til grønar hitaloysnir,
elbilar, minni matoyðsl, minni
dálking, bæði ljóð- og luftdálking,
herundir landsdekkandi krøv um
landsstreym o.a., sum stendur í
samgonguskjalinum um orkumál
og umhvørvi.
SEV setti grønu kósina
Samanumtikið ber til at siga, at
SEV setti grønu kósina í 2014 um
at veita 100 prosent grøna elorku
á landi í 2030, og at SEV hevur
fyrireikað væl til hesa uppgávuna.
Tað ber ikki til, at tað nú skal
latast upp í hendurnar á nøkrum
fáum politikarum, uttan doku
mentatión og haldgott kanning
argrundarlag, í skundi at avgera
lagnuna hjá føroysku elskipanini.
Henda ognin hjá kommunun
um, ið er ein so týðandi partur av
føroyska undirstøðukervinum,
og sum er væl og professionelt
rikin, skal hava eina nógv drúgvari
viðgerð enn eina skundviðgerð
í tinginum. Vit hava í dag eina
trygga elskipan, og yvirskotið hjá
SEV fer til áhaldandi útbygging
ar av einari tryggari elskipan og
ikki til vinningsbýti til privatar.
T.v.s. at bæði vinnulív og borg
arar fáa tryggleika burtur úr
verandi skipan, og tí er neyðugt
at hugsa seg væl um, áðrenn
grundleggjandi broytingar verða
gjørdar.
Helgi Abrahamsen segði í sjón
varpinum, at rætta løtan er ong
antíð at fara í gongd, tí tað er altíð
onkur, sum er ónøgdur. Eg haldi,
at landsstýrismaðurin skal heldur
hugsa um, hvussu hann fer í gongd
við einum opnum sinni saman við
øllum viðkomandi pørtum, so skal
rætta løtan nokk koma.
Tað er
umráðandi at
halda fast um
tann veruleika,
at sum avbyrgt
oyggjasamfelag
hava vit ein
grundleggjandi
tørv á einari
tryggari
elskipan. Tað
merkir ikki, at
eingin kapping
kann vera
Vit hava í dag
eina trygga
elskipan, og
yvirskotið
hjá SEV fer
til áhaldandi
útbyggingar av
einari tryggari
elskipan og ikki
til vinningsbýti
til privatar