Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Samrøða -F yribils er hetta ein roynd, men hetta er eisini eitt stig móti at fara longur út at ala. Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, er sann­ førd­ur um, at tað er rætti vegurin at ganga, at fara long­ ur út á hav at ala. - Nógvir fyrimununi eru. Vit fáa nógv fleiri møgu­ leik­ar í Føroyum, tí hetta gevur okkum munandi meira pláss og hetta legg­ur munandi minni trýst á umhvørvið. At tað so eisini gevur fiskinum betri umstøður ger tað uppaftur meira lokkandi, sigur hann. Luna hevur í fleiri ár arbeitt við aling á Víkum í Vágum. Royndir vóru fyrst gjørdar við aliringum uttan fiski í, men í løtuni liggur ein ringur har vest­uri við fiski í. Frammanundan er tíð farin við at gera botnkort og botnkanningar um­framt streym- og aldumátingar. Í virðisgrundarlagnum hjá Luna stendur millum annað:”Vit skulu gera okk­ara til at aliøkið Føroyar verður útnyttað til fulnar”. Føroyar eru ikki serliga stórt land, so fyri at hetta kann gerast møguleiki, so er neyðugt at troyta allar møguleikar – við øðrum orðum at økja møgu­ leik­arnar at ala út um tað sum vit kenna í dag. Avbjóðandi Alifyritøkurnar vita væl í dag, at tað er ein fyrimunur at ala, har sum út­ skift­ingin av sjógvi er stór. Tá ið alingin byrjaði í Føroyum og tað vóru eini 80 aliloyvir, tá var kapp­ingin um at sleppa at ala inni á firðum, har tað var so stilt og so lítil streymur, sum møguligt. Nú vita alararnir, at støðan í veruleikanum er umvend. Fiskurin hevur tað betri, størri útskiftingin er av sjónum og hetta hevur eisini munandi minni dálking við sær. - Í dag ala vit á støðum har tað er harðbalið. Vit royna á Víkum nú, men vit eru eisini á Miðvági, Sørvági og á Velbastað, har tað er rættuliga buldras­ligt, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at aldan kann verða seks metrar høg í Sørvági, Miðvági og á Velbastað, meðan hon á Víkum kann verða 50 prosent hægri – altso níggju metrar. - Sjálvandi er tað avbjóðandi, tá ið náttúrukreftirnar eru so ógvusligar. Vit hava eisini upplivað, at fóðurflakin sleit fleiri av fortoyningunum, men vit hava fingið tamarhald á tí nú, sigur Atli Gregersen. Í løtuni liggur ein ringur við 61.000 fiskum í á Víkum. Har­um­framt liggur ein fóðurflaki har vesturi. Hann kann hava fleiri hundrað tons av fóðri umborð, so tað er ikki neyðugt at vera hjá ringinum hvønn dag. - Men vit eru her úti hvønn dag, tá ið tað viðrar, men sleppa vit ikki út til ringanrar, so hava vit kortini samband við ringin. Vit síggja bæði oman­á og í sjálvum ringinum, hvussu fiskurin uppførir seg og um hann tek­ur fóður til sín, sigur hann. Kamera er mitt í ringinum . Har sum ringurin liggur er dýpið 32 metr­ar og kamera liggur á sjey metra dýpi, men flytur seg upp og niður í ring­ in­um. - Nýmótans tøkni ger hetta møguligt. Saman við Føroya Tele hava vit grivið ein kaðal vestur higar, so vit hava samband við ringarnar alla tíð­ina – sum tú sært eisini her umborð á bátinum, sigur Atli Gregersen. Myndirnar vísa okkum, hvussu fiskurin uppførir seg og hvussu hann tek­ur fóður til sín. Hetta sæst fyrst og fremst á fóðurstøðini í Sør­vági, men manningin á bátinum kann eisini fylgja við frá tí teir fara av Vestmanna og heilt vestur á Víkar. - Tað er sjálvsagt, at slík tøkni er við at gera hesa royndina møguliga, sig­ur Atli Gregersen. SPENNANDI VERKÆTLAN TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN