Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Samrøða KRAVDI NÓGV TEY FYRSTU ÁRINI MEN TÍÐIN VAR SPENNANDI Nú stjórin legði frá sær, gongur fyritøkan væl og er ein maktfaktor í føroysku vinnuni V arðin er eitt sera sterkt felag í dag við einari eginogn uppá slaka hálva aðru milljard við ársenda í fjør.  Í dag rekur reiðaríið nóta- og trol­ skipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes og Tummas T. Harafturat lemmatrolaran Rankin. Varðin eigur umleið 76 prosent av Varðanum Pelagic og 50 prosent av feløgunum Faroe Origin og Faroe Marine Products, umfram í øðrum feløgum. Felagið um­ setti fyri knappar 900 milliónir krónur í 2019 og hevði um­leið 300 fólk í starvi. Spurdur um, hvør tíðin hevur verið mest spennandi, hesi 35 árini hann sat sum stjóri ivast hann ikki: -Tey fyrstu árini vóru nógv meira spennandi. Alt gekk ikki eftir vild og tey fyrstu fimm árini fingu vit onki at leypa av, sigur Jákup Jacobsen. Tað skuldi arbeiðast hart, ofta bara fyri at vit kundu fáa Trónd í Gøtu aftur til fiskiskap. - Vit høvdu sjálvandi fígging, eisini úr útlandinum, men vit megnaðu ikki altíð at gjalda. Vit noyddust alla tíð­ina at samráðast, men við hvørt var tolið uppi hjá lán­ gev­arunum, fortelur fráfarni stjórin. Serliga var tað einaferð ein norskur lánistovnur, sum kravdi teir á tvang. Tíbetur var tað soleiðis, at før­oyski sakførarin, sum umboðaði lánistovnin mátti til Keyp­ manna­havnar á fund, so fundurin í rættinum var útsettur. - Vit vóru samlaðir í Havn, nevnd og leiðsla. Á veg í rætt­in komu vit framvið Føroya Banka. Tá helt eg, at vit áttu at fara inn á gólvið og gera eina roynd afturat at fáa neyðugu milljónirnar til vega. - Tað gekk eisini, men tað var eftir drúgvar samráðingar við bankan. Vit fingu pengarnar og fóru útaftur, men sluppu undan at fara í rættin, sigur Jákup Jacobsen. Tiknir í Noreg Fleiri støður av hesum slag gjørdu, at reiðararnir høvdu ov­mikið at gera fyrstu árini, men tá ið 1990 var farið aft­ ur­um, vóru einar tríggjar milljónir á konto. - Tá hendi tað, at vit vóru tiknir í Noreg og fingu stóra bót í rættinum. Eisini ta ferðina stóð nógv á, men tað eydn­aðist at fáa tvær og eina hálva milljón til vega afturat teim­um trimum vit tá áttu á bók, so skipið slapp aftur til fiskiskap. Síðan hevur tað gingið rættuliga væl hjá Varðanum. Ein vend kom í, tá ið teir við Tróndi í Gøtu fóru at trola eftir makreli heldur enn at fiska makrel við nót. - Ferð eftir ferð fingu vit fult skip. Teir sum fiskaðu makrel við nót fiskaðu bert um náttina, meðan tað bar til at trola eftir makreli allan dagin. - Tá ið so prísurin á makreli eisini hækkaði bleiv alt lætt­ari. So sjálvt um eg sigi, at tann fyrsta tíðin var mest spenn­andi, so bleiv alt lættari, tá ið tað fór at ganga væl, sig­ur hann. Jákup Jacobsen – ella Dungajákup – er farin frá sum stjóri. Nú er Lena, konan, stjóri hjá honum og Bogi Jacobsen, sonur teirra, hevur tikið við sum stjóri í Varðanum. Hann hevur verið stjóri í Varðanum Pelagic, umframt at hann er partaeigari í Varðanum. Bogi Jacobsen er eis­ ini formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. BYGDADRONGUR HANDVERKARI OG STÓRUR STJÓRI S tjórin í einari av størstu fyritøkum í Føroyum, Varðanum, hevur lagt frá sær og nýtir pensionistatilveruna í góðveðrinum í Syðrugøtu Veðrið er sera gott hendan morgunin, eg havi gjørt eina avtalu við Jákup Jacobsen, Dungajákup, um at koma at vitja hann til eitt prát í Syðrugøtu. Høvi er, at hann fyrst í mánaðinum legði frá sær sum stjóri og reiðari í Varðanum – ein av størstu fyritøkunum í Føroyum Havi altíð kent Jákup, hóast ein kanska ikki kann siga, at vit eru vinmenn. Hartil er aldurs­munurin í størra lagi, men vit hava altíð prátað, tá ið vit hava møtst. Tað angar av nýgjørdum kaffi, tá ið eg komi inn til teirra, Jákup og Lenu. Væl­ dekkað borð við nýbakaðum bollum og øðrum góðum. Hóast hann ikki er beinleiðis morgunmaður, so fór han tíðliga upp henda morg­ un­in og sat fyri vindeyganum og nýtti útsýni yvir Syðrugøtu og eisini Gøtuvík, með­ an hann fylgdi endaleysa riðlinum av bilum, ávegis til arbeiðis ella í skúla ymsastaðni í landinum. - Ja nú havi eg skjótt verið pensionist í ein mánaða og eri um at venja meg við tað, sigur hann við einum smíli. Jákup Jacobsen er eitt av átta børnum hjá Hensiu og Poul Andrias á Dunga. Fødd­ur og uppvaksin í Syðrugøtu. Smiður Hann gekk í skúla við Gjógv, sum vit siga, tá ið vit tosa um Gøtugjógv. Hevði teir gomlu lærararnar, sum øll í hesum ættarliðnum høvdu. Poul Enok Hansen, Jákup Simonsen og Helga Øregaard vóru lærararnir, men so kom onkur avloysari, tá ið hini tóku eftirútbúgving á Danmarks Lærerhøjskole. Skúlagongdin fylti minni tá og flestu dreingir vildu helst gera okkurt handaligt, tá ið teir “sluppu” úr skúlanum. Jákup Jacobsen var ikki so nógv øðrvísi enn hinir. Hann fór úr fimta flokki, sum tá var elsti flokkur í Gøtu, út at arbeioða. Fyrst arbeiddi hann fyrifallandi, men var eisini til skips eftir sild við Gulenni. - Ikki so nógvar túrar, men so mikið, at eg havi fiska sild við gørnum og harvið havi eg eisini pissað í saltan sjógv, smílist hann. Men hann vildi meira enn tað. Hann hevði góðan hug at smíða, so hann fór at vita um tað ikki bar til at fáa lærupláss. Tað eydnaðist. Hann fekk lærupláss hjá Jóam Heina Joensen. Tá var lærutíðin fýra og eitt hálvt ár, men lærumeistarin skrivaði bræv til læruráðoð og søkti um stytta lærutíð, tí Jákup Jacobsen var ikki heilt ungur, 17 ár, tá ið hann byrjaði. Tað helt læruráðið eisini, so Jákup jacobsen, fekk lærutíðina stytta niður í fýra ár. Tað vil siga, at hann spardi eitt hálvt ár í lærutíð. Tað vísti seg, at handverkaraútbúgvingin í mong ár, var grundarlag undir tí, sum hann fór at fáast við næstu árini. Meira um tað aðrastaðni. Nú vóru barnaárini farin og ein fýra ára lang útbúgving fingin til vega. »Vit noyddust alla tíðina at samráðast, men við hvørt var tolið uppi hjá lángevar­ unum« TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN