hósdagur 27. august 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
25
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Glyggur,
Faktorsvegur 6, 700 Klaksvík,
skrás.nr. 5416, sks.nr.
3-111/2019, verður hildin
endaligur skiftifundur
fríggjadagin tann 25.
september 2020, kl. 9.30, á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, til
roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við eini
dividendu (býtispeningi) á
0,72338561 % til vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað eftir
staðfestan av roknskapinum,
kunnu ikki verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. august 2020
Soleiðis burturbeina vit leivdir frá havhesti
Nú havhestatíð er, verður heitt á fólk um at ganga
væl um, og beina avfallið burtur á ein forsvarligan hátt.
Alt lívrunnið at brenna kann latast Endurnýtsluni. Lívrunnið at brenna
er burturkast, ið stavar frá livandi verum, t.d. størri mongdir av
matleivdum frá húsarhaldum og sláturburturkast av til dømis seyði,
fugli, fiski og haru.
Leivdir frá havhesti skulu í afturlatnir plastosar. Endurnýtslan
hevur eina serskilda bingju til lívrunnið tilfar. Bingjurnar eru lokaðar
fyri at halda fugli burtur, so at tað slepst undan smittuvanda.
Endurnýtslan á Brennistøðin á Hjalla er opin soleiðis:
Mán.-hós. kl. 8-17
Frí. kl. 10-17
Ley. kl. 10-17 (privat burturkast)
fyrst og fremst
www.in.fo