hósdagur 27. august 2020síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stjórin vísir á, at Vónin tryggjar alarunum, at teirra
veitingar við nótum, fortoyningurm, togum, ketum,
sjeklum, akkerum og øðrum eru haldbarar til tær
umstøður og umhvørvi, har feløgini hava sítt virksemi.
- Vit hava nevniliga eitt forrit - aquasim - sum ger tað
møguligt at simulera og rokna út, hvussu sterkur útbún
aðurin í hvørjum einstøkum føri skal vera. Tað er ikki nóg
mikið at gita, men vit og tey, vit arbeiða fyri, mugu vita,
hvat krevst av styrki í ymiskum økjum og umstøðum,
sigur hann og vísir á, at her verður arbeitt eftir ávísum
standardum, ið Vónin sum veitari og føroyska alivinnan
sum framleiðari av laksi skulu liva upp til.
Hjalmar Petersen sigur, at øll vøra, sum Vónin selur til
alivinnuna, er sertifisera í høgum klassa, sum hann tek
ur til.
- Tað krevst, at alt er hágóðska, leggur hann aftrat.
Framleiðsla í Litava
Í nøkur ár læt Vónin alinótirnar gera í ávikavist Kina
og India, men síðan 2014 hevur felagið havt sítt egna
trol-og nótavirki í Litava, og tað er her, at nótirnar til
føroysku alivinnuna - og alivinnu í øðrum londum - verða
framleiddar.
- Vónin hevur eitt stórt virki í Litava á umleið 10.000
fermetrar, og her starvast 200 fólk hjá okkum. Her verða
nótirnar framleiddar til føroysku alivinnuna. Aðra útgerð,
sum vit veita alivinnuni, sum eitt nú tog, ketur, sjeklar,
akker og annað, keypa vit frá øðrum veitarum, sum vit
samstarva við.
Hjalmar Petersen sigur, at umframt at vera veitari til
føroysku alivinnuna, er Vónin eisini veitari til alivinnu í
øðrum londum.
- Taka vit allan umsetningin hjá Vónini, vil eg meta,
at alivinnan stendur fyri umleið einum triðingi, leggur
hann aftrat.
Nýtt við Norðskála
Vónin hevur alt sítt nótavirksemi við Norðskála, har
felagið nú eisini hevur bygt ein nýggjan bygning.
- Vit hava húsast í umleið 1500 fermetrum í gamla
elementvirkinum, og nú fáa vit so 1500 fermetrar aftrat í
nýggja bygninginum, sum vit alment fara at taka í nýtslu
um miðjan september.
Stjórin í Vónini vísir á, at arbeiðsumstøðurnar við
Norðskála nú verða nógv betri enn áður, og við einari
nýggjari vaskimaskinu til nótir aftrat, sum vit hava keypt
frá Nomatek, umframt nógv størri gólvplássi, verður kap
asiteturin eisini munandi størri.
- So hvørt, sum nótirnar eru vorðnar størri og fleiri
í tali, mugu vit eisini at veksa um okkara kapasitet og
effektivitet. Í nýggju høllini fáa vit fýra nýggjar og
góðar arbeiðsbanar aftrat. Nýggja vaskimaskinan er 60
rúmmetrar, meðan tær báðar verandi eru ávikavist 30
og 40 rúmmetrar. Hetta merkir, at kapasiteturin verður
munandi størri enn áður, sigur stjórin.
Sera tolnir alarar
Hjalmar Petersen ásannar, at arbeiðsumstøðurnar við
Norðskála hava verið truplar, meðan bygt hevur verið,
og hann dylur ikki fyri, at hetta í ávísan mun hevur gingið
út yvir tænastuna til alivinnuna.
- Alarar hava verið sera tolnir, meðan hetta hevur verið
eitt byggipláss. Arbeiðið byrjaði í januar í 2019 og er eitt
sindur seinkað, nú korona hevur herjað. Men, nú bygn
ingurin stendur klárur at taka í nýtslu, og kapasiteturin
er størri enn nakrantíð, fara vit sjálvsagt at gera okkara
besta til tess at veita alivinnuni allar bestu tænastu, sigur
Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini.
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND VÓNIN
Við nýggja bygninginum húsast Vónin nú á tilsamans 3000 fermetrum við
Norðskála, og tað er her, at alinótirnar verða vaskaðar og umvældar
17
Reportasja