hósdagur 27. august 2020síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Farsóttin broytti ikki veruleikan
- Eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum vørum hevur verið sera stórur, nú
matstovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini. Smidleikin í okkara
longu virðisketu hevur givið okkum ágóða, sum ger okkum før fyri skjótt at
tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum, sigur Regin Jacobsen, stjóri
í Bakkafrost-samtakinum
R
akstrarúrslitið hjá Bakkafrost-samtak
inum fyri annan ársfjórðing í 2020 var
181,9 miljónir krónur. Samlaða tøkan
av laksi var 20.900 tons í kruvdari vekt,
harav 12.900 tons vórðu tikin í Før
oyum og 7.900 tons í Skotlandi.
Hin 8. oktober í 2019 keypti Bakkafrost meginpartin
av The Scottish Salmon Company (SSC), og frá hesum
degi at rokna er SSC partur av Bakkafrost-samtakinum.
Tí eru roknskapartølini frá SSC frá hesum degi tikin við í
samlaða roknskapin hjá Bakkafrost-samtakinum.
Hyggja vit eftir samlaðu tøkuni hjá Bakkafrost-sam
takinum í fyrra hálvári í ár, var hon 38.813 tons í kruvdari
vekt í mun til 26.316 tons í fyrra hálvári í fjør. Av hesum
vórðu 23.608 tons tikin í Føroyum í mun til 26.316 tons
fyrra hálvár í fjør - og 15.205 tons vórðu tikin í Skotlandi.
Bakkafrost vísir á, at tilsamans 5,7 miljónir smolt vórðu
sett út í øðrum ársfjórðingi í ár, 2,9 miljónir í Føroyum
og 2,8 miljónir í Skotlandi. Samanlagt í fyrra hálvári í ár
hevur samtakið sett út 9,1 miljónir smolt, 5,2 miljónir í
Føroyum og 3,9 miljónir í Skotlandi.
Starvsfólkini ikki rakt
Regin Jacobsen, stjóri, sigur soleiðis um gongdina hjá
Bakkafrost-samtakinum higartil í ár:
- Fyrra hálvár 2020 hevur verið nógv ávirkað av farsótt
ini, sum hevur reikað kring heimin. Fíggjarliga avkastið
er sjálvsagt nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum.
Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt
gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin.
Men, hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast
stjórin um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar
geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún, sum
eisini er partur av samtakinum og í alingini á sjónum í
Føroyum og Skotlandi.
- Vit fegnast eisini um, at okkara starvsfólk ikki hava
verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunnu veita
eina sunna og heilsugóða vøru til viðskiftapartarnar.
Skjótar tillagingar
Regin Jacobsen er serstakliga væl nøgdur við góða úrslitið
í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í farna ársfjórðingi
hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður.
Hann vísir á, at eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum
vørum frá handilsketum hevur verið sera stórur, nú mat
stovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini.
- Vit hava av sonnum havt ágóða av smidleikanum í
okkara longu virðisketu, sum ger okkum før fyri skjótt at
tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum, sigur
stjórin.
Broytingar geva úrslit
Á Bakkafrosti vita tey eisini at siga, at tey nú hava sæð
fyrstu tekinini um, at tær broytingar, sum gjørdar eru í
alivirkseminum í Skotlandi, eru farnar at geva úrslit, og í
Føroyum síggjast eisini úrslit av mongu og stóru íløgun
um, sum her eru gjørdar.
- Smoltstøðin á Strond er liðug og framleiðir nú ein
stóran part av smoltinum, okkum tørvar. Alsamt veksandi
miðalstøddin á smoltinum fer at gagna aligeiranum hjá
okkum munandi framyvir.
Í Skotlandi hevur Bakkafrost eisini tikið týdningarmikil
stig fyri at veksa um støddina á smoltinum við at seta í
verk munandi útbygging av smoltdeildini.
Regin Jacobsen fegnast eisini um, at biogassverkið
Förka á Skarðshjalla er tikið í nýtslu og nú fer undir fram
leiðslu av grønari orku.
- Hettar hjálpir okkum ávegis at røkka avbjóðandi
málinum at hava minkað Co2-útlátið niður í eina helvt í
2030, leggur stjórin aftrat.
Óvissa - men góð útlit
Á Bakkafrosti vænta tey, at korona-farsóttin fer at hava
avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum.
- Ilt er at meta, hvussu leingi, og í hvussu stóran mun
hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru
góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum
framyvir tørvar veksandi mongd av heilsugóðum og burð
ardyggum mati, sum laksur jú er, sigur stjórin, Regin
Jacobsen.
Uppí søguna um Bakkafrost, nú fyrra hálvár 2020 er
runnið, hoyrir eisini, at nevndin í fyritøkuni áður hevur
gjørt av at útseta avgerðina um útlutan av vinningsbýti
fyri 2019 til hin 25. august í ár, tá hálvársroknskapurin
varð lagdur fram.
Hetta er orsakað av óvissuni, ið stendst at korona-
farsóttini.
Nú hevur nevndin so staðfest, at óvissan framhaldandi
er høg, og tískil verður einki vinningsbýti útgoldið fyri
2019.
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost-samtakinum