Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 báturin Jósup, sum siglir til Mykines, aloftast er fulsettur av útlendskum ferðafólki. Eg valdi eisini at seta prísin niður, og so lýsti eg við tilboðinum á Facebook, har tað var ómetaliga væl mótitikið, sigur hon. – Eg visti, at sera sannlíkt var, at útlendsku ferðafólkini øll fóru at avlýsa, so eg bókaði útyvir tær bíleggingarnar, og longu 1. juni var fullsett, sigur hon frá. Tá Føroyar lótu upp aftur fyri ferðafólki í summar, var fult hjá Odu Wilhelmsdóttir Andreasen, sum bert fekk tikið nøkur fá útlendsk ferðafólk í summar. Glotti í myrkrinum Hóast virksemið hjá Odu í Mykinesi bert er ársgamalt, noyddi koronukreppan hana at hugsa øðrvísi. – Eg var skjót til at tillaga produktið til føroyska marknaðin, og eg royndi at vera sjónlig, og tí havi eg fingið nógv uppmerksemi í Føroyum í summar, sigur hon og leggur aftrat, at hon eisini heldur, at hon hevur tann fyrimunin, at hon er á útoyggj, og tað tiltalar føroyingar, sum ynskja at ferðast í egnum landi. – Oyggjarnar vinna, tí tað kennist sum ein verulig feria, tá man skal í bát og siga til eina aðra oyggj, sigur hon. Føroyskir og útlendskir gestir Ein av stóru mununum millum útlendskar og føroyskar gestir er, at føroyingarnir eru vanir við náttúruna her heima og eru tí meir sjálvbjargnir, tá teir vitja. – Føroyingar hava fingið eyguni upp fyri, hvussu gott tað er at ferðast í egnum landi, og tað hevur eisini verið stuttligt hjá mær at hava havt so nógvar føroyskar gestir í summar. Tað er nakað heilt annað, sigur hon, hóast tað eisini hevur havt við sær, at hon hevur mugað lagt nógv fleiri arbeiðstímar afturum seg. – Gestirnir koma jú klokkan 11, samstundis sum gestirnir frá degnum fyri eisini fara avstað tá. Alt ímeðan eg skal gera kømur klár, smyrja matpakkar og gera nátturða. Eg mátti arbeiða allan dagin, greiðir hon frá. – Eg valdi at gera tað á hendan hátt og at bert hava eina familju í senn, soleiðis at eg eisini fekk hildið koronutilmælini, sigur hon. Koronukreppan hevur eisini avmarkað talið á vitjandi í Mykinesi, og hetta var tiltrongt, heldur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen. – Her hava verið færri fólk, og tað hevur verið gott. Vónandi verður eitt eftirlit sett, so talið av vitjandi framhaldandi kann avmarkast. Enn er torført at spáa um, hvussu næsta summar fer at síggja út fyri Odu og onnur í føroysku ferðavinnuni, men Oda hevur longu tikið móti nøkrum bókingum. – Eg ætli at hava sama tilboð næsta ár, umframt fleiri túrar og heimablídni, greiðir hon frá. Oda kallar tilboðið »Sunset and puffin tours, away from the crowd« Gist verður einum av elstu húsunum í Mykinesi, "Á Lonini" frá 1895, sum eisini var fyrsta gistingarhúsið í oynni. Gingið verður niðan gjøgnum bygdina og fram við eggini út á Rógvu - har fá ella nær ongi onnur fólk eru - at hyggja at lundum og sólsetri. Oda bjóðar millum annað bleyttkókað egg frá bóndanum í Mykinesi og heimabakaðar bollar við rabarbusúltutoy úr Mykinesi til morgunmatar og breyð við føroyskum viðskera í matpakkan. Away from the crowd