Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vónin nógv betri umstøður at veita alivinnuni tænastur - Sum árini eru liðin, eru veitingar okkara til alivinnuna vorðin ein veksandi partur av samlaðu sølu felagsins, sigur Hjalmar Petersen, sum fegnast um, at nýggi bygningurin við Norðskála nú stendur liðugur og skjótt er klárur at taka í nýtslu A livinnan, sum hevur havt fleiri góð ár, gevur nógvar ringvirkningar og skap­ar umsetning hjá fleiri fyritøkum í Før­oy­ um. Millum fyritøkur, sum hava veit­ ing­ar til alivinnuna, er eitt nú Vónin í Fugla­firði, sum í fleiri ár hevur selt ali­ nótir, fortoynngar, akker, tog, ketur, skeklar og ymiskt annað til ali­vinn­una. Men, Vónin hevur ikki bara selt útgerð til hesa vinnu. Fyri­tøkan hevur eisini tikið sær av vasking og regluligum við­líkahaldi og eftirliti av alinótum, sum vinnan brúkar. - So hvørt, sum alivinnan hevur flutt seg longur út á firðir, sund og streymasjógv at ala, hevur eisini verið neyð­ ugt við sterkari útgerð. Aliringarnir eru vorðnir størri, og tað eru nótirnar eisini. Ringarnir rúma størri nøgdum av fiski, og alt skal gerast og leverast, so útgerðin ikki svíkur. Tað er virðismikil fiskur, sum gongur í ringunum, og fisk­ur má ikki missast, sigur stjórin á Vónini, Hjalmar Pet­ersen. Vasking og eftirlit Umframt, at alarar royna at halda nótirnar reinar, er vanligt, at nótirnar verða tiknar upp umleið einaferð um árið til vasking og eftirlit. Tá verður eisini hugt eftir, um um­vælingar skulu gerast, og um so er, er hetta eisini ein partur av tænastuveitingini hjá Vónini til alifeløgini. - Hetta arbeiði hava vit gjørt í gamla elementvirkinum við Norðskála, sum vit keyptu í 2006. Her hava vit havt tvær stórar vaskimaskinur til nótavask, og nú vit í næstum taka nýggjan bygning í nýtslu á økinum við Norðskála, fáa vit eina nýggja og enn størri vaskimaskinu aftrat, um­ framt at umstøðurnar á virkinum sum heild verða nógv betri enn áður. Í nýggju høllini eru fýra arbeiðsbanar, og her er nýggj vaskimaskina á 60 rúmmetrar. Hetta merkir, at kapasiteturin verður munandi størri enn áður 16