hósdagur 27. august 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
26
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
F
ýra spælarar eru úttiknir
hesaferð, ið ikki hava
verið á A-landsliðnum
áður. Talan er um Daniel
Johansen, Heðin Hansen, Dan í
Soylu og síðani Heri H. Mohr,
ið allir koma úr HB. Harafturat
hevur Håkan Ericson úttikið
Tórð Thomsen, Sonna Ragnar
Nattestad, Gunnar Vatnhamar
og Andreas Lava Olsen, ið allir
hava verið burtur frá lands
liðnum í styttri og longri tíðar
skeið.
Millum teirra, sum ikki eru
á landsliðnum hesa ferð eru
Jóan Símun Edmundsson, Gilli
Rólantsson, Ári Mohr Jónsson,
Patrik
Johannesen,
Árni
Frederiksberg og til seinast Atli
Gregersen, ið er givin.
Rembingar í føroysku
landsliðsleguni
Tað eru rembingar í føroysku
landsliðsleguni. Eftir átta ár
við Lars Olsen og einum lítlum
toymið, er tað nú fyrrverandi
U21-landsliðsvenjarin
hjá
Svøríki, Håkan Ericson, sum
saman við sínum 19 mans toym
ið, ið stendur á odda fyri lands
liðnum. Hetta telur eisini um
stingarfólk, læknar og onnur
hjálparfólk, men toymið kring
eina landsliðsúttøku hevur
ongantíð verið størri.
Umframt Håkan Ericson eru
Eli Hentze, hjálparvenjari, Magni
Mohr, kropsligur venjari, Andras
Gango, málmansvenjari, Jógvan
Martin Olsen, Sigfríður Skaale
Clementsen, Áki Johansen
og Pætur Smith Clementsen,
sum allir hava sínar uppgávur
í samband við ein landsdyst.
Hartil er eisini sálarligur
venjari settur, sum skal arbeiða
við spælarunum. Talan er um
svenska Igor Ardoris.
Vit hava arbeitt við einum
bruttohópi, sum telur 47 spælar
ar. Magni Mohr hevur ringt runt
til spælarar, og fingið greiðu
á skaðastøðuni hjá hesum
spælarunum. Út frá tí hava vit
valt 23 spælarar, sigur Håkan
Ericson
Lava er løgna valið
Seinasti spælarin at blíva kunn
gjørdur á tíðindafundinum er
Andreas Lava Olsen. Maðurin,
sum ikki er til at rokna út á vølli
num.
- Eg vænti at tað verða
nakrar meiningar um seinasta
spælaran hjá okkum. Soleiðis
byrjar Håkan Ericson úttøkuna
av Andreasi Lava Olsen. Hann
er helst mest óvæntaða navnið
í hópinum, tí hann hvørki spælir
ella venur regluliga.
- Andreas Lava Olsen er ein
spælari, sum hvørki spælir
fast ella spælir í 90 minuttir,
tá hann spælir. Eg hugsi her
um ein heilt serligan leiklut til
ein spælara, sum kann hótta
mótstøðuliðið og renna í djúpt
ina við ferð. Hann er ikki ein
stílreinur spælari, men hann
er ein spælari, sum kann gera
ting, ið ikki nógvir aðrir kunnu.
Mín vón er at gera Andreas
Lava Olsen til ein fastan mann
í landsliðshópinum, um hetta
riggar. Vit gera eina roynd
saman við honum, tí eg vænti
at vit fáa nyttu burturúr einum
spælara sum honum, sigur
landsliðsvenjarin um úttøkuna
av 32 ára gamla leirvíkinginum,
og leggur afturat:
- Hann er eisini úttikin við
einum framtíðarsjónarhorni, tí
til HM-undankappingina koma
vit at verja nógv. Tá havi eg sæð,
at tað onkuntíð hevur verið
torført at koma úr “skotgrøvini”.
Tí leiti eg eftir einum spælara,
sum kann halda fast í bóltinum
og keypa liðnum tíð. Til tað
haldi eg at Andreas Lava Olsen
er tann besti til tað. Hartil er
hann skjótur fyrstu tíggju til
fimtan metarnar. Tað er eitt
sindur óvanligt fyri ein so stóran
spælara, umframt at hann hevur
prógvað, at hann er stinnur
frammanfyri málinum. Eg veit
at hann er farin um tey 30, men
hetta er ein roynd at síggja um
vit kunnu flyta spælarar, við at
tilpassa spæl og leiklut til ein
ávísan spælara, samstundis sum
vit arbeiða við at menna partar
av spælinum hjá honum, so
hann passar inn í okkara spæl,
sigur landsliðsvenjarin.
Einasti beinleiðis áleyparin,
sum er við í hópinum, er Klæ
mint A. Olsen.
-Hann er ein reindyrkaður
áleypari, sum eg haldi skoraði
hattrik í mjørkanum. Eg sá tað
ikki, men fekk at vita at hann
skoraði, sigur Håkan Ericson við
einum brosi um mjørkadystin
hjá NSÍ móti Barry Town Uni
ted.
Fleiri nýggj andlit
Tað eru eisini nógv nýggj nøvn,
og nøvn, sum ikki hava verið
at sæð á A-landsliðnum, sum
koma upp á skermin aftanfyri
tann altíð so væl klædda Håkan
Ericson. Hann byrjar við einum
smíli og fegnast um, at hann
endiliga sleppur at velja sín
fyrsta landsliðshóp. Føroyska
landsliðið skuldi spæla móti
Danmark og Andorra í mars
mánaði, men dysturin móti
Danmark bleiv útsettur, og
dysturin móti Andorra avlýstur.
Eisini skuldi Føroyar spæla móti
Íslandi og møguliga Gibraltar í
juni, men dysturin móti Íslandi
bleiv avlýstur, meðan seinni
venjingardysturin ongantíð
bleiv endaliga avtalaður.
Longu millum málverjarnar
er eitt kent navn, sum vit ikki
hava sæð í eina tíð. Tórður
Thomsen hevur havt eitt fram
úr kappingarár í NSÍ, og hevur
yvirhálað ársins málverja frá í
fjør, Kristian Joensen. Lands
liðsvenjarin sigur eisini, at nú
verður byrjað á nýggjum.
- Tá tú ert nýggjur, so byrja
vit við null. Eg veit væl at Gunn
ar Nielsen hevur spælt næstan
allar dystirnar, men eg havi
eisini sæð avrikini hjá eitt nú
Teiti og HB í ár. Eg haldi at allir
tríggir skulu fáa ein møguleika.
Gunnar fær ikki bara plássið,
um hann ikki eisini vísur tað til
venjing her, sigur Håkan Eric
son.
Nýggir menn í verjuni
Tað er ongin Atli Gregersen
at stýra í verjuni. Tað er stór
ir skógvar at fylla sigur nýggi
landsliðsvenjarin, sum hevur
fleiri nýggj nøvn í verjuparti
num.
-Tað eru stórir skógvar at út
fylla eftir Atla Gregersen. Eg
havi verið og heilsa upp á hann
og hann útstrálar eisini leiðara
eginleikar Eg havi mínar tankar
um hvør kann taka yvir og stýra,
og havi tosað við onkrar, men tá
ein leiðari gevst mugu aðrir taka
við, sigur Håkan Ericson
Millum nýggju nøvnini eru
Heðin Hansen og Daniel Johan
sen úr HB, og so er Sonni Ragnar
Nattestad aftur á landsliðnum
eftir ein longri steðg.
- Heðin Hansen kann bæði
spæla í miðverjuni og á verju
kenda miðvøllinum. Hann
hevur spælt væl fyri HB í ár, og
A-landsliðið:
Håkan Ericson tók øll á bóli, tá hann
kunngjørdi sín fyrsta landsliðshóp. Fýra
nýggir spælarar hava fingið landsliðsboð
– allir úr HB - og Andreas Lava Olsen er
aftur á landsliðnum. Håkan Ericson sigur,
at hetta er ein hópurin, sum er úttikin
serstakt til at spæla móti Malta og Andorra
HÅKAN ERICSON
HÅKAN ERICSON
TÓK ØLL Á
TÓK ØLL Á
BÓLI
BÓLI – LAVA Á
– LAVA Á
LANDSLIÐIÐ
LANDSLIÐIÐ
Tá tú ert
nýggjur, so
byrja vit við
null. Eg haldi at
allir tríggir
skulu fáa ein
møguleika.
Gunnar fær ikki
bara plássið, um
hann ikki eisini
vísur tað til
venjing her