Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 27 spældi eisini væl á verjukenda mið­vøllinum móti Glentoran. Daniel Johansen heldur fram at leggja afturat sínum verju­ spæli. Hann hevur spælt væl fyri HB í vár og hevur víst góðan førleika við sínum vinstra beini. Sonni Ragnar Nattestad hevði ikki spælt í næstan eitt ár, og tað merkti hansara spæl fyrst í hesum árinum. Nú er hann við at koma seg, sigur lands­liðs­venj­ arin. Håkan Ericson úttók upp­ runa­liga René Shaki Joensen úr HB, men hann hevur síðani givið av­boð. Í hansara stað er komin Heri Hjalt Mohr úr HB. -Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Tað følist eitt sindur óveruligt beint nú. Hetta er heilt fantastiskt. Eftir eitt mennandi ár í AB, fyri síðan at koma heim aftur til bardómsfelagið, ið hevur sett eitt venjaratoymi á sera høg­um støði, má sigast, at tað hev­ur gingið skjótt, og eg eri sera eyð­ mjúkur og errin av at fáa møgu­ leikan at umboða Føroyar, segði Heri Hjalt Mohr við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir út­tøkuna mikukvøldið. Millum teirra, sum ikki eru á liðnum er Ári M. Jónsson úr Sandnes Ulf í Norra og Magn­us Egilsson, sum spælir við FH í Íslandi. Her hevur eitt spurn­ar­ tekin verið, um ikki Daniel Johansen skuldi spælt báð­ ar U21-landsdystirnar, með­an annar av hinum fekk lands­liðs­ møgu­leikan. Håkan Ericson legði afturat, at Gilli Rólantsson er ein spælari, sum er í hansara tonkum til fram­tíð­ina, men at sjúka og sátt­mála­støðan í løtuni er ein av­bjóð­ing. Nýtt, gott og gamal á miðjuni Tað nýggja telur Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Meinhard E. Olsen og Adrian Justinussen, tað góða telur spælarar sum Hallur Hansson, Brandur Hendriks­son, Jóannes Bjartalíð og Kaj Leo í Bartalssovu, meðan tað gamla telur 34 ára gamla Sølva Vatn­ hamar. - Dan í Soylu kann spæla bæði sum ein 8 ari og ein 10 ari. Er sterkur á lítlum økjum og ein spælari, sum vit kunnu fáa brúk fyri móti liðum, ið verja djúpt. Gunnar Vatnhamar er ein stórur og sterkur spælari, sum kann hótta í brotsteiginum, sigur Håkan Ericson um tveir av teim­ um nýggju, sum spæla mitt fyri. - Hetta kundi kanska verið nakað tíðliga fyri Adrian Justinus­sen, um vit hugsa um skaða, men eginleikin hjá honum við høgra fóturinum ger, at hann er áhuga­verdur at seta á vøllin í leypi av dystunum. Meinhard E. Olsen fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið, og hevur nú skift til tað nakað heitari Svøríki. Hann er ein dugnaligur ein­staklingur, sum kann seta ein mó­t­støðuspælarar. Tað koma vit eisini at hava brúk fyri, sigur lands­ liðsvenjarin um teir meira vong­kendu spælararnar. Hallur Hansson og Brandur Hendriksson eru sjálvskrivaðir, og tað byrjar Jóannes Bjartalíð eisini at verða. Tað hevur Sølvi Vatn­ hamar eisini verið, og er tað upp til leirvíkingin, so verður tað eisini soleiðis í framtíðini. - Eg tosaði tíðliga í kapp­ingar­ ári­num við Sølva Vatnhamar, og um hvar hann er við orku, nú hann er blivin eldri. Hann boð­ aði greitt frá, at hann ynskir at verða ein partur av nýggja lands­lið­num, sigur Håkan Ericson. Landsliðvenjarin hevur eina ætlan um, at tað skal verða ein meiri verjukendur mið­ vallari, ið skal skapa javn­vág á miðvøllinum. Hesum spæl­ar­ num verður tað framvegis leitað eftir, eftir at Fróði Benjaminsen gavst. Hópurin er samansettur til hesar uppgávurnar Tað er eitt sindur sermerkt við hesum hópinum, at hann tel­ur fýra nýggjar spælarar, og fýra spælarar, sum ikki hava verið á lands­liðnum í eina tíð. Lands­ liðs­venjarin leggur dent á, at talan er um ein samansettan hóp til júst hes­ar uppgávurnar. Tí er talan ikki altíð um spælararnar, ið klára seg best í landskappingini. -Tað er altíð torført at velja teir seinastu tveir ella tríggjar spæl­ararnar, men vit blivu skjótt samdir um stammuna. Tað er ikki altíð, at tú velur 23 teir bestu spælararnar, men tú samansetur ein hóp, har spælar­ar skulu hava ein ávísan leiklut. Spælararnir skulu passa væl saman, og tú skal kunna spæla dystin á besta hátt. Eitt nú um tú er á odda ella aftanfyri, sigur Håkan Ericson. Hann væntar at vit koma at spæla móti tveimum londum, sum eru áleið jøvn í styrki. -Malta er væl fyri kropsliga, fleiri spælarar hava góðan bólts­ før­leika og teir orka væl at renna. Teir hava ein italienska venjara, sum nú fær verjupartin upp á pláss eisini. Andorra á útivølli er ein torfør uppgáva. Teir hava ein minni góðan graslíkisvøll og gera tað altíð torført fyri mót­ støðuliðini. Hetta eru tvey lands­ lið á áleið sama stigi sum Før­oy­ ar, sum vit møta nú, sigur Håkan Ericson at enda. SKRÁIN HJÁ FØROYSKA LANDSLIÐNUM 3. SEPT. FØROYAR – MALTA 6. SEPT. ANDORRA – FØROYAR 7. OKT. DANMARK – FØROYAR (VENJINGARDYSTUR) 10. OKT. FØROYAR – LETTLAND 13. OKT. FØROYAR – ANDORRA 11. NOV. LITAVA – FØROYAR (VENJINGARDYSTUR 14. NOV. LETTLAND – FØROYAR 17. NOV. MALTA – FØROYAR A-landsliðið: Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Teitur Matras Gestsson, HB Tórður Thomsen, NSÍ Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Heri Hjalt Mohr, HB Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Daniel Johansen, HB Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra) Heini Vatnsdal, KÍ Heðin Hansen, HB Sonni Ragnar Nattestad, B36 Odmar Færø, KÍ Jóannes Bjartalíð, KÍ Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki) Sølvi Vatnhamar, Víkingur Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland) Adrian Justinussen, HB Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki) Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark) Dan í Soylu, HB Gunnar Vatnhamar, Víkingur Andreas Lava Olsen, Víkingur Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Eg veit at hann er farin um tey 30, men hetta er ein roynd at síggja um vit kunnu flyta spælarar, við at tilpassa spæl og leiklut til ein ávísan spælara, samstundis sum vit arbeiða við at menna partar av spælinum hjá honum, so hann passar inn í okkara spæl Tað er ikki altíð, at tú velur 23 teir bestu spælararnar, men tú saman­ setur ein hóp Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Heri H. Mohr