hósdagur 27. august 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
Rakstrarkunngerðin frá 2003 hjálpti
væl móti flestu sjúkum, men virkar
ikki nóg væl móti lús
Í
2003 kom ein rakstrarkunngerð í gildi fyri
alivinnuna.
Alivinnan bað sjálv um, at hendan var
gjørd.
Í veruleikanum var talan um, at treyt
irnar fyri at ala blivu broyttar so nógv, at
alingin í Føroyum flutti seg nógv fram á leið.
Tá kom kravið um ein alara pr.fjørð og at tá ið
ein árgangur av laksi hevði verið á fjøðrinum, so
skuldu nýggj smolt ikki setast út aftur fyrr en fjørð
urin hevði ligið stillur í tveir mánaðir.
Tað hevði so eisini við sær, at tað bert var ein
árgangur av fiski á fjørðinum í senn.
- Kunngerðin hjálpti ómetaliga væl uppá alingina
og tær flestu sjúkur, sum fylgdu við, men hetta hev
ur ikki fingið bilbukt við lúsapláguna, sigur Atli
Gregersen, stjóri í alifelagnum Luna.
Lúsin er ein plága
Tá ið laksur fær ov nógva lús, fer hann at mistrívast.
Lúsin livur av laksinum og tá ið plágan er uppá tað
ringasta, so sæst at laksurin er bitin, fyri ikki at siga
uppetin, av lús.
Lúsin livur á laksinum, og hon nørist sera skjótt.
Um nógv lús er á einum alifirði, vil tað føra við sær,
at eitt sera stórt tal av lús fer í umfer í streyminum
kring Føroyar. Á tann hátt kann ein alifjørður við
føra ein sera stóran lúsatrupuleika á øðrum alifirð
um.
- Vit í Luna vilja hava strangar almennar reglur
og opinleika í stríðnum móti lúsini. Ein strang
lúsakunnger skal tryggja at ein alifjørður ikki skal
kunna oyðileggja alingina á øðrum alifirðum, sigur
Atli Gregersen.
- Sum støðan er í dag, eru tað summir alifirðir
sum regluliga hava alt ov nógva lús, og hetta gevur
trupulleikar til allar aðrar alifirðir í Føroyum.
Hann vísur á at royndirnar í Noregi vísa, at tess
lægri lúsamarkið er, tess færri trupulleikar gevur tað
alingini.
Í løtuni er lúsamarkið ein lús á hvørjum í neðal
og 1. juni næsta ár fer markið niður a 0,5 lús fyri
hvønn fisk.
- Í løtuni er tað soleiðis, at lúsamarkið er sett til
lús pr. fisk, men eg haldi at tað eisini eigur at vera
ásett lúsamark pr. fjørð – ella rættari sagt pr. ali
loyvi, sigur Atli Gregersen.
STØRRI SMOLT
OG STYTTRI TÍÐ
Á SJÓNUM ER
VEGURIN FRAM
At seta størri smolt út, hevur
broytt alingina í Føroyum
seinnu árini
M
enningin í alingini hevur verið ómetaliga stór
seinnu árini.
Føroyingar hava alt laks síðani áttati-árini,
men laksaalingin hevur ikki áður havt so
stóran samfelagstýdning, sum í hesi øldini.
Sløk 80.000 tons í kruvdari vekt vóru tikin
í fjør og tað er hægsta talið nakrantíð. Í 2002 vóru 58.000 tons tikin,
men tað var eisini nógv tað besta árið. Í 2006 vóru bara 15.000 tons
tikin.
Luna tók 14.200 tons í fjør.
Síðan hevur alivinnan ment seg til tað, sum hon er í dag.
- Skulu vit framvegis vaksa, so er tað umráðandi, at vit ala burða
dygt. Gera vit ikki tað, so fara vit at standa í stað ella alingin fer at
minka, sigur Atli Gregersen.
Stjórin í Luna er nógv upptikin av, at alt sum gjørt verður, skal vera
burðardygt og í samljóði við náttúruna.
- Tað er bæði viðvíkjandi tí, vit sjálvi gera og í aðrar mátar. Fiskurin
skal hava tað gott og vit skulu heldur ikki dálka. Hetta er ikki bert
fyri okkara egnu skyld, men eisini so vit kunnu lata teimum, sum
koma eftir okkum, eitt reint og gott umhvørvi, sigur hann
Vøksturin
Skjóti vøksturin hesi seinnu árini, hongur millum annað saman við
nýggja mátanum at ala uppá.
Meðan tað áður var soleiðis, at fiskurin var 10 mánaðir í kørum
á landi og so 20 mánaðir í ringum á sjónum, so er tað í stóran mun
soleiðis í dag, at fiskurin er 20 mánaðir í kørum á landi og góðar 10
mánaðir á sjónum.
- Vit eru tey fyrstu, sum hava megnað at stytt tíðina hjá fiskinum í
sjónum niður í góðar 10 mánaðir, sigur Atli Gregersen.
Tað vil siga, at smoltið er nógv størri nú tað fer á sjógv og verður
útsett fyri sjúku og lús í styttri tíðarskeið.
- Smoltið, sum vit seta út nú vigar í meðal góð 500 gram. Tað er
munandi størri enn tað var og tað vísir seg eisini, at tey vaksa væl. Tað
vísir seg, at tey vaksa sløk 17 gram um dagin, tá ið tey eru í ringunum
á sjónum, sigur Atli Gregersen.
Eigarar:
Regin Gregersen, nevndarformaður
Atli Gregersen, stjóri
Familjufyritøka stovnað í 1929
Røtur aftur til 1887
Byrjaðu aling í 1982
Virðisketu frá rognum til liðugtvøru
160 starvsfólk
Laksalúsin ein álvarslig
hóttan fyri alivinnuna