hósdagur 27. august 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020
SOSIALURIN 63
28
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að er eftirhondin 11 ár
síðani, at U21-landslið
ið spældi seg í hjørtini
á øllum føroyskum
fótbóltviðhaldsfólkum, tá Jóan
Símun Edmundsson skoraði
einsamalla málið í 1-0 sigrinum á
Russlandi á Ovara vølli í Gunda
dali.
Við tiðini er blivið longri
millum stóru úrslitini, men
so seint sum í 2018 fingu vit
flottar javnleikir móti Finn
landi, Póllandi og Litava. Hesa
undankappingina hava úrs
litini ikki staðið mát við góðu
dagarnar. Helst raktu vit botnin
í 7-1 ósigrinum í Norðurmake
dónia. Nú koma teir á vitjan her.
Sámal Erik Hentze er nýggjur
U21-landsliðsvenjari.
-Hetta var sera spennandi,
sjálvt um tað hevur verið ein
drúgv tilgongd. Tað er spennandi,
at sleppa at velja millum slíkar
spennandi spælarar. Hetta eru
ungir spælarar, sum hava mis
jøvn avrik. Tað sært tú eisini í
landskappingini. Onkran dyst
havi eg hugsa, at handan taki eg
ikki við, men so dystin eftri vísur
hann at hann skal við alíkavæl.
Tað hevur verið trupult at taka
út, men spennandi. Nú vóni eg
bara, at hetta verður tað rætta,
sigur Sámal Erik Hentze.
Bæði yngri og eldri
spælarar við
Hópurin telur royndar spælarar
sum Jákup B. Andreasen og
Bjarna Petersen, og ungar
spælarar sum Samuel Johansen
Chukwudi og Hanus Sørensen.
-Her er ein góð blanding av
royndum og óroyndum spælar
um, og tað sæst eisini aftur á
aldrinum. Tað er gott at hava
nakrar spælarar við royndum,
sum kunnu taka sær av teimum,
ið eru nýggir á liðnum, sigur
U21-landsliðsvenjarin, sum bara
hugsar um komandi dyst við út
tøkuni.
-Eg hugsi bara at vit hava ein
dyst 2. septembur, og eg vil hava
eitt so sterkt lið sum gjørligt til
tann dystin. Og tað er tað. Vit
eiga ikki dagin í morgin, og tað
sum er umráðandi fyri meg er, at
tá vit møta sterkum liðum sum
hesum, ið eru væl fyri, mugu vit
hava spælarar, sum eru klárir.
Teir mugu verða taktiskt sterkir,
og ikki bara renna avstað, sigur
Sámal Erik Hentze og leggur
afturat:
- Tú sær ofta í føroyskum fót
bólti, at tá ungir spælarar koma
á liðið fáa teir ein frælsan leiklut,
men teir hava royndar spælarar
rundanum. Tá spælararnir so
samlast í einum bólki sum hes
um, so síggja vit kanska eina
aðra síðu av teimum. Tað er nak
að at hugsa um, sigur Sámal Erik
Hentze.
Við hesum meinar helst, at nú
eru ikki fleiri royndir spælarar,
at halda javnvágina, tá teir ungu
blíva ov vágafúsir.
Hugsa um okkum sjálvar
Sámal Erik Hentze heldur
skemtiliga fyri, at hann hevur
ikki somu umstøður sum
A-landsliðið at senda fleiri fólk út
at hyggja eftir mótstøðuliðnum.
Tí hugsar hann mest um sítt
egna lið. Fyrsta mótstøðuliðið
er Ísrael.
-Teir tapa 3-1 móti Ísrael,
men eg haldi avrikið var gott.
Vit kunnu kanska máta okkum
við teir, men talan er um eitt lið,
ið er sterkari enn vit. Tí skulu
vit hugsa okkum væl um, sigur
fleirfaldi FM-vinnari, ið ætlar at
hugsavna seg um sítt lið í upp
taktini.
- Eg haldi tað er umráðani, at
vit eru so góðir, sum vit kunnu
verða. Vit skulu ikki hugsa alt
ov nógv um mótstøðuliðið, og
byrja at seta liðið eftir teimum.
Vit skulu fyrst fáa eina góða
grund, ein góðan spælistíl og so
skulu vit betra okkum allatíð, so
vit kunnu fáa úrslit, sigur Sámal
Erik.
Sámal Erik Hentze er nýggjur
venjari hjá U21-landsliðnum, og
saman við hjálparvenjaranum,
Hegga Samuelsen, hevur hann
úttikið 20 spælarar til næstu
uppgávurnar.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
U21-landsliðið:
Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Sámal
Erik Hentze úttók mánadagin hópin
til EM-undankappingardystirnar móti
Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða
á Svangaskarði 2. og 8. september
SÁMAL ERIK HEVUR
SÁMAL ERIK HEVUR
ÚTTIKIÐ
ÚTTIKIÐ SÍN FYRSTA
SÍN FYRSTA
U21-LANDSLIÐSHÓP
U21-LANDSLIÐSHÓP