Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 2020 hevur verið eitt tungt ár hjá ferðavinnuni, og tað hevur tað eisini verið hjá Odu Wilhelmsdóttir Andreasen, sum rekur ferðavinnuvirksemi í Mykinesi. – Sesongin sá lovandi út, men 12. mars legðist alt stilt vegna koronufarsøttina. Allar bókingarnar vórðu avlýstar, eg hevði onga inntøku, og eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen. Avbjóðingin hjá henni – sum hjá so mongum øðrum í ferðavinnuni – var, at at hon stóð uttan inntøku umframt at skula endurrinda avlýstu bókingarnar hjá útlendsku ferðafólkunum. – Tað er púra vanligt í ferðavinnuni at gera íløgur í marknaðarføring um veturin. Men nú mátti eg endurrinda við peningi, sum eg hevði brúkt upp á marknaðarføringina, sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og leggur aftrat, at hjálparpakkin hjá samgonguni, sum hevði til endamáls at bjarga ferðavinnuni undan koronu-kreppuni, munaði alt ov lítið, tí hann dekkaði bara part av føstu útreiðslunum, sum Oda jú ikki hevði, tá einki virksemi var. Umframt at tað varð álagt henni at endurrinda í skipanina, tí hon hevði fingið sær eitt vaskistarv, tá harðast leikaði á. Nýhugsan í krepputíð Tá samfelagið 12. mars á Grækarismessu varð sett niður í ferð, og Oda stóð uttan inntøku, valdi hon at fara til Mykinesar, har hon var nógvar túrar í náttúruni. – Ístaðin fyri at grava meg niður, valdi eg at gera reklamu. Eg sendi nógv live á Facebook og vísti vøkru fjøllini og sólseturin. Hesi videobrotini vóru so við til at varpa ljós á Mykines sum ferðastað, og føroyingar fóru at vísa tí meir ans, nú útlendsku ferðafólkini ikki vóru har, greiðir hon frá. Hon snikkaði saman eitt sertilboð til føroyskar barnafamiljur við gisting á Lonini, túri, morgunmati og møguleika fyri øðrum máltíðum og matpakkum eisini. – Tað var stórur áhugi millum føroyingar at vitja Mykines, og eg valdi tí at tillaga tilboðið til føroysk ferðafólk, sum annars ikki sleppa út til Mykinesar, tí Føroyski marknaðurin bjargaði sesongini – Sesongin sá lovandi út, men 12. mars legðist alt stilt vegna koronufarsøttina. Allar bókingarnar vórðu avlýstar, eg hevði onga inntøku, og eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, sigur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum rekur nýtt ferðavinnuvirksemi í Mykinesi ANNIKA KUNOY IM