Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Víðari útbúgving og egna fyritøku Hevði egna teknistovu og byggifyritøku, áðrenn hann fór inn í sjóvinnuna E ftir lokna lærutíð fór Jákup Jacobsen at arbeiða fyri seg sjálvan. Tann dagin hann var liðugur við lærutíðina, boðaði meistarin honum frá, at hann var leysur av sáttmálanum, men Jóan Heini Joensen segði, at hann fegin vildi hava, at hann helt fram í arbeiði hjá honum. - Eg segði við hann, at eg hevði keypt patrónir og ætlaði at fara at skjóta fugl dagin eftir, men eg lovaði, at eg skuldi koma at tosa við hann. - Tað fór eg eisini, men eg fór ikki aftur til arbeiðis har, tí eg vildi heldur royna okkurt annað og tað gjørdi eg so, sigur Jákup Jacobsen. Hann arbeiddi bæði heimbygdini, men eisini fyri ein stóran part í Havn. Hann hjálpti einum gøtumanni, sum arbeiddi í Havn, og hann bygdi eisini hús hjá tveimum monnum úr Syðrugøtu, sum tá vóru løgreglumenn í Havn. Álvarsligan skaða Meðan Jákup Jacobsen arbeiddi í Havn, hendi ein arbeiðsvanlukka. Ein stillasja, sum teir arbeiddu á, koppaði og hann datt og endaði í einari grót­ rúgvu. Hann breyt báðar leggirnar, fekk skaða í økslina og í høvdið. Hann fekk eisini aðrar snuddir, sum gjørdu at hann fekk varandi mein, sum hevur fylt honum alt hansara vaksna lív. Men hann gavst ikki so. Eftir rættuliga langa sjúkralegu fór hann aftur til ar­beiðis, men ein annar snuddur gjørdi, at hann meira ella minni gavst at fara upp í hædd­ ir­nar – á byggiplássum ella, tá ið hann var á fjalli. Læknarnir noktaðu honum at halda fram við fótbólti, hondbólti og kappróðri. Ógvuliga tung boð at fáa hjá einum ungum manni. Fór at læra víðari Tá ið hann nú var í byggivinnuni valdi hann at útbúgva seg meira. Hann fór til Haslev fyrst og síðani til Keypmannahavnar at útbúgva seg til byggi­ frøð­ing. - Eg noyddist at taka tekniska fyrireiking fyrst, men so var eg liðugur sum byggi­ frøð­ingur og vit fluttu heimaftur í 1975 at búgva, sigur hann. Nógv var at gera og fyrstu tíðina arbeiddi hann saman við Tróndi Fuglø arkitekti, áðrenn hann fór undir sítt egna byggivirki. Tá ið teir vóru flest, vóru 14 mans til arbeiðis í fyritøkuni, sum bygdi skúlar og annað kring landið. Hann keypti ein bygning í Syðrugøtu, har Rósing Rasmussen hevði bygt Scania- lastbilar upp eina tíð, til virksemi. Tróndur kom Í áttati-árunum fór teir í Gøtu at tosa um at byggja eitt nýtt skip. Talan var um eitt nótaskip, sum eisini kundi trola. Skipið bleiv Tróndur í Gøtu og frá fyrstu tíð bleiv Jákup Jacobsen reiðari saman við Tummas Thomsen. Tað hevur so verið hansara starv hesi árini, til hann legðii frá sær 1.august í ár. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN 12